Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 188 - 30. september 2000 Nr. 188 - 30. september 2000 JÁKUP MØRK Síðani seinna kappingar- hálva í fótbóltinum byrjaði, hevur serliga vágsorðið, Ba- berara, ofta verið havt á lofti. »Nú syngja vágbingar baberara« og syng nú ba- berara« hava verið millum yvirskriftirnar, og einki er ivast í, at vágbingar hava vónir um, at hesar yvir- skriftir halda fram komandi vikuna. Er tað nakar vágbingur, sum meira enn nakar annar hevur verið við til at skapt hugtakið, so má tað vera stór entertainarin úr Vági, Robert McBirnie. Millum frítíðarítriv hansara er nevn- liga sangur, og ikki minst man sangurin um heim- bygdina, ella babera-sang- urin vera væl kendur mill- um manna. Men hvat merkir babe- rara, og hví valdu teir at nýta júst hetta í sínum sangi. - Sum mær er sagt, so skuldi hetta verið íkomið, einaferð dansur var á Tvør- oyri. Onkur vágbingur hev- ði kanska fingið dekan ov nógv inn um, og tá skuldi so onkur tværámaður havt Klárur at syngja Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Millum spentu vágbingarnar, sum í dag leita sær niðan í Gundadal, er Robert McBirnie, sum bæði hevur sungið baberara og vunnið steyp til felagið í heimbygdini rópt eftir honum »syng nú baberara«. Hví tað so júst varð hetta, sum vit tóku við í sanginum, veit eg ikki. So at siga allir amerikanskir sangir høvdu tá í tíðini okk- urt slag av Juhu kórið aftan fyri. Eg veit ikki um vit vóru teir fyrstu, sum nýttu hetta, men vanligt var tað so ikki í Føroyum. Fær ikki farið suður Spurdur, hvørt hann eisini ætlar sær at syngja væl ken- da lagið leygarkvøldið, svarar Robert, at hann tí- verri hevur lovað seg út aðrastaðni. Leygarkvøldið skal hann á pallin í Kagganum, men hann vísur tó á, at møguliga verður tikið í onkran vágs- sang, um orsøk er til tess. Orsøkin er sjálvsagt, um tað eydnast VB at vinna fyr- sta meistraheitið felagsins í fremstu mansdeildini. Ro- bert hevur øll tey seinnu ár- ini fylgt sera væl við, hvussu mansliðið hevur staðið seg. Undan hesum hevur hann eisini verið ógvuliga virkin í felagnum, bæði sum leikari, venjari og nevndarlimur. Robert greiðir frá um hetta, at hann í fleiri ár var partur av einum sera góðum VB-liðið. - Eg flutti suður aftur í 1969, og tá var VB júst komið upp í fremstu deild- ina. Eg haldi, at vit høvdu eitt sera gott lið, og besta úrslitið okkara mundi vera steypasigurin í 1974. - Sum frá leið viknaði lið- ið tó nakað, og størsta or- søkin til hetta mundi vera fráflyting. Eg minnist t.d. eitt árið miðskeiðis í 70’unum, tá fimm av leik- arum okkara búðu í Havn, og venjingarumstøðurnar verða sjálvsagt ikki meira enn næstbestar, tá so er. Hetta hevur eisini verið ein trupulleiki hjá VB í nógv ár. Um fólkið verður í oynni, veldst í stóran mun um, hvussu nógv arbeiðs- pláss eru, so tað er einki løgið í, at VB hevur verið millum ídnastu feløgini at fáa útlendingar til landið. Trívast væl Júst útlendingarnir eru aftur í ár ein týðandi partur av VB-liðnum, og einki er at ivast í, at Robert eins og nógvir aðrir vágbingar, er sera fegin um hetta. - Eg haldi eisini, at teir útlendsku leikarar, sum hav- a verið í VB, hava trivist sera væl har suðuri. - Tað sigur helst eitt sin- dur um vágbingar, men ein partur av frágreiðingini til hetta er helst, at teir eisini hava sínar uppgávur í fe- lagnum. Teir taka sær av venjingini hjá yngru deild- unum, og hetta viðførir eis- ini, at teir ungu hjá okkum verða eggjaðir til at leggja meira fyri, eins og leika- rarnir sjálvir verða betri við felagið, tá teir eru so nær knýttir. - Annars kann eisini leggjast afturat, at tað eisini eru fleiri sera evnaríkir ung- ir leikarar ávegis. Onkur teirra er longu um at koma inn á besta liðið, og at fleiri koma tað í framtíðini, er einki at ivast í heldur Robert. Spentur um dystin Í dag kann ein kanska siga, at starvstíðin hjá Robert í VB er farin, men hetta hev- ur tó á ongan hátt minkað um hug hansara at fylgja við fótbóltinum. - Hóast eg búgvi í Havn, so eri eg framvegis vág- bingur, og tað fari eg helst altíð at verða. Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi í fótbólti. Eg havi eisini spælt við B36, og vanliga haldi eg við teimum, tá teir spæla í Gundadali, men tá VB er hitt liðið, er eingin ivi. Robert telist tó ikki mill- um teirra, sum rokna við, at VB fer at fáa nakað sum helst forerandi í dag. - Eg rokni so avgjørt ikki við, at B36 ikki ætlar sær at vinna dystin. sigur hann sannførdur. Tað rokni eg ikki við, at nakað seriøst lið kundi funnið upp á, og held- ur ikki haldi, at vágbingar eru áhugaðir í at fáa FM heitið til gávus. - Eg eri eisini rættuliga ivasamur undan dystinum. Ikki tí, liðið er gott, men avrikini hava ikki alla tíðina veri nóg støðug. Eftir dystin í Runavík, har VB varð smurt av, legði eg allar FM- dreymar á hillina, men síð- ani hevur tað bara gingið framá. - Sjálvandi vóni og ynski eg, at VB fer at gerast før- oyameistari í ár, men eg tori ikki rættuliga at trúgva tí enn. Spurdur, hvørt hann ætlar sær at gera nakað serligt burtur úr leygardegnum, svarar Robert, at tað hevur hann als ikki hugsað nakað serligt um. - Satt at siga, so havi eg ikki lagt nakrar sum helst ætlanir, men tað er so púr- asta vist, at eg fari á plenuna. - Eg eri rættuliga ivasamur undan dystinum. Ikki tí, liðið er gott, men avrikini hava ikki alla tíðina veri nóg støðug, heldur Robert McBirnie, sum sjálvandi vónar, at VB vinnur dystin og harvið FM-heitið Mynd: Álvur Haraldsen Brúktir bilar til sølu Hoyv’ksvegur 63 - FO-100 T—rshavn - Tel. 313666 - Fax 310866 Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ! Galloper 2,5 TD, 7 sitipláss Km. 38.000 • Árg. 04/1999 kr. 215.000,- Mitsubishi L 300 vørubilur Km. 90.500 • Árg. 08/1998 kr. 119.000,- v/ MVG Lítil bilur Árg. 10/1991 EINANS kr. JEEP TILBOÐ SUPER 4x4 TILBOÐ VIKUTILBOÐ Daihatsu Charade Árg. des. 1991 koyrt 170.000 km. • Einans kr. 19.000,- AVHEINTINGAR- TILBOÐ 30.000,- Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 75 ár við seg. Og smátt um smátt fór hendan nýggja tíðin við sterkari krøvum um rættindi hjá tí minni menta at harna, tá Havnar Arbeiðsmanna- felag varð stovnað í 1916. Við stovnanini av Javn- aðarfelagnum 25 september 1925 var nú tann fyrsta stað- festingin av nýggjum ráki í politiska virkseminum í Føroyum komin. Framman- undan høvdu vit Sambands- flokkin og Sjálvstýrisflokk- in, og teir sóu rímiliga reytt, tá Javnaðarflokkurin í 1927 bjóðaði seg fram til løg- tingsvalið árið eftir. Síðani eru umbroytingar- nar í samfelagnum vorðnar fleiri, og vit hava í dag framkomið samfelag við øllum møguleikum at byggja víðari eitt samfelag, sum kann gerast gott og sterkt, bara vit megna at leggja til rættis soleiðis, at tað verður solidariskur sam- leiki, sum er ráðandi og ikki samfelagið, har kapitalurin einsamallur hevur maktina og mergsýgur einstaku menniskjuna. Søgan um felag okkara er drúgv og hevur nógv at vísa á, hvussu kvinnur og menn hava lagt til brots og vunnið fjøldini betri sødir og livilig kor. Stovnarar felagsins vóru: Morentius Viðstein, hann var fyrsti formaður felagsins Anton Andréasen, skrivari Frits Hansen, kassa- meistari Georg Rubbeksen, nevndarlimur Johannes Hansen, nevndarlimur Poul Johs. Hansen Johannes Krogh Johannes Guttesen Joen Chr. Andreassen Tað kann vera lagt afturat, at teir, sum tá løgdu navn til í felagshøpi, vóru ofta undir somu korum, sum teir fyrstu allastaðni, tá javnað- arrørslan tekur seg upp. Mótstøðan var ofta hørð og ónærislig, at menn fyri ikki at missa breyð valdu at taka seg burtur úr felagnum - og tað gekst meira enn so, at illa gekst og striltið at fáa stillarar til lista. Hetta er søga í dag, vilja vit siga, men ein farri av hesum lyndi mundi vera tað, sum stakk hógvarnar fram í løgtinginum, tá ment- amálaráðharrin, Tórbjørn Jacobsen, skírdi javnaðar- fólk at vera letingar, og tá formaður tingsins ikki so frægt sum talaði at. Á 75 ára degnum stendur Suðurstreymoyar Javnaðar- felag mitt í eini støðu, sum á ymiskan hátt minnir um tíðirnar bæði í byrjanini og tíðini aftan á heimskríggið, tá Javnaðarflokkurin var tað miðsøkjandi og skapandi, soleiðis at vit fingu eina samfelagsskipan, sum hev- ur vart okkum sum tjóð, sum fólk og sum framburðs- ríkt samfelag. 25. september 2000 Jákup Lindenskov 25. september 1925 varð Suðursteymoyar Javnaðar- felag stovnað. Politiska stríðið tá sum nú hevur altíð verið og er neyðugt at við- gera. Og hjá tí politiska fel- ag, sum tá tók seg upp í Føroyum, var aðalmálið at vinna ljóð fyri sosialistisku demokratisku hugsjónini, sum eftirhondini hevði vunnið fastatøkur í øllum evropeisku londunum við tí til fylgju, at demokratisku rættindini hjá fjøldini nú vórðu vird og stættarmun- urin so líðandi fór at hoyra fortíðini til. Í Føroyum høvdu røddir verið frammi so spakuliga um aldarskifitið fyri 100 ár- um síðani, og ungu framfýsnu kreftirnar í Havnini gjørdu serliga vart Morentius Viðstein var fyrsti formaður felagsins. Hann varð eisini valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 1928 Tíðindaskriv: Ítróttarhøllin í Runavík verður í vikuskift- inum karmur um stórfingnu sølustevnuna Marko ´2000, sum Nes Sóknar Ítróttarfel- ag skipar fyri. Ítróttarhøllin í Runavík verður á tremur við fram- sýnarum og vørum, tá sølu- sevnan Marko ´2000 letur upp fríggjadagin kl. 17.00. NSÍ hevur áður roynt seg sum fyrireikari og fyriskip- ari av slíkum sølustevnum, við misjøvnum úrslitum. Men hesaferð er líkt til, at tað fer at ganga heilt væl. Fyrireikararnir vita sjálv- sagt ikki hvussu mong vitj- andi fara at koma til stevn- una, men teir vita, at ítrótt- arhøllin í Runavík er á trem- ur við framsýnarum og vør- um. Áhuga at verða við á stevnuni hevur verið rættu- liga stórur. Og tað sæst eis- ini aftur í høllini. Alt plássið í høllini er útnyttað til fuln- ar, til tess at fáa pláss fyri øllum. Tá hava fyrireikarar- nir enntá avgjørt, at allir per- són- og lastbilar, sum skulu sýnast fram, skulu standa uttanfyri høllina. Út frá stóru undirtøkuni ímillum handlarnar og fyri- tøkurnar í landinum, eru fyr- itreytirnar fyri eini góðari og fjølbroyttari sølustevnuni til staðar. Tí vænta - og vóna - fyrireikararnir, at áhugin at vitjað stevnuna verður rætt- uliga stórur. Tað verða allar hugsandi vørur og tænastur at finna á sølustevnuni Marko ´2000 í Runavík - bæði stórt sum smátt. 30 framsýnarar eru við á stevnuni, og teir fáast við so fjølbroyttar vørur sum innbúgv, gávulutir, fløgur, bilar, fiskiamboð, bátaframleiðslu, piercing og mangt mangt annað. So til øll tykkum, sum dáma at ganga í handlum - antin fyri at keypa, ella bert fyri at hyggja - so er sølustevnan Marko ´2000 júst rætta stað- ið at fara. Annars eru allar hugsandi vørur og fyritøkur við, og fólk hava trygd fyri, at tað verður nóg mikið at hyggja eftir allar dagarnar. Umframt sjálvar sýningar- nar á básunum er eisini nógv gott og fjølbroytt und- irhald á pallinum leygar- og sunnudagin. Stevnan letur upp fríggj- adagin kl. 17.00, og er hon opin til kl. 22.00. Leygardagin letur sølu- stevnan upp kl. 14.00, og kl. 15.00 setur Jákup Lamhau- ge, býráðsformaður, stevn- una. Hesar báðar seinnu dagarnar er undirhald á pallinum hvønn heilan tíma frá kl. 16.00. Leygardagin er mótasýning kl. 16.00. Kl. 17.00 undirheldur trubadur- urin á munnharpu og gittara, Sámal Ravnsfjall. Kl. 18.00 syngur og spælir Magni Christiansen country- og gospeltónleik á pallinum. Kl. 19.00 syngur Eivør Páls- dóttir sangir av komandi fløgu síni, sum helst kemur út seinni í ár. Kl. 20.00 er aftur stór mótasýning á pall- inum, har luttakandi handl- arnir og fyritøkurnar sýna fram nýggjasta mótan. Sein- asta tiltakið á pallinum leyg- arkvøldið verður kl. 21.50, tá drigið verður millum seldu atgongumerkini fríggja- og leygardagin. Vinningarnar hava luttak- andi handlarnir og fyritøk- urnar latið. Sølustevnan let- ur aftur kl. 22.00 Sunnudagin letur sølu- stevnan upp kl. 15.00. Kl. 16.00 er mótasýning er á pallinum. Kl. 17.00 er vísu- sangarin Niels Midjord Live á pallinum. Kl. 18.00 vitja vísumenn úr Klaksvík, við m.ø. Hans Hjalta Skaale, sum flestu av okkum kenna frá beinraknu tættunum í Útvarp Føroya. Kl. 19.00 syngja og spæla Rúna á Heygum og Ronnie Nielsen. Kl. 20.00 er stór gallamóta- sýningi. Magni Poulsen á Skipanesi er frásøgumaður til mótasýningarnar allar dagarnar. Umleið kl. 21.50 verður drigið millum seld atgongumerki sunnudagin, og seldu atgongumerkini fyri allar dagarnar. Høvuðs- vinningurin er ein ferð til Sveits við 12. Manni til landsdystin ímillum Sveits- Føroyar 7. oktobur. Sølu- stevnan Marko ´2000 letur aftur kl. 22.00, tá formað- urin hjá NSÍ endar stevnuna. Stórfingin sølustevna JOHN JOHANNESSEN Landsstýrismaðurin í fíggj- armálum hevur bert tikið hædd fyri avtalaða lønar- vøkstrinum í fíggjarlógar- uppskotinum fyri 2001. Hetta hevur hann gjørt, tí hann ikki heldur tað vera neyðugt at taka fyrilit fyri, at lønarsamráðingar verða aftur í vár. – Tóku vit í fíggjarlógar- uppskotinum fyilit fyri ein- um lønarvøkstri á til dømis 5 prosent, høvdu fakfeløgini fatað hetta soleiðis, at vit høvdu játtað teimum lønar- hækkan, og tað ber ikki til, sigur Karsten Hansen. Tískil kann staðfestast, at neyðugt verður við eini eyk- ajáttan, um tað eydnast hjá til dømis Starvsmannafel- agnum at samráða seg til at fáa lønina hækkaða. Ein annar møguleiki er, at landsstýrið bjóðar fakfel- øgunum skattalætta. Men hetta tóktist Karsten Han- sen, landsstýrismaður, ikki vera serliga heitur fyri á tíð- indafundinum í sambandi við, at fíggjarlógaruppskot- ið varð lagt fram fríggja- dagin. Leggja ikki upp fyri lønarhækkan Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 leggur ikki upp fyri, at lønarsamráðingar aftur verða í vár – Ein skattalætti kann føra til, at samfelagshjólini fara at mala ov skjótt, vísti Karsten Hansen á. Tískil bendir nakað á, at tað ikki fer at vera lætt hjá Fólkaflokkinum at fáa í- gjøgnum uppskotið um skattalætta, sum flokkurin legði fram fyri stuttum. SVEINUR TRÓNDARSON Fíggjarlógin fyri 2001 er nú komin á tingborð. Í gjár legði Karsten Han- sen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fíggjarlógina fyri løgtingið til viðgerar, og tað eru ikki hissini tøl, sum tingið og nevndir tess, sleppa at viðgera. Fíggjarlógaruppskotið javnvigar við góðum 481 mió. í avlopi, og er tað um- leið tíggju prosent hægri enn væntaða avlopið fyri árið í ár verður. Meira inn í skatti Sum høvuðsregla kann sig- ast, at alt hækkar á hesi fíggjarlógini. Samstundis, sum væntaða avlopið hækk- ar, hækka bæði útreiðslur og inntøkur. Tað sigur seg sjálvt, at tá væntaða avlopið verður størri, so hækka inntøkurnar meira enn útreiðslurnar gera, og tað er eisini tað, sum sæst aftur í viðmerk- ingunum. Á inntøkusíðuni hækka bæði skattir, avgjøld og rík- isveiting. Ríkisveitingin hækkar sambært avtaluni, sum gjørd var í 1998, og næsta ár eru 993 mió. ella knøpp milliard settar á fíggjarlógina. Skattainntøkurnar í ár eru væl hægri enn væntað varð frammanundan og tað er við støði í hesari meirinntøku, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum væntar, at tað koma góðar 105 milliónir meira í landskassan í skatti, enn mett er fyri 2000. Her skal so leggjast aft- urat, at framrokningar, sum Fíggjarmálastýrið hevur gjørt vísa, at skattainntøk- urnar í ár vera 1.190 mió. krónur og ikki 1.015, sum mett var tá fíggjarlógin var gjørd. Á henda hátt, verður hækkingin bert trý prosent. Viðvíkjandi mvg-inntøk- unum er støðan tann sama. Higartil í ár, er nógv meira goldið landskassanum í mvg enn mett var framm- anundan, og tað er við støði í hesum, at landsstýrismað- urin og embætisfólk hans- ara vænta, at mvg-inntøku- rnar gerast 825 mió. krónur komandi ár. Størri útreiðslur Samstundis, sum inntøkur- nar hækka við 200 millión- um krónum, so hækka eisini útreiðslurnar. Tær hækkað við góðum 168 milliónum krónum, og tær útreiðslu- hækkingarnar stava serliga frá hækking á fýra konti. Heilsumál fáa góðar 50 milliónir meir. Almannamál fáa knappar 65 milliónir meir. Samferðsla og sam- skifti fáa góðar 30 milliónir meir, og tað vera uml. 50 milliónir meira til útbúgv- ing og gransking enn játtað Fíggjarlógin 2000: Hálv milliard í avlopi Fyrrapartin í gjár legði Karsten Hansen fíggjarlógina fyri 2001 fyri tingið og ætlanin er, at knøpp hálv milliard skal leypa av, tá árið er av. Hetta er á leið tað sama, sum verður mett at leypa av, tá árið í ár er liðugt er í ár. Hinvegin eru næstan 60 milliónir minni til fiski- vinnuna enn játtanin fyri í ár vísir. Størsti vøksturin á al- mannaøkinum viðvíkir pen- sjóns- og forsorgarøkinum, sum hava fingið væk meira í sín part. Hetta samsvarar eisini sera væl við tann ver- uleika, at tað hevur verið trupult at halda játtanina í ár. Tingið viðgerð júst nú eitt mál um eykajáttan júst til Almanna- og heilsumál- astýrið og tí sær tað út til at tað er tørvur á eini størri játtan. Avleiðingin av fíggjarlóg- aruppskotinum er, at lands- kassin fær eitt styrkt gjald- føri. Góðar 134 milliónir skulu gjaldast í avdráttum av landskassaskuld, men so eru enn 347 milliónir eftir.