Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Óvæntaður vinnari Ungi týskarin, Arkadij Naiditsch, vann sera óvæntað sterku stórmeistarakappingi na í Dortmund. Navnframi Veselin Topalov endaði eftir góðan endaspurt á deildum øðrum plássi TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Vanliga plagdi Vladimir Kramnik at vinna í Dortmund. Seinast í 90- unum og fyrst í nýggju øldini stóð eingin honum kurl í týsku superstór- meistarakappingini. Men seinastu árini hava aðrir telvarar tikið seg framum Kramnik, og hóast hann er verandi heimsmeistari, er ratingtal hansara fallið alsamt. Í løtuni er hann á einum 6. plássi á styrkilistanum við 2744 stigum. Í árligu kappingini í Dortmund gekk heldur einki serligt hjá Kramnik. 4,5 stig, 50 % skoru og enn nøkur mist ratingstig. Í staðin streyk lokali telvarin, 19 ára gamli Arkadij Naiditsch (2612), avstað við sigrinum. Eitt óvanliga gott úrslit, tá hugsað verður um, at hann var lægst rataður av teim- um tíggju telvarunum. Eins og í 2002 útgávuni av Dortmund, vann telvarin við lægsta ratingtalinum. Tá varð talan um Victor Bologan. Tíðin fer at vísa um úrslitið hjá Naiditsch er ein eingangssucces, ella um hann fer at blanda seg enn meir í heimselituna. Heita navnið í 2005 er uttan iva Veselin Topalov. Eftir eitt 3. pláss í Wijk aan Zee í januar, vann Topalov saman Garry Kasparov í mars í Linares. Í mei ognaði hann sær enn ein kappingarsigur, tá hann frammanfyri restina av heimselituni (undantikið Kasparov) vann nýggju "Grand Slam" kappingina, MTel Masters í Sofia. Í Dortmund fekk Topalov tó ein ringa kappingar- byrjan. Eftir sjey umfør hevði hann bert trý stig, men við vøkrum sigrum í seinastu tveimum talvun- um, kom hann heilt fram á eitt deilt 2. pláss. Kortini missur Topalov eitt lítið vet av methøgu rating sínari. Peter Leko hevði eina ringa kapping við bert 4 stigum. Serliga mann seinasta talvið móti Topalov svíða. Úr einari fullkomiligari javnari støðu, varð Leko spakuliga niðurspældur av Topalov. Talvið varð 106 leikir. Fremsti norðurlendingur í løtuni, danin Peter Heine Nilsen, slapp fyri fyrst ferð at royna seg í einari Grand Slam. Eftir eina framúr kappingarbyrjan, fall hann í fátt og tapti fýra talv á rað. Javnleikurin í seinasta um- farinum móti van Wely varð tí honum ein góð troyst. 3 stig er hóast alt eingin katastrofa. Endaliga støðan GM Naiditsch (2612) 5,5/9 GM Topalov (2788) 5,0 GM Bacrot (2729)5,0 GM Van Wely (2655) 5,0 GM Svidler (2738) 5,0 GM Kramnik (2744) 4,5 GM Adams (2719) 4,5 GM Leko (2763) 4,0 GM Sutovsky (2674) 3,5 GM Nielsen (2668) 3,0 Føroyingar í Politiken Cup Sum vant royna nakrir føroyingar seg í siðvondnu opnu kappingini í Keyp- mannahavn, Politiken Cup. Helgi D. Ziska hevur fingið góð úrslit eftir fyrstu fýra umførini. Serliga javnleik- urin móti IM Pavel Cech (2416) var eitt gott úrslit. Tá hevði Helgi at kalla vinnandi fyrimun, men javnleikur bleiv so úrslitið. Helgi hevur 2,5 stig. Faðir Helga, Andrias Ziska, er eisini komin væl frá startinum við sínum tveimum stigum. Veteranurin Helgi Joensen av Toftum roynir seg eisini í Keypmanna- havn. Hann hevur hálv- tannað stig, sum er nøkun- lunda á einari leið. Ung- lingaføroyameistarin Rógvi Dragaberg hevur havt tað trupult fyrstu fýra um- førini. 1 stig er úrtøkan hjá honum. Fremstir eru fimm telv- arar við fullum stigatali, eitt nú 74 ára gamli Viktor Korchnoi. Tíggju umfør skulu telvast og kappingin endar 24. juli. Kargin,A (2408) - Korchnoi,V (2615) Politiken Cup 2005 Copenhagen (4), 18.07.2005 1.e4 c5 Óvæntað. Korchnoi hevur í fleiri áratíggir vanliga leikt fronsku byrjanina 2.Rif3 e6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Ric6 5.Ric3 d6 6.Be3 Rif6 7.f4 Be7 8.Ff3 e5 9.Rixc6 bxc6 10.f5 d5 Leikurin kompliserar støðuna almikið 11.exd5 Bb4 12.Bc4 Bxc3+ 13.bxc3 Fa5 14.Bg5 Rixd5 15.f6 g6 16.Bxd5 cxd5 17.Fg3 Kd7 Kongurin dansar mitt á borðinum. Korchnoi hevur altíð verið djarvur, og er tað eisini nú á eldri árum 18.0-0 h6 19.Be3 Ba6 20.Rfd1 Rhe8 21.Bxh6 Rab8 22.Ff2 Bc4 23.a4 Re6 24.Bg5 Rbb6 25.Fh4 Fxc3 26.Fh7 Rxf6! 27.Bxf6 Rxf6 Svartur hevur góða støðu fyri kvalitetin 28.Fh8 e4 29.Fa8 e3 30.Fxa7+ Ke6 31.Re1 Helst hevur hvítur ikki ráð til hendan passiva leik 31...e2 32.Fb6+ Kf5 33.Ff2+ Kg5 34.Fg3+ Fxg3 35.hxg3 Kg4! Støðumynd eftir 35...Kg4 Hvíta støðan er læst føst. Svarti ferðandi kongurin verður avgerandi! 36.Kh2 Rf1 37.a5 Kf5 38.g4+ Kf4 39.Reb1 Ke3 40.c3 Rxb1 41.Rxb1 Kd2 0-1 Orkufrek telving av gamla meistaranum! Kast hevur í mong ár verði ein trúgvur heiðursmekja leverandørur hjá frælsa ítróttinum á oyggjaleikum. Hesu- ferð hendi so tað, at ongin kastari, fyri fyrstu ferð síðan leik- irnar á Álandi í 1991, megnaði at vinna sær heiðursmerki FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Heri Ziska Hóðast tað at ongin kastari megnaði at vinna sær heið- ursmerki, so vóru nøkur góð úrslit at vísa, ið ger at framtíðin sær ljós út innan hesa greinina. Tað hevur verið arbeitt miðvíst fram móti hesum oyggjaleikum hjá kastarunum, og úrslitið var, at Randi Kúrberg setti tvey føroysk met, og Rógvi Højgaard kastaði út mótið tí føroyska metinum, tó var hann óheppin við at kasta beint uttanfyri. Hesi eru tveir av fimm kastarum, sum hava vant, og venja miðvísta fram móti oyggja- leikunum á Rhodos í 2007 har málið er heiðursmerki til øll. Hátturin sum arbeitt verður við er, at tað longu nú verða mál sett fyri hvat í náðast skal innan øll elementini, sum eru partur av einum góðum kasti. Hesi elementini umfata: • góðan teknik, soleiðis at ein fær sum mest burturúr tí man hevur at arbeiða við. • kvikleika, sum er sera týdningarmikið fyri ein kastara. • Styrki, sum er eitt týdningarmikið element, men til onga nyttu um ein ikki hevur teknik og kvikleika. Teknikkur verður vandur við, at ein um veturin býtur kastini sundur í deil-rørslur, ið verða vandar hvør sær, fyri síðan at seta tær saman aftur til eitt heilt kast tá kappingarárið nærkast. Tað er í hesum partinum av venjingini, at tørvur er á íblástri uttanífrá, antin við at fáa venjara til Føroyar at leggja lag á, ella at fara uttanlanda at venja hjá einum venjara í eitt tíðarskeið. Kvikleikin verður vandur við at gera ymsar kvikar rørslur so sum lop og stuttar spurtir. Hetta verður vant alt árið, tó so at tað eru fleir lop og longri spurtir um veturin enn um summ- ari tá kappingar eru á skránni. Styrkin kemur fyri tað mesta av at lyfta vektir. Tá í ein lyftir vektir er tað tó tydningarmikið at ein hugsar um hvussu ein lyftir vektirnar, tvs hvørji lyft verða gjørd nær, hvussu ofta og hvussu nógv tons ein eigur at lyfta um vikuna og hvussu hetta broytist gjøgnum árið. Ein skipað skrá er longu gjørd fyri hesa venjing fyri komandi tvey árðini. Eftir er so bert at gera deil- skráir, sum passa inn í tað yvirornaðu skránna, soleiðis at alt gongur upp í eina hægri eind, tá í farið verður til Rhodos í 2007. Nr. 136 - 20. juli 2005 25 Heiðursmerki til kast á Rhodos í 2007 Mynd: Randi Kúrberg vísti við tveimum føroyskum metum í Hetlandi, at miðvís venjing gevur góð úrslit Mynd: Jens Kr.