hósdagur 21. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 21. juli 2005
23
Fríggjadagur 15. juli
FØROYSKU rennararnir
standa seg einki serligt í
hálvum maraton. Guttorm
Sørensen
er
fremsti
føroyski rennarin og endar
nummar 10.
RÓGVI
HØJGAARD
verður nummar 8 í kapp-
ingini spjótkasti, og Bogi
Lenvig verður nummar 6 í
1500 metra renningini.
SKJÚTTARNIR
Regin
Enghamar og Bogi Ward-
um enda ávíkavist sum
nummar 15 og 16 í einstak-
lingakappingini í trap-
skjóting.
AKSEL POULSEN tapir
finaluna í einmansleikin-
um íbadminton fyri grøn-
lendska
Bror
Madsen.
Aksel hevur í løtum gott
tak á grønlendska spælar-
anum, men ger ov nógv
mistøk og tapir 2-0. Ragnar
Rasmussen vinnur bronsu í
somu kapping.
BOGI Kristiansen er besti
føroyski súkklarin í býar-
koyringini, men honum
eydnast ikki at vinna
heiðursmerki. Hann endar
nummar 6, meðan Gunnar
Dahl-Olsen dettir og má
gevast.
TAÐ ENDAR við einum
knúsandi stórsigri, tá ið
føroysku fótbóltskvinnur-
nar spæla seinasta og
avgerandi dystin á Oyggja-
leikunum. Føroysku kvinn-
urnar vinna heili 12-0, og
Rannvá Andreassen
er
besti málskjúttin fimm
málum.
Harvið
vinna
fótbóltskvinnurnar triðja
gullmerkið
á
rað
á
Oyggjaleikum.
HØGNI R. ØSTER vinnur
gull í seinastu fimleika-
kappingini á Oyggjaleik-
unum. Hann vinnur í lopi.
Helgi Winter Olsen fær
silvur á gólvinum og
bronsu samanlagt í bundnu
íðkanunum.
THOMAS RASMUSSEN
vinna gull í einmans-
leikinum í borðtennis. Tað
er fyrstu ferð, at føroyskur
borðtennisspælari vinnur
gull
á
Oyggjaleikum.
Kjartan Eli Hentze fær
bronsu í einmansleikinum,
og saman fáa teir báðir
bronsu í tvímansleikinum.
ENDAHÁTÍÐIN
á
Oyggjaleikunum
er
á
Gilbertson leikvøllinum,
men tað er mest sum uttan
føroyska luttøku, tí teir
allarflestu føroysku lut-
takararnir eru á veg til
flogvøllin í Sumburgh, har
flogførini flúgva til Føroya
longu fríggjakvøldið.
Fjølmiðlafólkini, sum
dekkaðu Oyggjaleikirnar,
hildu til á einari skjótibreyt á
loftinum í Clickimin
ítróttardeplinum
Thomas Rasmussen umboðaði fyri fyrstu ferð Føroyar á
Oyggjaleikum, og hann gjørdi bart í einmansleikinum, sum
hann vann
Bogi Kristiansen spennir seg út í býarsúkklingini
Aksel Poulsen tapir finaluna, men vinnur silvur í badminton
Fótbóltskvinnurnar fegnast um gullsigurin
Cecil Weihe rann hálvt maraton fríggjamorgunin, fleyg til
Føroya fríggjakvøld og vann Tórshavn Maraton leygardag