Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 188 - 30. september 2000 Nr. 188 - 30. september 2000 Vónbrotið hjá HB spæla- runum var eyðsýnt, tá B36 í evstu løtu sunnudagin hev- ði javnað til 2–2. Áskoð- ararnir sótu sum slignir á nevið, og sambært formann- inum í HB, var talan um kollektivt vónbrot: – Vit kendu tað, sum um møguleikin at vinna meist- araskapin hvarv. Nú er ein lítil vika farin. Vit kunnu framvegis gerast meistarar, men so verður tað, tí VB søplar sín møguleika burtur, samstundis sum vit vinna í Sumba. Hetta seinna kann HB gera nakað við. Hitt fyrra er treytað av, hvussu B36 stendur seg. Tað kemur ikki so ofta fyri, men í dag fara tey í HB húsinum at taka á við B36. JÁKUP MØRK Nógvar røddir hava sein- astu vikuna verið frammi um, at ivaleyst fór B36 ikki at gera ov nógv burt- ur úr dystinum móti VB. Ein sigur móti VB kann væl viðføra, at gullkrón- urnar enda hjá grann- unum úr HB. Taka sær ikki av løttum At meta eftir tí, sum leik- ararnir siga, er tó einki um hetta prátið. B36 hev- ur framvegis møguleika at røkka bronsuplássinum og harvið Europa kom- andi ár. - Vit fara á vøllin fyri at vinna, tað er so eingin ivi um tað, heldur Jákup á Borg, sum hóast unga aldurin telist millum mest royndu leikararnar á B36 liðnum. — At fara út á vøllin fyri at tapa, haldi eg slettis ikki at man kann loyva sær, sigur hann Tað er Gunnar Mohr, for- maður í HB, sum sigur hetta. Hann fer ikki til Sum- biar, tí hann skal til Fugla- firðar at hjálpa til at tryggja næstbesta liðnum framhald- andi tilveru í 2. deild. – Tey seinnu árini hevur tað verið vanligt, at HB hús- ið hevur verið opið tað kvøldið, tá fótbóltskapping- in endar. Soleiðis verður tað eisini í leygarkvøldið. Sjálv- andi verður tað serliga hugaligt, um okkara menn koma úr Sumba við meist- araskapinum, men tað plag- ar at vera hugnaligt, eisini tá okkara lið er endað á fjórða plássinum. Vit vita, at tað í hvussu so er verður silvur í ár, og so kunnu vit ikki annað enn vóna, at tað Í HB fara tey at halda við B36 Sumbingar seta øll segl til í royndini fjórða árið á rað at vinna rættin til 1. deildarfótbólt verður meiri enn tað, sigur Gunnar Mohr. Hjá HB eru tveir av føstu monnunum leikbannaðir. Teir eru Jóhannis Joensen og Rúni Nolsøe. Allir tøkir Sumbingar stríðast fyri at fáa rættin til 1. deildarfót- bólt fjórða árið á rað. Skal tað eydnast, er tað neyðugt at fáa stig ímóti HB. Um FS Vágar einki fær frá KÍ, verður javnleikur nóg mikið hjá sumbingum, sum harvið gerast javnir í stigum við FSV, men teir enda hægri á støðutalvuni, tí Sumba hev- ur vunnið báðar innanhýsis dystirnar ímóti FSV. Allir sumbingarnir, sum hava spælt seinastu tíðina, eru tøkir. Dánial Johan Jo- ensen kemur heim úr Dan- mark til dystin. Tað er ikki greitt enn, men tað kann væl hugsast, at dysturin verður tann síðsti í Sumba hjá onk- rum av teimum fýra útlend- ingunum, sum í ár hava spælt har suðuri. – Vit hava tað álit á okk- ara monnum, at teir fara at gera sítt ítarsta. Teir vita, og teir hava víst fleiri ferðir, at teir eru betri, enn stórtapið í Runavík síðsta sunnudag kundi bent á. Uttan mun til, hvat endastøðan verður, so skal kappingarárið rundast av á rættan hátt, sigur for- maðurin hjá sumbingum, Jonhard Vestergaard. JH B36 ætlar at vinna víðari. - Tað hevði eisini verið stuttligt, um man eftir dystin kundi fingið nøkur klapp frá HB áskoðaru- num, sum kanska eisini fara at stuðla okkum und- ir sjálvum dystinum. Mikkjal er úti Hjá B36 eru so at siga allir mans tøkir. Mikkjal Thomassen hevur leik- bann, men sum skilst, hevði hann helst ikki ver- ið tøkur kortini. Miðvall- arin, sum eisini hevur ver- ið verjuleikari í ár, meiddi seg nevnliga undir ven- jing hóskvøldið. Og Jákup leggur eisini dent á, at tað verður sterk- asta lið teirra, sum fer á vøllin, so skulu vágbingar vinna FM, mugu teir sjálvir koma at taka tað. Í øllum førum er ikki líkt til, at teir kunnu taka na- kað fyri givið leygar- dagin. Ikki er líkt til, at VB’arnir hava eina lætta uppgávu fyri framman, nú avgerðin um FM skal fella vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 17 11 - 4 - 2 38 21 17 37 2 HB 17 10 - 5 - 2 37 20 17 35 3 B68 17 10 - 1 - 6 40 31 9 31 4 B36 17 9 - 1 - 7 48 25 23 28 5 NSÍ 17 8 - 3 - 6 41 28 13 27 6 KÍ 17 8 - 3 - 6 37 24 13 27 7 GÍ 17 7 - 2 - 8 34 35 -1 23 8 B71 17 4 - 2 -11 24 31 -7 14 9 FS Vágar17 3 - 2 -12 18 49 -31 11 10 Sumba 17 3 - 1 -13 15 68 -53 10 Ein partur av avgerini um FM fellur í Sumba, har HB vitjar niðurflytingarhótta heimaliðið Støðan, 1. deild menn Dystir um vikuskiftið 1. deild 30.09 FS Vágar-KÍ Petur Hansen 30.09 B68-GÍ Lassin Isaksen 30.09 B36-VB Suni Johansen 30.09 Sumba-HB Niklas á Líðarenda 30.09 B71-NSÍ Regin Egholm 2. deild 30.09 TB-Royn Sjúrður Norðbúð 30.09 GÍ-KÍ Tommy O. Joensen 30.09 B36-LÍF Lars Müller 30.09 ÍF-HB Jákup M. Kjeld 30.09 NSÍ-EB/Streymur Eiler Rasmussen Jákup á Borg ivast ikki í, at B36 leikararnir fara at gera sítt til at herða um gullstríðið Tað verður oyggjauppgerð á Svangaskarði seinnapart- in. Toftamenn taka ímóti gøtumonnum, sum ongan møguleika hava at blanda seg í stríðið um heiðurs- merkini, og sum ikki eru í vanda fyri at koma í holtur við niðurflytingina. Um hagtølini skulu takast sum ábending, so er GÍ fa- vorittur. Gøtumenn hava nógvu tey seinnu árini havt sera gott tak á B68. Síðani besta deildin í 1988 varð víðkað til tíggju lið og til og við 1999 kappingarár- inum, hava GÍ og B68 spælt 24 landskappingardystir. GÍ hevur vunnið trettan ferðir, B68 hevur vunnið fimm ferðir, og sjey ferðir hevur tað verið janvleikur. GÍ hev- ur skorað 50 mál, og B68 hevur skorað 26 mál. Serliga merkisvert er tað, hvussu striltið tað hevur skorist hjá B68 á heima- vøllinum á Svangaskarði. Har hevur B68 ikki fingið øll stigini ímóti GÍ síðani í 1989, tá úrslitið var 1–0. Toftamenn kunnu hefta STEFAN Í SKORINI Bæði liðini eru hampu- liga væl fyri undan sein- asta dystinum. Einki stórt mannfall er í teimum báð- um legunum. Danin Micheal Jørgen- sen verður eftir øllum at døma ikki tøkur hjá ven- jaranum Per Langvad. Michael Jørgensen hevur mest verið í álopinum hjá sandoyingum. Í Klaksvík seinasta vikuskiftið hitaði hann upp, men gav síðani boð um, at hann ikki var klárur at spæla vegna skaða. Ikki er væntandi, at Micheal er sloppin av við skaðan leygardagin. Venjarin skal heldur ikki rokna við, at miðvallarin Iulian Florescu verður klárur. Hann var heldur ikki við í Klaksvík. Ann- ars er eingin annar skadd- ur, og eingi leikbann eru í hópinum. Eli Hentze hjá B71 heldur, at liðið ikki hevur spælt nóg væl, um hugt verður eftir spælarunum. Teir burdu eftir hansara tykki havt fleiri stig at vís- a á við kappingarlok. B71 hevur ikki havt smálut- irnar við sær. Sjey ferðir hevur liðið tapt við einum máli. Tey bestu úrslitini hjá teimum í ár hava verið sigrar ímóti VB og B36 á útivølli. JÁKUP MØRK Seinast VB var á odda í landskappingini, undan dystinum móti NSÍ í Runa- vík, tóktist tað sum hetta nervaði liðið. Ta ferðina var líkt til, at leikararnir vóru tyngdir av nervum, men sambært ven- jaranum, Krsystof Popzyn- Hava longu rokkið málinum Hóast vón um gull og heiður, so heldur VB venjarin ikki, at nakað trýst liggur á hansara leikarum ski, eru nervarnir ikki so nógvir í dag. - Undan dystunum móti GÍ og B68 stóð nógv á hjá mær, men nú haldi eg bari, at vit allir gleða okkum til dystin. Meira enn vænta Orsøkina til hetta sigur ven- jarin vera, at undan kapp- ingarárinum var tað eingin, sum roknaði við, at VB skuldi gera tær stóru skreyt- irnar. - Tá høvdu ivaleyst øll verið glað, um vit høvdu vunnið silvurmerkini. Í dag hava vit tryggjað okkum sil- vurmerkini, men nú vilja øll hava meiræ. Hetta er eisini náttúrligt, men eftir mínari fatan, kunnu vit fara púra frígjørdir inn á vøllin, tí vit hava eftir mínari fatan einki at tapa. Vit hava longu nátt meira, enn nakar hevði droymt um. - Hetta merkir tó ikki, at vit ikki fara eftir gullinum. Vit fara altíð á vøllin eftir trimum stigum, og soleiðis verður eisini í morgin. Møguleikin fyri gullinum er eisini betri, enn hann nak- rantíð hevur verið, og sjálv- sagt eru øll sera spent, um vit megna at taka av hesum møguleikanum. Fótbóltur er tó einaferð soleiðis, at um hitt liðið er betri, so gerst ikki við. Allir tøkir Til stóru uppgávuna, sum kanska er týdningarmesti dystur í søgu felagsins, hev- ur venjarin allar sínar mans tøkar. - Vit hava ongar skaðar og eingi leikbann, so hóp- urin er 100% til reiðar. Upp- gávan hjá mær verður so at seta sterkasta liðið saman, og so mugu vit síggja, hvussu langt hetta ber, sigur fryntligi venjarin at enda. Sostatt tykist venjarin hjá VB at vera nógv róligari undan dystinum, enn flestu viðhaldsfólk felagsins eru. Um hetta er ein roynd at minka um trýstið á spæl- ararnar ella ikki, skal ikki verða gitt um, men stndure tað til mótstøðuleikararnar, eigur VB at taka dystin í størsta álvara. VB venjarin sigur, at líka mikið hvussu dysturin í dag endar, so eiga vágbingar at vera nøgdir um avrikið hjá teirra liði í ár NSÍ hevur fingið næst- flest stig í seinnu hálvu. Seks stig eru farin fyri skeytið, tá runavíkingar tvær ferðir eru farnir av vøllinum sum taparar. Bara VB, sum hevur mist fimm stig, hevur betri úr- tøku í seinnu hálvu. Runavíkingar iðra seg um tey tólv stigini, liðið misti í fyrru hálvu. Allir spælarar eru skaðafríir, men Ian Højgaard er leikbannaður, tí hann fekk sítt triðja gula kort í stórsigrinum móti Sum- ba. Annars eru eini fimm spælarar hjá NSÍ, sum í fleiri vikur hava ligið á markinum, og teimum vantar bara eitt gult kort fyri at verða leikbannað- ir. Teir flestu hava tó hó- rað undan. Seinast liðini møttust endaði tað við javnleiki 1-1 á eystanstevnu. Støð- an er tann, at NSÍ ikki kann røkka einum heið- ursmerki, meðan B71 í veruleikanum ikki kann flyta niður. Trý stig eru niður til FS Vágar, men vágamenn skulu vinna við eini 24 málum ímóti KÍ, um teir skulu leggja sandoyingar afturum seg. Bæði liðini kunnu tí fara á vøllin uttan at hugsa um, hvussu leikur ferst aðrastaðni. seg við, at teir undan summ- arsteðginum vunnu 2–1 í Gøtu. – Vit høvdu vónað at sleppa upp í part í Europa Cup. Tað miseydnaðist. Síð- sti møguleikin fyri altjóða fótbólti er Intertoto Cup. Hetta kastar ikki pengar av sær til felagið, men tað er altíð hugaligt hjá spælaru- num at hava møguleikan at sleppa út um landoddarnar at royna seg, heldur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag. Hjá B68 er Jan Petersen framvegis skaddur. Fróði Benjaminsen var leikbann- aður í Vági. Nú er hann tøk- ur aftur. Síðsti dysturin Gøtumenn siga seg vera uppsettar. Sigurin í steypa- kappingini bjargaði teimum pláss í UEFA Cup komandi kappingarár. Tað er greitt, at í landskappingini er og verður GÍ nummar sjey, men teir siga seg ætla at leggja nógv fyri á Toftum. Magni Jarnskor var leik- bannaður, tá vágamenn sunnudagin vórðu avsmur- dir í Sarpigerði, hann er tøk- ur aftur. Teir eru tøkir aftur, og tað eru allir hinir spæla- rarnir eisini. Tað tykist vera greitt, at Súni Olsen í dag fer at umboða barndómsfe- GÍ hevur hagtølini í sínum parti B68, sum ætlar sær Intertoto plássið, hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti GÍ síðani í 1989 lagið fyri síðstu ferð í hes- um umfarinum. Harafturat er tað ikki ómøguligt, at Henning Jarnskor komandi ár fer at royna seg í Odense. Men hetta er ikki heilt greitt enn. JH Møguliga er talan um seinasta dystin hjá Henningi í GÍ- troyggjuni Bæði vilja hava heiðurligan enda Felags fyri B71 og NSÍ er, at hvørki hevur nakað at spæla fyri. Tó ætla tey ikki at taka sær av løtt- um, men fara at kempa fyri einum heiðurligum enda eftir eitt kapp- ingarár, sum ikki hevur gingið eftir vild Í seinnu kappingarhálvu er tað bara VB, sum hevur havt betri úrtøku enn runavíkingar