Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 137 - 21. juli 2005 Hósdagur 14. juli JÓGVAN NICLASEN staðfestir, at hann er besti bogaskjúttin í compound á Oyggjaleikunum hesaferð, tá ið hann vinnur gull í head-to-head skjótingini. Absalon Hansen fær silvur í recurve. Schandorff Vang vinnur bronsu í compund, tá hann vinnur dystin ímóti Per Holm Andersen. BOGASKJÚTTARNIR gera bart í liðkappingunum í head-to-head skjótingini. Bæði í recurve og com- pound vinna føroysku liðini gull. HERI ZISKA klárar ikki at verja gullmerkið hjá sær í diskos-kappingini. Hann hevur ein ringan dag og endar uttanfyri heiðurs- merkjaplássini. GUÐRI POULSEN og Erland Poulsen koma í fjórðingsfinaluna í bland- aða tvímansleikinum í badminton, men tey tapa fyri einum sterkum het- lendskum pari. FØROYAR vinda burtur úr vertstjóðini Hetlandi í fót- bóltsdystinum hjá kvinn- um. Føroyar vinna heili 9-1. MARIUS JOENSEN vinn- ur bronsu í skjótikapping- ini í skeet. Hann liggur væl fyri seint í kappingini, men missir okkurt av seinastu skotunum og endar tí nummar 3. ANDRAS THOMSEN vinnur silvur í 200 metra frísvimjing, og í 50 metra frísvimjingini vinnur Kristian Olsen silvur. Elspa Møkøre vinnur silvur í 100 metra rygg- svimjing. Í stafettini hjá kvinnum í fýra ferðir 100 metra blandað svimjing vinna Føroyar bronsu. Í óalmennu stafettini 8 ferðir 50 metra frísvimjing enda Føroyar nummar 2. FJÓRÐU ferðina á rað vinnu flogbóltskvinnurnar gull, tá ið tær vinna spennandi finaluna ímóti Saaremaa 3-2. Menninir fáa nakað av uppreisn, tá ið teir vinna bronsudysti ímóti Álandi sannførandi 3-0. Annika Vang og Absalon Hansen jubla eftir sigurin í liðkappingini í recurve Bóltur og bein – føroysku fótbóltskvinnurnar vinna aftur Tað gekk ikki eftir vild hjá Hera Ziska í diskos-kasti Marius Joensen stóð seg sera væl í skeet-skjótingini Seinasti bólturin í kvinnufinaluni í flogbótli. Gudrid Nolsøe smasjar og Føroyar vinna Hesin helt, at stuttleikin skuldi við aftur í svimjingina