Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 21. juli 2005 21 Mikudagur 13. juli HVØRKI menninir ella kvinnurnar koma langt í tvímansleikinum í badmin- ton. Bjartur Lamhauge og Aksel Poulsen fáa frægasta úrslitið, men tapa tepurt í fjórðingsfinaluni. GUNNAR Dahl-Olsen stendur seg best av føroysku súkklarunum í landsvegskoyringini og endar sum nummar 10. Bogi Kristiansen má gev- ast, tá ið ein lutur í hansara súkklu brotnar. KVINNURNAR í fimleiki mugu ásanna, at Bermuda er í flokki fyri seg, og kvinnurnar fáa einki heið- ursmerki í einstaklinga- kappingini. Frægastu plaseringina fær Marit Magnussen, sum endar sum nummar 14 saman- lagt. MENNINIR í fimleiki standa seg væl í einstak- lingakappingini. Helgi Winther Olsen vinnur tvey gullmerki, og Høgni R. Øster vinnur bæði silvur og bronsu. HÓAST føroysku svimjar- arnir eru væl umboðaðir í finalunum mikukvøldið, eydnast tað bara einaferð at koma á sigurspallin. Tað er, tá ið Shaila millum Garð- arnar vinnur bronsu í 50 metra frísvimjing. TAÐ VERÐUR til eitt stórt vónbrot fyri føroysku flogbóltsmenninar, tá ið teir óvæntað tapa 3-1 fyri Bermuda í hálvfinaluni. Nógv orka verður brúkt til at skeldast við dómararnar, og spælið verður ávirkað av hesum. KVINNURNAR í flogbólti vinna hinvegin tryggan 3-0 sigur í sínari hálvfinalu ímóti Jersey, og í finaluni skulu tær enn einaferð spæla ímóti Saaremaa. OYGGJALEIKIRNIR skulu aftur til Føroya. Í samrøðu við Sosialin sigur forsetin í ÍSF, at eitt miðvíst arbeiði skal gerast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2013. Heðin Mortensen leggur dent á, at alt tað føroyska samfelagið má samstarva, um hetta skal gerast veruleiki. Bjartur Lamhauge og Aksel Poulsen komu í fjórðingsfinaluna í tvítmansleikinum í badminton Hóast hann bara skuldi verða ferðaleiðari, so dugir fleirfaldi føroyameistarin Petur Niclasen framvegis síni kynstur borðtennisbattini Soleiðs sær tað út, tá ið hinir vinna Helgi Winther Olsen var besti fimleikarin á gólvinum Gudrid Nolsøe omanfyri allar hinar. Føroyar vinna trygt í hálvfinaluni ímóti Jersey Svimjarar kunnu saktans anda út undir vatni, men teir mugu tó upp at fáa nýggja luft