hósdagur 21. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 21. juli 2005
19
Mánadagur 11. juli
BOGASKJÚTTARNIR
hava tað ikki lætt í FITA-
runduni, har tað verður
skotið í nógvum vindi.
Annika Vang liggur tó væl
fyri hjá kvinnunum í
recurve, og liðkappingun-
um eru bæði tey føroysku
liðini fremst.
Í 800 METRA renningini
kemur Jóan Karl Joensen
víðari frá innleiðandi renn-
ingini. Finalan verður týs-
dagin.
LANDSLIÐIÐ í badmin-
ton kemur ikki víðari til
hálvfinalurnar, men skal
spæla um fimta pláss. Har
eydnast tað at vinna báðar
dystirnar, og liðið endar tí
sum nummar 5.
FÓTBÓLTSKVINNURN
AR seta enn einaferð harð-
astu kappingarneytarnar av
Álandi
upp
á
pláss.
Malena Josephsen, Ása
Dam á Neystabø og ein
álendskur spælari gera
málini, tá ið Føroyar vann
3-1.
FYRSTU heiðursmerkini
á Oyggjaleikunum koma
til høldar, tá ið kvinnuliðið
í
fimleiki
vinnur
trý
bronsuheiðursmerki. Tær
fáa bronsu á gólvinum, á
hestinum og í samanløgdu
kappingini.
MENNINIR í fimleiki
standa seg eisini væl, og
teir vinna tvey silvurmerki
og eitt gullmerki í liðkapp-
ingini. Hetta er fyrsta
føroyska
gullmerkið
í
Hetlandi.
HERI ZISKA endar sum
nummar fýra í hamarkasti,
og Rigmor N. Arge verður
aftast í renningini á 10.000
metrum.
KVINNUSTAFETTIN í
svimjing vinnur gull í fýra
ferðir 50 metra frísvimj-
ing.
Elspa
Mørkøre,
Nathalia Reinhardt, Lis-
beth L. Joensen og Shaila
millum Garðarnar svimja
einasta gullmerkið í svimj-
ing á Oyggjaleikunum
hesaferð heim. Andras
Thomsen vinnur silvur í
1500 metra frísvimjing.
MANSLANDSLIÐIÐ
í
flogbólti spælir tveir dystir
og vinnur báðar. Bæðiu
ímóti Hetlandi og ímóti
Grønlandi endar tað við 3-
0. Kvinnurnar vinna 3-0 á
Bermuda.
LANDSLIÐIÐ í borð-
tennis vinnur bronsu, eftir
at liðið tapir hálvfinaluna í
kappingini.
MARIUS JOENSEN og
Rúni
Debess
gerast
nummar 4 í liðkappingini í
skeet. Marius er næstbesti
skjúttin í kappingini.
Ungi Kári J. á Høvdanum leypur avstað í ryggsvimjingini
Halltóra Joensen fer fram við einari álendskari kvinnu í
avgerandi dystinum um gullið
Við hvørt vendir tað upp og niður í flogbólti, men so ræður
um at fóta sær sum frægast
Anika Vang sleppir pílinum, og hann hevur góða kós. Hon legði seg heilt fram í oddin í recurve-
skjótingini
Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge spæla tvímansleik ímóti
Jersey. Føroyar tapa og enda sum nummar 5 í liðkappingini í
badminton
Elspa Mørkøre er hóast ein
skaða í økslini við til at
tryggja Føroyum gull í
stafettini í 50 metra
frísvimjing
Kvinnurnar, sum vunnu trý
bronsumerki í liðkappingini