Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2005 23 Oyggjauppgerðin á Skála var rættuliga hugflogsrík, meðan tað gekk minni væl hjá meistarunum og oddaliðnum at fáa spælið at hanga sam- an, tá ið teir vitjaðu í Klaksvík og kanska vóru Europa Cup troyttir 17. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Mánakvøldið fór Formula- deildin í summarfrí. Seytj- an umfør eru avgreidd, og nú eru tíggju umfør eftir at telvast í um stig og meist- araheiti og Europa Cup og um at sleppa undan niður- flytingini. Setningurin er greiður hjá teimum flestu. Í løtuni bendir heilt nógv á, at tað fara at verða HB og B36, sum saman við Skála fara at telvast um FM heitið. Í hinum endanum eru tað aldursforsetin TB og eisini heiðurskrýnda KÍ, sum eru ringast fyri, og sum skulu stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Við javnleikinum á heimavølli ímóti EB/- Streymi misti Skála tvey stig í kappingini við høv- uðsstaðarfeløgini. Møgu- leiki er hjá skálamonnum at vinna seg í hvussu so er inn á annað havnarfelagið í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin. 7. august eigur HB heimavøll ímóti B36, meðan Skála skal spæla í Gøtu. Ofta hevur tað víst seg, at altjóða luttøkan og nógva ferðingin í tí sambandinum hevur kostað í heimligu kappingini. Soleiðis hevur tað ikki verið higartil í ár. Skála kom burturúr Inter- toto Cup uttan at missa stig. Heldur ikki HB hevur mist nakað. Í gjár skuldu teir spæla á útivølli. Úrslitið á heimavølli boðaði ikki frá, at HB fær rættin at royna seg ímóti Liverpool. Tí verður tað bara dysturin í Klaksvík, sum meiri ella minni verður merktur av altjóða luttøkuni hjá HB. Og í Klaksvík eydnaðist tað HB at fáa fulla úrtøku. B36 hevur einki mist í sambandi við ferðina í Íslandi, og nú hava teir meiri enn eina viku at koma fyri seg í, eftir at teir ólav- søkuaftan hava havt vitjan av ÍBV. Spurningurin er so, hvussu tað fer at hilnast hjá B36, um tað - vónandi - fer at eydnast teimum sum fyrsta føroyska felagnum nakrantíð at spæla seg í næsta UEFA Cup umfarið. Tað verður á skránni 11. og 25. august ella ikki so langt frá, tá ið B36 13. august skal spæla á Skála (ivaleyst verður tað so neyðugt at flyta tann dystin nakrar dagar), og tá ið B36 28. august skal spæla á heimavølli ímóti VB. Leikliga dygdin Í seytjanda umfarinum lag- aði tað seg soleiðis, at tað bar til hjá áskoðarunum at sammeta avrikini í trimum dystum. Leygardagin hevði KÍ vitjan av HB, sunnu- dagin var EB/Streymur á Skála, og mánakvøldið hevði B36 vitjan av GÍ. Tað er einki at taka seg aftur í, at tann av hesum trimum uppgerðunum, har leikliga støðið var hægst, var tann á Skála. Hvørki Skála ella EB/Streymur eiga serliga fótbóltssøgu. Men stigatalvan og serliga leikliga avrikið sunnudagin boðaði frá, at Skála og EB/Streymur eiga fín fótbóltslið. At Skála er á toppinum hevur verið greitt í meiri enn eitt ár. At EB/Streymur rættuliga kann fara at gera um seg, varð enn eina ferð undirstrikað sunnudagin. Samansetta liðið eigur fínt leikaratilfar, og tá ið teir hava fingið royndir í fleiri tøttum og avgerandi upp- gerðum, verða teir uppaftur meiri áhugaverdir at fylgja. EB/Streymur tykist vera á sama støði, sum Skála var á í fjør. Og um teir í Sunda- lagnum fara at megna at halda upp á fólkið, so er møguleikin ikki veruleika- fjarður, at EB/Streymur næstu árini fer at vera við í telvingini um heiðursmerk- ini. Úrtøkan higartil í ár hevur verið so mikið nógv minni, enn hon hevur verið hjá teimum fremstu, at tað er torført at ímynda sær, at EB/Streymur í ár fer at vinna heiðursmerkir. Men tað kann væl hugsast, at málmur og kanska eisini FM heitið um ikki so langa tíð fer at lenda á Mølini! B36 hevur ferð eftir ferð prógvað, at teir eiga sera stinna manning, og at teir hava nógvar spælarar at velja ímillum og harvið nógvar streingir at spæla uppá. Mánakvøldið gjørdu teir sítt, og hóast talan kanska ikki var um sjam- panjufótbólt, so kundi eing- in seta fingurin á. Talan var um fínt handverk, og tað er neyvan nakar ivi um, at viðhaldsfólkini vóru væl nøgd við tað, sum tey sóu. Undir øllum umstøðum er tað eingin ivi um, at B36 er so mikið væl skipað lið, at teir teljast millum størstu favorittarnar at vinna FM. Triðja oddaliðið, meistar- arnir í HB, vístu ikki sann- førandi avrik í Klaksvík. Sammett við hini fimm lið- ini, sum tað var møguleiki fyri at fylgja, var spælið hjá HB minst sannførandi. Tað er merkisvert, tí HB er tað felagið, sum søguliga eigur mest poleraða spælið. Fyri HB hevur tað sjálvandi størst týdning, at teir hava varðveitt søguliga veruleik- an, sum sigur, at havnar- felagið hevur serligt hegni at vinna og at berja seg burt- urúr støðum, sum síggja lítið hugaligar út. Tað gjørdu teir í Klaksvík, og tað hevði alstóran týdning. Sjálvandi vóru teir í HB leygardagin merktir av, at teir í síðstu viku høvdu verið í altjóða avbjóðing á heimavølli, og at teir stutt eftir dystin skuldu av land- inum. Góða fótbóltsspælið kunnu teir fara at arbeiða við eftir stutta summar- steðgin. Men kanska er tað ov nógv nostalgi, tá ið roknað verður við, at HB skal vísa polerað spæl. Tað er í hvussu so er langt frá tí, sum liðið í t. d. sjeyti árun- um sýndi og til tað slagið av fótbólti, sum HB seinastu árini hevur vunnið FM við og til tað, sum teir avrikaðu leygardagin. Tungi endin Tað bar í seytjanda umfar- inum til at fylgja tveimum av teimum, sum kenna tað brenna undir sær. KÍ er heilt illa fyri, og hóast GÍ er fýra stig frammanfyri botn- liðið úr Klaksvík, so kenna gøtumenn seg neyvan tryggar. Tað er oftast eyðkent fyri botnlið, at teirra avrik eru óstøðug. KÍ og GÍ taptu bæði í 17. umfarinum, men hvørki liðið spældi sum upplagt evni at flyta niður. Men tað verða ikki hampu- liga góð avrik í dystum, sum tað eingi stig fáast burturúr, sum fara at bjarga feløgum undan niðurflyt- ingini. Hjá teimum ræður um at vísa rættan hugburð og fáa úrtøku burturúr lykladystunum. KÍ megn- aði einki at fáa burturúr, tá ið teir í 15. umfarinum vóru í Fuglafirði, og tað hevur alstóran týdning fyri støðuna hjá klaksvíkingum. TB tapti sunnudagin stórt í Vági. VB hevur havt so mikið góða gongd seinastu umførini, at tað er ilt at ímynda sær, at vágbingar skulu flyta niður, nú teir há- tíðarhalda, at tað eru hundrað ár síðani, at felag- ið varð stovnað. Í løtuni liggur tað til, at tað skulu verða ÍF, TB og KÍ, sum skulu stríðast fyri at sleppa undan aftasta plássinum. Tí fara innan- hýsis uppgerðirnar ímillum hesi feløgini at verða serliga áhugaverdar. Í 18. umfarin- um, sum verður á skránni 7. august, skal ÍF spæla á Tvøroyri. Í 19. umfarinum, sum verður á skránni 13. august, skal KÍ spæla á Sevmýri. KÍ fer í 24. um- farinum, sum verður spælt 25. september, at fáa vitjan av ÍF, og í 27 og síðsta um- farinum, sum verður á skránni 22. oktober, skal TB spæla í Fuglafirði. Í síðsta umfarinum skal KÍ á heimavølli spæla ímóti NSÍ. Tað næsta, sum KÍ nakrantíð hevur verið niðurflyting, var í 1988. Tá spældu teir í síðsta umfar- inum á heimavølli ímóti NSÍ. Tá ið tað bara restaði ein lítil løta, stútaði NSÍ eftir horna í tvørtræið aft- anfyri KÍ málverjan. Um bólturin hevði farið í málið, so hevði KÍ flutt niður. Marran hjá klaksvíkingum man vera, at talan skal gerast um so spenta støðu leygardagin 22. oktober! Skála og Sundalagið vístu bestu avrikini Leivur Hansen hjá GÍ eltir Inga Højsted hjá B36 Mynd: Álvur Haraldsen