Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 137 - 21. juli 2005 Týsdagur 12. juli BOGASKJÚTTARNIR vinna trý gullmerki og eitt bronsumerki í FITA-skjót- ingini. Liðini í recurve og compound vinna gull, og Jógvan Niclasen vinnur gull í compound, har bert eitt stig skilir hann og tveir teir næstu skjúttarnar. Sigrid K. Vang vinnur bronsu. RANDI KÚRBERG verð- ur nummar 5 í hamkasti. BOGI LENVIG vinnir spurtin um fjórða plássið í 5.000 metra renningini. Jóan Karl Joensen rennur finaluna í 800 metra kapp- ingini, og hann endar sum nummar 6. AKSEL POULSEN spælir seg heilt fram í finaluna í einmansleikinum í bad- minton. Ragnar Rasmus- sen tapir sína hálvfinalu. Kvinnurnar koma ikki langt í kappingini. FØROYAR vinna 3-0 í kvinnulandsdystinum ímóti Bermuda, og so var eingin ivi um, at føroyska liðið var á veg móti gullin- um. Rannvá Andreassen skorar tvey og Vivan Bjartalíð eitt. SKJÚTTARNIR Eirikur Elisson og Gunnar Joensen enda sum nummar 10 í liðkappingini í sporting. SVIMJILANDSLIÐIÐ vinnur bronsu í stafettun- um hjá kvinnum og monn- um. Elspa Mørkøre og Jutta Thomsen vinna eisini hvør sítt bronsumerki í finalunum týskvøldið. SEINASTU innleiðandi dystirnir í flogbólti verða spældir. Kvinnurnar vinna tryggan 3-0 sigur á Álandi, og menninir vinna um morgunin 3-0 á Orkney og vissa sær um kvøldið fyrsta plássið í bólkinum við 3-1 sigri á Álandi. AÐALFUNDURIN í IGA ger av, at Áland skal verða vertur fyri Oyggjaleikun- um í 2009. Somuleiðis verður gjørt av, at Minorca verður 25. og seinasta oyggin, sum sleppur upp í Oyggjaleikirnar. ENDALIGA avgerðin um, hvørjar ítróttargreinar verða við á Rhodos verður tikin, og hvørki badminton ella fimleikur fáa innivist. Hinvegin sleppur judo upp í part aftur. Sterkasti føroyski borðtennisspælarin fegnast um ein sigur í kappingini Føroysku svimjararnir vinna fleiri heiðursmerki í stafettsvimjingunum Jón Nielsen ger alt fyri at fáa fatur á einum bólti Tað gongur lívliga fyri seg, tá ið flogbóltskvinnurnar spæla ímóti Álandi Schandorff tekur frá og leggur afturat, tá ið støðan í bogaskjótingini skal gerast upp Bermuda var nýggja fótbóltsliðið á Oyggjaleikunum, og tær góvu føroyska liðnum góða mótstøðu Bogi Lenvig legði seg á odda tíðliga í 5.000 metra renningini, men hann dragnaði og endaði sum nummar 4.