Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 21 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 188 - 30. september 2000 Nr. 188 - 30. september 2000 Herfølge var uppií, tá UEFA í gjár skipaði fyri lutakasti um, hvussu lið- ini skulu hittast í øðrum umfari í UEFA Cup. At- gongumerkið til annað umfarið tryggjaði Herføl- ge sær, tá teir á heimavølli hóskvøldið megnaðu 1–1 ímóti AIK Solna úr Stok- holm. Fyri fjúrtan døgum síðani vann Herfølge 1–0 á Råsunda. Men hóast fyrimunin av sigri á útivølli í fyrra dystinum, og hóast mót- støðumenninir eftir 35 minuttir fingu ein mann útvístan, so var tað ikki meiri, enn at tað eydn- aðist hjá Herfølge saman- talt at vinna á AIK. Svenska liðið kom á odda seks minuttir eftir steðgin. Teir fingu brots- spark, tí ein av teirra monnum varð feldur, tá hann royndi at bróta ígjøgnum í høgru. Jákup Mikkelsen í Herfølge málinum tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan. Bólturin kom sama vegin, men tíverri fyri Herfølge og Jákup Mikklsen, so fór bólturin akkurát undir málverjanum og í netið. Síðstu løtuna var tað ó- neyðuga spennandi. Her- følge hevði bóltin meiri. Teir megnaðu ikki at sam- anspæla serliga sannfør- andi. Um AIK hevði skorað eina ferð afturat, so hevði verið neyðugt hjá Herfølge at skora tvær ferðir. Tí kendist tað strevið, hvørja ferð sven- ska liðið nærkaðist mál- inum hjá Jákupi Mikkel- sen. Venjarin høvuðsleikari Eftir vanliga leiktíð var Í fyrradagin hildu vit fyri, at tann tíðin var farin, tá før- oysk unglingalandslið vórðu smurd av í altjóða kappingum. Úrslitið í upp- gerðini í Hollandi hós- kvøldið kundi bent á, at vit tóku munnin ov fullan. Føroyingar spældu ímóti Hollandi, og tað er synd at siga, at vertirnir vóru serliga blíðir. Holland vann 7–0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 2–0. – Tað er ikki so nógv at siga til tapið. Okkurt av málunum, sum teir fingu, var eitt sindur bíligt, men teir høvdu fleiri aðrar upp- lagdar møguleikar, sum teir áttu at havt skorað uppá. Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, sum er ferðaleiðari í Hollandi. Heimaliðið setti hol á í 7. minutti, teir øktu í 21. minutti, og fyrstu løtuna eftir stegðin gekk skjótt. Teir skoraðu í 43. og 44. minutti, og so var føroy- ingunum púra greitt, at dysturin var so rudduliga taptur. Holland skoraði eis- ini í 55., 70. og 80. minutti. Tað var høgt flog yvir hollendska liðnum. Teir vóru allir fínir bóltspælarar, teir vóru skjótir, teir vístu góða spælfatan, teir nýttu breiddina á vøllinum, teir skiftu ímillum langar bóltar, eitt tvey samanspæl og yvir- lapp, teir høvdu hegni og sjálvsálit at bjóða av mann móti manni, og teir vístu allar aðrar dygdir, sum kunnu roknast við av góð- um spælarum og einum góðum liði. Føroyska liðið hevði stór- ar trupulleikar av verjupart- inum. Føroyingarnir høvdu bóltin ikki so lítið. Teir royndu at spæla í staðin fyri at sparka, men tað var tor- ført at spæla seg til møgu- leikar. Einasti møguleikin var beint frammanundan, at Holland økti til 2–0. Einki spurdist burturúr, og í næsta skjóta álopinum fekk Hol- land mál. Vekja áhuga Hóast føroyska liðið hesa ferð stóð seg illa, so fylgja fótbóltsumboðsmenninir, sum hyggja at dystunum í Hollandi, væl við føroysku spælarunum. Liðformað- urin Jann Ingi Petersen skal til PSV Eindhoven í Holl- andi um fjúrtan dagar, og eisini er greitt, at Ingi Høj- sted eisini skal royndarven- ja í PSV. Ferðalagið kemur aftur til Føroya sunnudagin. Tá verður Ingi Højsted ikki við, tí hann skal venja í PSV. – Ein umboðsmaður fyri eingilska stórfelagið Arse- nal er her. Hann var eisini í Føroyum fyrr í summar, tá vit høvdu NM kapping. Hann hevur nógvar royndir at finna fram til nýggjar spælarar, og vit hava fleiri ferðir tosað við hann um føroysku spælararnar, sigur Jógvan Martin Olsen. Jákup í Stórustovu er í Hollandi í hesum døgum. Tað er umvegis hann, at Ingi Højsted fer til PSV. Vit skil- ja á lagnum, at møguleiki er fyri, at onkrir aðrir spæl- arar seinni fara av landinum at royndarvenja. Rani ikki við Í fyrsta dystinum, sum var ímóti Hvítarusslandi, spæl- di miðverjin Rani D. Christ- iansen úr HB bara í sjey minuttir. Ein stoytur, sum hann fekk í knæið, var so dyggur, at Rani var noyddur at gevast. Nú er greitt, at løsturin er so meinur, at tað ikki ber til hjá Rana at spæla aftur á túrinum í Hollandi. Ímóti Hollandi sá liðið soleiðis út: Sámal Jóhan Sa- muelsen, EB/Streymur – Rókur F. Jespersen, HB, Áki Petersen, ÍF, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Eli Thorsteinsson, HB – Hanus Eliasen, ÍF (Magnus Skora- samantalda úrslitið 1–1. Tí var neyðugt við longd- ari leiktíð. Og tá var tað, at venjarin hjá Herfølge, John Faxe Jensen, gjør- dist høvuðsleikari. Faxe hevði sett seg sjálvan á miðvøllin fyri at fáa meiri altjóða royndir og tyngd í. Venjarin gekk undan í at stríðast, og tá seks minuttir vóru farnir av longdu leiktíðini, skor- aði hann málið, sum bar víðari luttøku í UEFA Cup við sær. Faxe rakti bóltin klokkureint. Tað sóu 2688 áskoðarar. Brøndby og AB spældu eisini hóskvøldið. Brønd- by megnaði 0–0 á útivølli í Slovenia ímóti Osijek. Fyri tveimum vikum síð- ani vann slovenska liðið 2–1 í Brøndby. Hjá AB helt málturk- urin fram. Í 1. hálvleiki ímóti Slavia Prag á Glad- saxe stadion hevði AB fleiri stórar málmøguleik- ar, men teir komu ikki nærri enn at raka tvørtræ og stólpa. Í fyrsta min- uttinum eftir steðgin og í evstu løtu skoraðu mót- støðumenninir. Harvið vunnu teir samantalt 5– 0. Umframt Herfølge fer Viborg at umboða dan- skan fótbólt í 2. umfari í UEFA Cup. Týskvøldið vunnu teir á heimavøll- inum í Viborg 1–0 á CSKA Moskva. Fyrri dysturin endaði mál- leysur, og tískil var tepri heimasigurin nóg mikið hjá Viborg. Beint áðrenn evstamark frættist, at Herfølge kom- andi umfarið skal spæla móti grikska AEK Athen. JH Avsmurdir í Hollandi U–16 dreingirnir løgdu hóskvøldið rygg til 7–0 tap ímóti sera væl leikandi vertstjóðini úr Hollandi líð, LÍF, 47.), Jann Ingi Pe- tersen, liðformaður, B68, Ingi Højsted, B36, Rasmus Nolsøe, TB (Andy Olsen, NSÍ, 65.) – Mortan Johann- esen, B36 (Hans Pauli Sam- uelsen, EB/Streymur, 72.), Bjarni Jørgensen, HB Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Ann- finn í Bartalsstovu, GÍ, Bjarki Danielsen, NSÍ, Aks- el Petersen, B68 og Rani D. Christiansen, HB (skaddur). Føroyska liðið fer í morg- in at dystast ímóti Íslandi. Íslendingar taptu hósdagin 3–2 ímóti Hvítarusslandi. Íslendska liðið verður sagt at spæla á sama hátt, sum íslendsk feløg og landsliðið gera. Tað vil siga, at teir hava nógv fólk aftarlaga á vøllinum og dúva oftast upp á langar bóltar. Mótstøðan í morgin verður mett at vera ivaleysa stór hjá føroysku unglingunum. JH Jákup og teir hóraðu undan Men avrikið hjá Herfølge í UEFA Cup ímóti svenska AIK var ikki serliga sannførandi Herfølge er nú komið fram til annað umfar í UEFA- Cup kappingini Millum leikararnar á føroyska U-16 liðnum, sum útlendingar hava bitið merki í, er Jann Ingi Jacobsen. Saman við Inga Højsted skal hann nú venja við PSV Eindhoven Hondbólturin í gongd Fyrsta umfar í hondbóltslandskappingini fer av barkastokki um vikuskiftið JÁKUP MØRK Av kappingarskipanini, sum nýliga er komin út, fram- gongur, at kappingin er løgd eitt sindur øðrvísi til rættis í ár, enn hon hevur veirð undanfarin kappingarár. Goyma tað besta Kappingin er nevnliga løgd soleiðis, at tey lið, sum stóð- u seg best í fjør, spæla sínar innanhýsis dystir móti end- anum av árinum. Allar helst í eini vón, at spennignurin í kappingini skal halda sær sum longst, og at sterku lið- ini eru so væl fyri, sum til ber, tá avgerandi dystirnir verða leiktir. Ikki tí, kapp- ingarárið í fjør varð eisini sera spennandi, og varð tá einki avgjørt fyrr enn í sein- asta dystinum. Hetta hevur tó við sær, at vit á pappírinum hava nak- rar »bleytar« dystir fyrstu umførini. Bleytir er kanska í so nógv sagt, tí einki er at ivast í, at tey á pappírinum veikaru liðini so avgjørt kunnu gera onkran vørr, og tað kanska serliga í byrjan- ini av kappingarárinum. Skráin hjá kvinnunum sær ananrs soleiðis út, at Sóljan og Stjørnan spæla í Klaksvík, Kyndil og Tjaldur í Havn meðan VB og VÍF av røttum skulu dystast í Vági. Hesin dysturin er tó útsettur, tí í Vági verður ikki roknað við, at nakað fólk verður eftir í bygdini, ella skuldi man kanska sagt at eingin er uppkomin um trý- tíðina, um so er, at FM-veit- sla verður á Eiðinum í kvøld. Hjá monnunum Dystast Kyndil og Tjaldur í Havn, StÍF og H71 á Skála, meðan lokaluppgerð verður í Vest- manna, har KÍF eigur heimavøll móti VÍF. Sostatt er hjá báðum kyn- um líkt til, at talan er um greiðar favorittar í øllum dystum, men kortini verður spennani at síggja, hvussu liðini eru fyri. Fleiri av liðunum hava styrkt um leikarahópin í mun til í fjør, og millum annað verður spennandi at síggja, hvussu útlendingar- nir hjá KÍF fara at roynast móti vestmenningum, sum mon meta sum fremsta FM- kandidatin hetta kapping- arárið. JÁKUP MØRK Ein av trúføstu HB-stuðlu- num ígjøgnum mong ár, er Birgir Enghamar. Havnar- fólk flest munnu kenna hann frá taxa-koyringini, har hann hevur tikið mang- an túrin, men eisini millum teirra, sum ferðast í Gunda- dali, er andlitið væl kent. Trúgvi upp á tað Birgir er HB’ari um ein háls, og umframt at hava verið aktivur á vøllinum, og síðani íðin áskoðari, er hann nú eisini virkin í felagnum, har hann í dag er næstfor- maður. Tá tosið fellur inn á FM møguleikan hjá eldra hø- vuðsstaðarfelagnum, sigur Birgir avgjørdur, at hann framvegis trýr upp á møgu- leikan. - Sjálvandi var eg ótrúliga skuffaður, tá B36 javnaði sunnudagin, men eg trúgvi so avgjørt upp á møguleik- an, at teir eisini fáa gjørt okkurt við VB, heldur Birg- ir fyri. - Alt hatta tosið um, at B36 kanska ikki leggur so nógv í dystin og soleiðis, kann eg ikki trúgva hevur nakað upp á seg. Ítróttur, og kanska serliga grannaupp- gerðir, eru soleiðis, at hvør- ki annað ella annað skal geva nakað sum helst frá sær, og soleiðis er tað sjálv- andi eisini millum B36 og HB. Hetta er tó eisini gald- andi, tá B36 spælir móti VB, tí teir fara so undir ong- um umstøðum inn á vøllin fyri at tapa. Harafturat haldi eg, at sum B36 hevur spælt í seinastuni, so liggur trýstið so avgjørt á vágbingum, tí teir standa framman fyri einari sera truplari uppgávu. Hugsað fyrst um Sumba Birgir Enghamar leggur dent á, fremsta fortreytin hjá HB er at vinna dystin suðuri á Krossinum - Tá alt hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, at alt hetta kann vera líkamik- ið, um okkara menn ikki leggja alt í dystin á Kross- inum. Ein sigur har er fyrsta fortreytin, áðrenn vit fara at hugsa um, hvussu úrslitið í Gundadali verður. Um hann verður við á suðuroyarferðini sjálvur, hevur Birgir enn ikki tikið støðu til. Hann greiðir frá, at vanligi avloysara hansara er upptikin hetta vikuskift- ið, men um tað eydnast at fáa onkran at koyra, so er hann til dystin fús leygar- morgunin. - Tað er tó púra vist, at likamikið, hvussu leygar- dagurin spælir av, so verið eg á keiini leygarkvøldið, tá spælararnir koma aftur til Havnar, tí hava teir so av- gjørt uppiborið. Nøgdur hóast alt Um árið sum heild heldur Birgir, at líkamikið, hvussu úrslitini fara at laga seg leygardagin, so er hann nøg- dur um avrikið hjá HB hetta kappingarárið. - Tað eri eg heilt avgjørt. Sjálvandi vil man altíð vera við í toppinum, tá kappast verður, men undan hesum árinum høvdu vit eingi krøv sett fram í so máta. - Ungu leikararnir, sum vit hava nýtt í ár, hava tó allir sum ein verið ómeta- liga raskir, so eg haldi ikki, at nakar kann loyva sær at vera vónsvikin, um tað ikki verður til gull í ár. Silvur- merkini eru longu tryggjaði, og tað hevði eingin roknað við fyri fimm mánaðum síð- ani, sigur Birgir at enda. Vit eiga so avgjørt at vera nøgdir um úrslitini hjá HB í ár. Óansæð um talan verður um gull ella silvur, heldur Birgir Enghamar Mynd: Álvur Haraldnsen Kappingin í flogbólti byrjar av aftur vikuskiftið 14. oktober, men longu vikuskiftið 7/8 oktober verður stór flogbólskapping í Havn, tann sonevnda FK- kappingin. Broyttar reglur Í samband við kappingarárið hevur nevndin í Flogbóltssamabndinum samtykt, at leikhátturin í ár verður broyttur soleiðis, at leikt verður best av 5 settum, soleiðis at skilja, at tann sum fyrst hevur vunnið 3 sett hevur vunnið dystin. 4 tey fyrstu settini eru upp í 25, meðan 5 og seinasta settið er upp í 15. Eins og áður skulu 2 stig vera á muni í settinum áðrenn vinnarin er funnin. Tvs. at settið kann enda 30-28 og ikki 26-25 o.s.v. Farið verður sostatt burtur frá leikháttinum við tveimum hálvleikum, sum leikt varð eftir seinasta ár, m.a. tí hini Norðanlondini eisini hava broytt leikhátt. Hetta tí FIVB á fundi í Sevillia í august í ár, sum vit eisini luttóku á, greitt segði, at ongar broytingar av týdningi verða gjørdar næstu 3 árini. Til ber at síggja leikskipanina á heimasíðuni, eins og har stendur at lesa um flogbóltsdystirnar úr OL. Leikhátturin komandi kappingarár JÁKUP MØRK Hóast FS Vágar kann koma at standa seg í deildini, um talan skuldi verið um tap í dag, so er hetta als ikki nakað, sum tey har vesturi ganga og hugsa um. - Hjá okkum er tað av avgerandi týdningi at vinna. At HB møguliga vinnur á Sumba har suð- uri kunnu vit als ikki taka okkum av. Orðini eigur Albert Ari Thomassen, liðformaður hjá FS Vágum. Vágamenn komu sær fyri tveimum vikum síð- ani upp um niðurflyting- arstrikuna, og har ætla teir sær at verða verandi. Av fólki eru so at siga allir teir, sum hava verið við seinnu kappingar- hálvu, tøkir. Undantakið er tó framvegis evnaríki Tór-Ingar Akselsen, sum enn ikki er komin seg eftir liðbandsskaða í fótinu. Sostatt eru fortreytirnar undan dystinum so góðar sum tilber, og stendur tað liðformannin fara allir leikararnir at gera alt, teir eru mentir, til tess at tryggjað felagnum eina framhaldandi tilveru í fremstu deildini. Kanska seinastu ferð Stóri spurningurin undan dystinum tykist vera, hvussu uppsettir klaks- víkingarnir eru til dystin. Heiðursmerkjum kunnu teir neyvan náa hetta árið. Einki er to at ivast í, at klaksvíkingar vilja enda árið á sømiligan hátt. Kanska er hetta einamest galdandi hjá liðskipara- num, Jan Joensen, sum møguliga spælir sín sein- asta fyrstudeildardyst í dag. Ein lítil forðing tók seg upp, tá hann fekk ein snudd i andlitið undir venjingini hóskvøldið, men roknað verður tó við, at hann er tøkur í morgin. Einasti maður, sum ikki er tøkur hjá Tomislav Si- vic til dystin, er Rógvi Jacobsen, Hann er í hes- um døgum í Noreg, har hann venur við hálvaveg- na føroyska liðnum í Sogndal. Í hansara stað verður væntandi Hjalgrím Elttør. Stóri spurningurin hjá klaksvíkingum er tó, sum nevnt, um viljin til ein sigur er til staðar. Einki er at ivast í, at vágamenn fara at kýta seg alt tað, teir eru mentir, og gera klaksvíkingar ikki tað sama, lúrir vandin fyri einum tapi. Noyddir at vinna Vágamenn meta seg ikki kunna dúva uppá, at HB tekur sær av at senda sumbingar niður í aðru deild Kanska er talan um seinasta dystin í fremstu røð hjá Jan Joensen, tá KÍ í morgin fer á vøllin í Sørvági