hósdagur 21. juli 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 137 - 21. juli 2005
RANDI KÚRBERG legg-
ur nærum tveir metrar
afturat tí føroyska metinum
í spjótkasti, men tað røkkur
ikki til meira enn eitt
áttanda pláss.
SAM VANG roynir seg á
sínum føðingardegi fyri
fyrstu ferð nakrantíð í
3.000 metra forðarenning,
men hann endar aftast.
Í 10.000 METRA renning-
ini eru bæði Cecil Weihe
og Guttorm Sørensen við.
Cecil endar sum nummar
6, meðan Guttorm, sum
fær skaða undir renningini,
endar sum nummar 8.
HEINI HÁTÚN kastar ikki
sítt besta, tá ið hann varpar
kúluna 12,65 metrar út.
FØROYSKU SÚKKLAR-
ARNIR kláraðu seg ikki
serliga væl í einkultstart-
inum. Gunnar Dahl-Olsen
hevur frægasta úrslitið og
endar sum nummar 10.
Føroyska
liðið
verður
nummar 6.
SKJÚTTARNIR royna seg
í tveimum ymiskum kapp-
ingum – sporting og trapp
– men bæði føroysku liðini
enda aftarliga.
KVINNULANDSLIÐIÐ í
fótbólti leggur fyri við
einum 6-0 sigri á Isle of
Man. Sigurin er tryggur,
hóast venjarin sparir onkr-
ar av lyklaspælarunum til
dystirnar ímóti Álandi og
Bermuda næstu dagarnar.
BÆÐI LANDSLIÐINI í
flogbólti vinna sínar fyrstu
dystir. Kvinnurnar vinna 3-
0 á Orkney, og menninir
vinna trupla dystin ímóti
Gotlandi 3-1.
LIÐKAPPINGARNAR í
borðtennis og badminton
byrja. Í báðum førum er
talan um innleiðandi ból-
kar við fleiri dystum. Av-
gerandi dystirnir verða
týsdagin.
LØGMAÐUR
Jóannes
Eidesgaard
er
við
til
Oyggjaleikirnar í Hetlandi.
Hann er hjástaddur undir
setanini og fylgir fram til
týsdagin teimum føroysku
ítróttarfólkunum.
Sunnudagur 10. juli
Christian Guttesen má hyggja, meðan hinir súkklararnir
strúka framvið. Hann gavst í einkultstartinum orsaka av
skaða
Millum áskoðararnar til súkklukappingina var hesin
Hóast tað kundi sæð soleiðis
út, so snáva føroyku
fótbóltskvinnurnar ikki. Tær
vinna trygt á Isle of Man í
fyrsta dystinum
Marin í Dali fær nakrar vegleiðingar frá venjaranum Preben Larsen
Herborg á Mýrini er nýggjur liðformaður á føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti
Føroyingar vinna trupla flogbóltsdystin ímóti Gotlandi, og so kunnu Bárður B. Mikkelsen
fegnast um tað