Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 137 - 21. juli 2005 Oyggjaleikirnir eru ein stórhending fyri ítróttarfólk á 24 oyggjum. Fólk hava stóran áhuga fyri kapping- unum, og tí eru fjøl- miðlarnir eisini væl umboðaðir til Oyggjaleikir- nar. Hesaferð var tað eitt metstórt tal av fjølmiðla- fólki, sum fylgdu Oyggja- leikunum í Hetlandi, og tað var ovmikið at gera alla- tíðina. Tær mongu kappingar- nar, sum verða hildnar á ymsum støðum, gera, at fotografar og journalistar skulu renna sum um ein vissur var í hølunum á teimum. Tað kann gerast ov nógv til tíðir, og út á kvøldarnar sóust nøkur troytt andlit í pressu- sentrinum, sum hetlend- ingar høvdu riggað til í Clickimin ítróttardeplinum. Maðurin á myndin er fotografur – hann umboðar ikki føroysku pressuna, skulu vit gera vart við – og hann var so útlúgvaður tað eina kvøldið, at hann sovnaði oman yvir telduna hjá sær. Og sum teir góðu kollegar, sum hinir foto- grafarnir og journalistarnir sjálvandi eru, so vildu teir ikki vakja mannin, fyrr enn teir høvdu tikið myndir av honum. Fotografurin fekk sjálvandi einki at vita um hetta, fyrr enn hann kom aftur til arbeiðis morgunin eftir og ein stór mynd hekk av honum á vegginum. Samstundis varð ein kapp- ing útskrivað, har tað ráddi um at skriva bestu yvir- skriftina til myndina, har hann liggur sovandi omaná telduna hjá sær. Fleiri boð vóru, og eitt tað stuttligasta var: – Hmm, Føroyar og Á- land… flogbóltskvinnur… Føroysku áskoðararnir settu dám á allar flogbóltsdystirnar hjá Føroyum Hesin koyrir á flogbóltskvinnurnar í finaluni ímóti Saaremaa, og tað hjápti Fótbóltskvinnurnar høvdu nógvar føroyskar áskoðarar til sínar dystir. Onkran dystin vóru næstan 100 føroyingar og hugdu Strævnir og langir dagar