Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 136 - 20. juli 2005 Í tíggju minuttir í fyrra partinum av seinna umfarinum skoraðu teir trý mál og syrgdu harvið fyri at spenningurin í oddastríðnum framvegis er intensur B36-GÍ Jóannes Hansen Hóast heimaliðið ikki hevði fingið úrtøku í fyrra umfar- inum, so mundi lagið í B36 skýlinum ikki vera av leið í steðginum. GÍ vitjaði, og áskoðararnir høvdu um- framt dýrdarveðrið hetta góða summarkvøldið eisini hampuliga gott fótbólts- spæl at gleða seg um. B36 var spælførandi. Í tí var einki óvæntað. GÍ var komið í Gundadal fyri at verja tað, sum teir í út- gangsstøðuni høvdu, og so vónaðu teir, at tað kanska skuldi eydnast í skjótálopi at fáa eitt mál burturúr og harvið at gera uppgávuna hjá heimaliðnum eyka tunga. Setningurin hjá GÍ var at hava stuttan tein ímillum keturnar og at í so stóran mun, sum tað bar til, at girða seg kring egnan brotsteig. Og so lúrdu teir eftir kontramøguleikanum. Tað eydnaðist ikki GÍ fyrst at fáa mál, og tá ið B36 eftir tíggju minuttum tíðliga í 2. hálvleiki hevði skorað tríggjar ferðir, var tað einki ivamál um, hvussu stigini skuldu být- ast. Tí verður tað ósvaraður spurningur, hvussu tað hevði tørnað út, um tað hevði eydnast GÍ at fingið hol á, tá ið teir seinna partin av fyrra umfarinum og í fyrsta minuttinum eftir steðgin høvdu tríggjar møguleikar. GÍ søgan Í útgangsstøðuni hevði GÍ liðið, sum royndi at fóta sær uttan Súna Olsen og skadda Magna Jarnskor, fimm á miðvøllinum, með- an Popczynski var einsa- mallur á toppinum. Sámal Joensen, sum hevur yvir- tikið ábyrgdina sum liðfor- maður, royndi at flyta skjótt fram í fremstu røð, tá ið GÍ var bóltførandi, og í hinum borðinum bjóðaði Hans- Jørgen Djurhuus seg til í framrættaða spælinum. GÍ hevði tríggjar møgu- leikar, sum kundu havt bor- ið mál við sær. Tveir teirra vóru seint í 1. hálvleiki. Fyrst fluktaði Popczynski eftir horna í høgru. Tað kundi havt borið mál við sær. Lítla løtu seinni átti Popczynski at havt skorað. Á rangstøðumarkinum fekk hann bóltin lyftan fram um frammarlaga staddu B36 miðverjuna. Jákup Mikkel- sen leyp út, og maðurin í gulu troyggjuni lyfti upp um landsliðsmálverjan, men ólukkutíð fyri GÍ, so fór bólturin skeivu megin stólpan. Í fyrsta álopinum eftir steðgin fekk GÍ enn ein møguleika at leggja seg framum. Eftir fínt uppspæl í høgru legði Áslakur R. Petersen flatt út frá. Popczynski smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Skot- inum bilti einki, men Jákup Mikkelsen bjargaði frágera væl. So var vitjunartíðin hjá gøtumonnum av. Sannførandi skipað oddalið B36 hevði í fyrra umfarin- um havt bóltin kanska 80 prosent av tíðini. Teir fluttu bóltin skilagott millum sín, og nógv tað mesta gekk fyri seg á GÍ hálvuni. Men tað knípti at fáa bilbukt við tøttu gøtumenninir, hóast nýggja álopsparið Allan Mørkøre og Fróði Benja- minsen og teir báðir í borð- unum – Levi Hanssen og Bergur Midjord – royndu at bróta ígjøgnum og at leggja innfyri, og hóast talan var um fleiri spentar støður eftir horna. Kanska kløkkaði tað eitt sindur, tá ið GÍ hevði havt sínar møguleikar. Men mál- leysa støðan í steðginum var ikki ókend fyri B36. Tað hava teir fleiri ferðir fyrr í ár upplivað, og síðani hava teir gjørt burturúr sær í seinna umfarinum. Tað kendist bara sum spurningur um tíð, nær hol fór at koma á. Tað eydnað- ist at fáa mál, tá ið seinna umfarið var átta minuttir gamalt, og so gekk skjótt. Tá ið dysturin var ein tíma og tríggjar minuttir gamalt, vísti talvan 3-0, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Fyritreytirnar fyri GÍ taktikkinum vóru farnar í vaskið, og B36 var ofta í brotsteiginum hjá mót- støðumonnunum, men tað eydnaðist kortini ikki at økja um leiðsluna. B36 menninir fluttu bóltin ofta og leingi ímillum sín, og tað var enn eina ferð undir- strikað, at árstalsfelagið eigur sera væl skipað fót- bóltslið, har allir vita, hvør uppgávan hjá teimum er – bæði í verju og álopi. Fróði Benjaminsen skor- aði fyrsta málið í 53. min- utti. Bergur Midjord legði frá baklinjuni í vinstru og flatt út frá til Fróða, sum staddur eitt sindur til vinstru fyri nærra stólpan tamdi sera hegnisliga, áðr- enn hann smekkaði til dygst inn við nærra stólp- anum. Fýra minuttir seinni var 2-0. Hesa ferð var Ingi Høj- sted málskjútti úr stuttari fjarstøðu. Fróði Benjamin- sen sendi Levi Hanssen av- stað í høgru. Ungi maðurin stríddi seg til baklinjuna, legði flatt innfyri, og GÍ blokeraði eina skotroynd, áðrenn miðvallarin sendi í tóma málið. Seks minuttir seinni varð heimasigurin rudduliga staðfestur. Mikkjal Thomassen krúllaði seg leysan inn frá vinstru. Hann hevði fleiri møguleikar og valdi at skjóta. Mortan Joensen hálvbjargaði, og og var Óby, sum bara hevði verið á vøllinum í tveir minuttir, á rætta staðnum og syrgdi fyri, at støðan varð 3-0. Gøtumenn áttu rós fyri, at teir so segði hann ikki løgdu seg niður, hóast støð- an tóktist vónleys. Tríggir ómóðir spælarar vórðu skiftir inn, og tá ið B36 samstundis spardi upp á krútið og tók tríggjar av lyklaspælarunum av vøllin- um, so var talan um intensi- tet og undirhald allar 90 minuttirnar. Hanus Jacobsen sendi langskot í stólpan, og Atli Gregersen stútaði av brots- teigarmarkinum og á tvør- træið aftanfyri Jákup Mikkelsen. Tað lá í luftini síðstu løtuna, at GÍ kundi fáa mál, og tað fingu teir. Sámal Joensen pyntaði um, tá ið tveir minuttir restaðu. Eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram smekkaði hann bóltin dygst inn við stólpanum. Eingin slingur var í B36 valsinum, og hóast GÍ ligg- ur tungt í sjónum, so kunnu teir ivaleyst liva við 3-1 tapinum í Gundadali. Eingin slingur í valsinum hjá B36 B36-GÍ 3-1 (0-0) 1-0: Fróði Benjaminsen 53. 2-0: Ingi Højsted 57. 3-0: Óbi 63. 3-1: Sámal Joensen 88. Dómari: Lassin Isaksen B36: Jákup Mikkelsen - Niels Joensen, Klæmint Matras, Pól Thorsteinsson, Alex José dos Santos - Levi Hanssen, Ingi Højsted (Óbi, 61.), Mikkjal Thomassen (Bárður H. Joensen, 67.), Bergur Midjord - Allan Mørkøre, Fróði Benjaminsen (Wellington, 82.) Gult kort: Niels Joensen, Levi Hanssen GÍ: Mortan Joensen - Jón Reid Dalheim, Robert Rzeczycki, Atli Gregersen, Leivur Hansen - Áslakur R. Petersen (Kaj Ennigarð, 64.), Sámal Joensen, Sam Jacobsen, Símun Louis Jacobsen, Hans-Jørgen Djurhuus (Hanus Jacobsen, 64.) - Krzystof Popczynski Gult kort: Sam Jacobsen FAKTA UM DYSTIN Niels Joensen úr B36 og Hans Jørgen Djurhuus í hornatøkum um bóltin í Gundadali mánakvøldið. Við sigrinum kom B36 aftur ájavnt við HB í oddinum Mynd: Álvur Haraldsen