mikudagur 20. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Cecil Weihe vann
Tórshavn Marathon,
hóast hann dagin fyri
hevði runnið hálvt
marathon á
Oyggjaleikunum í
Hetlandi
RENNING
Heri Ziska
Tórshavn Marathon varð
runnið fyri triðju ferð um
vikuskiftið, og hetta er ein
kapping, sum er komin fyri
at verða. Í ár vóru tað 169
fólk (104 mans og 65
kvinnur), sum runnu teir
fýra ymisku teinarnar, sum
eru partur av Tórshavn
Marathon.
Marathon
Á
Longsta
teininum
(Marathon) vóru tað 33
mans og 3 kvinnur, sum
komu á mál. Her var tað
Cecil Weihe (Bragdið),
sum fór við sigrinum. Hetta
var dagin eftir, at hann rann
hálvt marathon á oyggja-
leikunum í Hetlandi. Cecil
rann teinin uppá 2 tímar 56
min og 15 sekund. Honum
á
baki
komu
Borgar
Biskupstø
(Treysti)
og
Sigurð
B.
Justinussen
(Bragdið). Veteranarnir Pól
Sundskarð (Treysti) og
Jósvein H. Olsen (Bragdið)
komu á fjórða og fimta
plássi, og gjørdust teir tí
nummar eitt og tvey í
veteran
bólkinum.
Hjá
kvinnunum vann Petra G.
Neuman (Treysti) framm-
anfyri Britt H. Sørensen
(Danmark) við Majbritt
Vestergaard (Ísland) á triðja
plássinum. Petra rann teinin
uppá 3 tímar 37 min og 33
sekund.
Hálvt-marathon
Eins og á marathon-teinin-
um var tað ein oyggjaleika
luttakari, sum vann í hálv-
um marathon. Tað var Gutt-
orm Sørensen úr Treyst-
inum. Hann rann teinin
uppá 1 tíma 27 min og 58
sekund, ella umleið níggju
minuttir seinni enn tá hann
rann sama tein dagin fyri á
Hetlandi. Nummar tvey
gjørdist Trygvi Hansen
(Bragdið) við veteraninum
Óla Olsen (Bragdið) á
triðja plássinum.
Hjá kvinnunum vann
Sigrid Sivertsen (Treysti)
framman fyri Ann Thom-
sen (Bragdið) við Gunvá
Egholm á triðja plássinum.
Tíðin, sum Sigrid, rann
teinin uppá var 1 tíma 51
min og 10 sekund.
5,6 km
Hendan teinin vann yngsti
maður í kappingini. Tað var
Jan Elmar Sørensen úr
Treystinum,
sum
rann
teinin uppá 23 min og 32
sekund. Hann var næstan
tveir minnuttir skjótari á
mál enn næsti maður, sum
var Carl Eli N. Samuelsen ,
ið aftur var góðan hálvan
minnutt
frammanfyri
Tummas
Justinussen
(Bragdið). Eins og hjá
monnum vóru tað tey ungu
sum vístu vegin í kapp-
ingini hjá kvinnum. Her
vann
Bjørk
H.
Olsen
(Bragdið)
frammanfyri
Joan Bláfoss við Rannvu
Djurholm (Bragdið) á triðja
plássinum.
3 km
Hesin teinur er bert fyri
børn, sum eru fødd í 1993
ella seinni. Børnini, sum
fyri stuttum hava verið í
Svøríki og runnið, stóðu
seg
aftur
væl.
Hjá
gentunum var tað Rebekka
Fuglø (Treysti), ið vann við
Silju Niclassen (Frælsi)
beint í hølunum. Á triðja
plássi var Kristín Lív
Jónsdóttir (Ísland) og Bjørk
R. Svabo (Frælsi) endaði á
fjórða plássinum.
Hjá dreingjum var tað
Rúni Seloy (Bragdið) ið
vann framman fyri Árna
Johannesen við Boga Berg
(Bragdið) á triðja pláss-
inum. Her er vert at leggja
til merkis, at Árni er tvey ár
yngri
enn
hinir
báðir
heiðursmerkja vinnarnir.
Máltindurin
Hans á Lag
HB
10
Súni Olsen
GÍ
9
Allan Mørkøre
B36
8
Tór-Ingar Akselsen
HB
8
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
8
Bogi Gregersen
Skála
8
Dan Djurhuus
VB
8
Rúni Nolsøe
HB
7
Heðin á Lakjuni
KÍ
7
Jónhard Frederiksberg
Skála
7
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
6
Hanus Thorleifsson
Skála
6
Rasmus Nolsøe
HB
5
Atli Danielsen
KÍ
5
Óli Johannesen
TB
5
Milan Kulic
VB
5
Besti málskjúttin í fyrstu deild fær eftir kappingarárið
handað gylta skógvin frá Adidas
24
Nr. 136 - 20. juli 2005
FM í kasti
leygar-
dagin
FRÆLSUR
ÍTRÓTTUR
Tíðindaskriv
Leygardagin verður FM
í kasti við Eysturskúlan
í Havn. Tað er Bragdið,
ið skipar fyri FM-kapp-
ingini í samstarvi við
FÍF.
Á skránni eru diskus-,
spjót- og hamarkast.
Kappast
verður
á
kastibreytini við Eystur-
skúlan, og byrjað verður
klokkan 14 við hamar-
kasti,
síðani
verður
kastað við diskus og at
enda við spjóti.
Allir limir í feløgum
undir FÍF (Bragdið,
Roysnið, Treysti
og
Frælsi) eru vælkomnir
at luttaka. Nýggir limir
kunnu tekna seg á
staðnum.
Cecil aftur fremst
Cecil Weihe var aftur fyrstur
á mál í Tórshavn Marathon
leygardagin, hóast hann
dagin fyri hevði runnið hálvt
marathon í Hetlandi
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1
HB
17
11 -
2
-
4
49
20
29
35
2
B36
17
10 -
5
-
2
25
8
17
35
3
Skála
17
9
-
6
-
2
35
18
17
33
4
NSÍ
17
7
-
6
-
4
27
22
5
27
5
EB/Streymur
17
5
-
8
-
4
18
24
-6
23
6
VB
17
5
-
3
-
9
23
30
-7
18
7
GÍ
17
5
-
3
-
9
22
29
-7
18
8
ÍF
17
4
-
4
-
9
20
42
-22
16
9
KÍ
17
4
-
2
-
11
23
34
-11
14
10 TB
17
3
-
5
-
9
15
30
-15
14