Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 188 - 30. september 2000 Nr. 188 - 30. september 2000 Toll- og Skattstova Føroya, Eysturoyar Øki Starv á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, er starv leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávur: Eftirlitsarbeiði og máls- viðgerð innan meirvirðisgjald, toll, skatt, innkrevjing o.a., herundir at geva ummælir í møguligum kærumálum. Førleikakrøv: Tann, sum verður settur, skal hava roknskaparligan førleika, og skal hava vilja til at luttaka í teimum útbúgvingarmøgu- leikum, sum Toll- og Skattstovan bjóðar, eitt nú merconom, HD o.a., og taka lut í teimum skeiðum, sum stovnurin fyriskipar. Viðkom- andi skal vera arbeiðssamur og fyrikomandi, og skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eis- ini er fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving, • klokkuskipan við flextíð, og • eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðs umhvørvi. Setanartreytir: Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og út- búgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, løgmans- skrivstovuna og deildir hennara, og tann, sum settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at seta seg í samband við Ingolf Lamhauge, økisstjóra, tlf. 448588. Umsóknir: Skrivlig umsókn saman við av- ritum av prógvum, ummælum og upplýs- ingum um starvsroyndir, skal sendast til Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, Postboks 225, 600 Saltangará innan 15. oktober 2000. Um stovnin: Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg-, inntøkuskattalógina og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skip- aður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri,í Skopun, Sørvági, Saltangará, Klaksvík og í Tórshavn, røkja raksturin. Í Eysturoyar øki, har viðkomandi kemur at starvast, starvast 16 fólk. Fiskimálastýrið umsitur málsøkið tilbúgving og fer undir at fremja eina skipaða tilbúgving fyri Føroyar við tí endamáli at fyribyrgja, av- marka og veita hjálp, tá skaðar henda á persónar, ognir og umhvørvi, orsaka av van- lukkutilburðum og katastrofustøðum,ella tá stórur vandi er fyri hesum. Starvið Høvuðsuppgávan er sambært tilbúgvingar- lógini at hava eftirlit og at samskipa tilbúgv- ingarpartarnar og skipanirnar og at ráðgeva myndugleikunum í tilbúgvingarmálum. • At áseta fyrisitingarligar reglur á økjum og veita ráðgeving um galdandi lóggávu og um onnur viðurskifti á tilbúgvingarøkin- um. • At ráðgeva landsstýrismanninum og mið- fyrisitingini annars um faklig viðurskifti á tilbúgvingarøkinum og harvið eisini tryggja áhaldandi eftirmeting og kunning um royndirnar viðvíkjandi galdandi lóggávu á tilbúgvingarøkinum. • At ráðgeva landsstýrismanninum um møguligan tørv á broytingum ella víðkan av galdandi lóggávu fyri tilbúgvingarøki. Førleikakrøv Kravt verður, at umsøkjarin hevur: • útbúgving á hægri stigi so sum verkfrøði ella líknandi ella, at viðkomandi hevur starvsroyndir innan hetta økið • starvsroyndir við atliti av samskipan og innlit í tilbúgving • góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni og evni at fyriskipa Treytir Setanartreytir og løn verður sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og avvarð- andi yrkisfelag. Setanarøki er Fiskimálastýr- ið og stovnar undir tí, umframt onnur aðal- stýrir og løgmansskrivstovan. Umsókn Umsóknir, við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum, skulu vera Fiskimálastýr- inum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. oktober 2000. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið Postboks 347 FO-110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálastýrið á tlf. 353030 og tosa við Kaj P. Mortensen, aðalstjóra. Samskipari til Fiskimálastýrið Fiskimálastýrið Fiskimálastýrið umsitur málsøkið tilbúgving og fer undir at fremja eina skipaða tilbúgving fyri Føroyar við tí endamáli at fyribrygja, avmarka og veita hjálp, tá skaðar henda á persónar, ognir og umhvørvi, orsaka av van- lukkutilburðum og katastrofustøðum, ella tá stórur vandi er fyri hesum. Til tess at fyrireika nýggja lóggávu viðvíkj- andi málsøkinum tilbúgving og umsita aðra lóggávu á sjóvinnuøkinum verður við hesum søkt eftir løgfrøðingi til áhugavert og fjøl- broytt starv í Fiskimálastýrinum. Starvið Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum verður at veita løgfrøðiliga ráðgevin go at hava løgfrøðilgia málsviðgerð innan tilbúgvingar- mál og fiskivinnu- og sjóvinnumál, herundir bjarging og trygd á sjónum. Førleikakrøv Kravt verður, at umsøkjarin hevur: • løgfrøðiliga útbúgving • góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni og evni at fyriskipa Fyrimunur er, um viðkomandi hevur starvs- royndir innan økið. Treytir Setanartreytir og løn verður sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og avvarð- andi yrkisfelag. Setanarøki er Fiskimálastýr- ið og stovnar undir tí, umframt onnur aðal- stýrir og løgmansskrivstovuna. Umsókn Umsóknir, við avriti av prógvum møguligum viðmælum, skulu vera Fiskimálastýrinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. oktober 2000. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið Postboks 347 FO-110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Fiskimálastýrið á tlf. 353030 og tosa við Kaj P. Mortensen, aðalstjóra. Løgfrøðingur til Fiskimálastýrið Fiskimálastýrið FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Arbeiðseftirlitið Falkavegur 6 · P.O. Box 1134 · FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tlf. +298 317811 · Fax +298 314489 E-mail: info@arbeidseftirlit.fo Epoxyskeið í Tórshavn Fríggjadagin 6. oktober 2000 kl. 9-16 Trukkskeið í Klaksvík Týsdagin 10. og mikudagin 11. oktober 2000. Tilmelding á telefon 317811 Arbeiðseftirlitið Føroyahúsið í Keypmannahavn søkir fólk til kaffistovuna Kaffistovan í Føroyahúsinum er miðdepilin í húsinum, hagar fólk leita sær innar at lesa bløð, lána bøkur, og keypa sær ein drekka- munn. Men teimum dámar eisini væl at fáa okkurt vælsmakkandi heimabakað afturvið. Javnan eru eisini tiltøk, veitslur ella útleigur, har døgverði ella sjálvtøðuborð er ein týð- andi partur. Stundir skulu vera til tey, sum koma inn á gólvið, eitt prát ella hjálp við upplýsingum ella vegleiðing av alskyns slag. Tað ræður um at viðskiftafólk okkara kenna tað heimligt og hugnaligt í kaffistovuni. Kaffistovan er eisini mentanarmiðdepil við fyrilestrum, kjakfundum, kafékvøldum, kvøldum við veitslum, konsertum og tílíkum. Tí kunna dagarnir verða sera ójavnir, summ- ir friðarligir og fittligir, aðrir strævnir og krav- miklir. Eisini tá ið slík tiltøk eru, skal havast í huga at vit arbeiða í Føroyahúsinum, sum er miðdepil føroyinga í Keypmannahavn og eitt føroyskt andlit í býnum. Mong feløg eru í húsinum, sum skulu lívgast, so væl til ber. Eisini feløgini uttanum skulu fáa so góðar sømdir okkum ber til at geva. Feløgini og einstaklingar mynda og skapa lív í húsinum. Av størsta týdningi er, at tú hevur hug at arbeiða júst í kaffistovuni í Føroyahúsinum. Uttan áhuga, áræði og ágrýtni dugir ikki. Vit søkja eftir einum fólki k/m, sum serstakl- iga kann vera við til at skapa omanfyri nevnda karm um kaffistovuna og sum eigur hesar dygdir: • dugir at matgera og baka • dugir alt vanligt køksarbeiði • dugir at meta um brúk og keypa inn • dugir at lúka neyðug krøv til reinleika og ordan • hevur áhuga fyri vælferð og trivnað hjá øðrum • er sjálvbjargin, álítandi og tolin • er hugað at samstarva við øðrum fólki og sjálvbodnum í húsinum • lagar seg eftir skiftandi arbeiðstíðum • dugir at orða seg í talu og skrift á føroysk- um og donskum. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast hjá leiðaranum í húsinum, Martin Fjallstein. Umsókn verður send til Føroyahúsið í Keyp- mannahavn, Vesterbrogade 17A, 1620 København V. Umsóknarfreistin er týsdagin 10. oktober. Føroyahúsið í Keypmannahavn Dagrøktarmammur Søkt verður eftir dagrøktarmammum til Fuglafjarðar kommunu at byrja 15. oktober 2000. Møguligar umsóknir skulu vera skrivligar og skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Týsdagin 10. oktober 2000 kl. 16.00. Kommunan skilir sær rætt til at velja ímillum umsóknirnar, ella onga at taka. Fuglafjarðar býráð Stovnandi aðalfundur av Sandoyar sýslu Vinnuráð verður mána- dagin 2. okt kl. 19.30 í kantinuni á Sandoy Seafood í Skopun. Fyrireikingarnevndin