hósdagur 21. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eftir at tað leingi
hevur gingið illa hjá
KR, skoraði føroying-
urin, sum aftur hevði
fingið álopspláss, og
legði upp til tvey mál
í stórsigrinum á
Laugardalsvøllinum.
Sosialurin var eygna-
vitni, tá ið KR síðst
tapti á heimavølli
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Eftir at tað leingi hevur
gingið meiri enn illa hjá
KR, var tað sunnudagin
aftur hugaligt hjá føroyska
landsliðsspælaranum
í
bestu íslendsku deildini.
KR var á tjóðarvøllinum
í Laugardali, har KR átti
heimavøll inntil í 1984.
Mótstøðuliðið var Fram, og
tað eydnaðist KR at vinna
4-0. Fram og KR settu
sjøtul á 11. umfarið, og
hetta var fyrsti sigurin hjá
KR, síðani teir í 2. umfari á
heimavølli vunnu á Fram.
Rógvi Jacobsen átti stór-
an leiklut í stórsigrinum.
Eftir at hann fleiri tær
seinastu ferðirnar orsaka av
skaðum hevur verið á
verjukendum
miðvallar-
plássi, var hann hesa ferð
allar 90 minuttirnar í álop-
inum.
KR fekk fyrsta málið í
31. minutti. Álopsfelagin
hjá Rógva, Grétar Ólafur
Hjartason, átti síðsta fótin
á, og Rógvi átti næstsíðsta
fótin á.
Fýra minuttir eftir steð-
gin skoraði Rógvi til 2-0.
KR heimasíðan vil vera
við, at málið var meinlíkt tí,
sum Rógvi á sama vølli í
2003 skoraði fyri Føroyar
og ímóti Íslandi. Innleggið
kom úr vinstru, og Rógvi
var ósvikaliga tryggur, tá ið
hann sendi í kassan.
Trettan minuttir undan
leikloki var Rógvi Jacobsen
aftur upp á spæl. Hann
vann bóltin av Fram verj-
uni, og so spældi hann enn
eina ferð Grétar Ólafur
Hjartason leysan, soleiðis
at hesin kundi økja um
munin til 3-0.
Tá ið tað restaðu ellivu
minuttir slerdi KR trivaliga
og sera kærkomna stór-
sigurin á útivølli rimmar
fastan við langskoti, sum
brast í stólpan, áðrenn
bólturin fór í málið.
Í hinum dystinum í 11.
umfarinum, sum var á
skránni sunnudagin, vann
þróttur 1-0 á útivølli ímóti
Fylkir, sum mánakvøldið í
síðstu viku vann 3-1 á úti-
vølli ímóti KR. Mána-
kvøldið var 2-2 í Keflavík,
har ÍBV vitjaði.
Oyðimarkargongd
Á KR heimavøllinum var
hýrurin
einki
serligur
mánakvøldið í síðstu viku.
Í einki serligum summar-
veðri var leikliga avrikið
hjá KR ímóti Fylkiri einki
serligt. KR legði tó betri
fyri, men liði, sum ikki
hevur byrðin við sær so
líkt, so bóru tvey kiks í
verjuni tvey mál til mót-
støðuliðið við sær, og tá ið
teir tíðliga í 2. hálvleiki
øktu til 3-0, so fór luftin úr,
og hóast tað eftir horna
eydnaðist verjuspælara at
minka um munin, so var tað
ongantíð nakar ivi um, at
Fylkir fór at vinna.
Teir í Fylkir vóru sjálv-
andi væl nøgdir, tí í fyrsta
umfarinum høvdu teir kent,
at KR so at siga hevði
lumpað sigurin frá teimum,
eftir at Fylkir leikliga hevði
verið greitt omaná. Í øðrum
umfari vann KR aftur, og
tað tóktist sum um, at teir
aftur hesa ferð skuldu vera
við í meistarakappingini.
Men so vendi, og burturúr
átta teimum næstu roynd-
unum spurdust fýra javn-
leikir og fýra tap.
-Nei, hetta hevur ikki
verið serliga hugaligt. Ein
av orsøkunum til at tað
hevur gingið minni væl
hevur verið, at vit hava
verið ógvuliga skaðaplág-
aðir,
staðfesti
Rógvi
Jacobsen eftir dystarlok
mánakvøldið í síðstu viku.
Rógvi var ímóti Fylkiri á
verjukendum
miðvallar-
plássi. Tað hevði hann
eisini fleiri ferðir framman-
undan verið.
- Mær dámar best at
spæla í álopinum, men tá ið
tað hevur staðið illa til við
fólki, so hevur venjarin
viljað havt meg í álopinum,
og tað havi eg sjálvandi
tikið til eftirtektar. Vónandi
verður tað ikki so leingi,
inntil tað aftur fer at bera
mær til at spæla í álopinum,
droymdi Rógvi í sirminum,
og
sunnukvøldið
var
dreymurin aftur veruleiki.
Betri vónir um
framtíðin
Undir dystinum var skjótt
at
staðfesta,
at
tað
manningarliga stóð illa til
hjá KR. Rógvi Jacobsen var
ímillum teir mest eyð-
sýndu, og saman við hon-
um høvdu ein miðverji, ein
miðvallari og ein áleypari
støðið, sum skal til, um KR
skal gera seg galdandi. Í
øllum hinum ódnunum
haltaði tað orduliga.
Tí er ikki so undarligt, at
KR, sum var meistari í
2002 og 2003, ikki telist
millum oddaliðini. Undan
kappingarbyrjan
varð
roknað við, at teir skuldu
kappast við meistaraliðið
frá í fjør, FH, um meistara-
skapin. Tá ið tíggju umfør
vóru farin, og kappingin
var gott og væl hálvrunnin,
hevði FH 30 stig, og KR
hevði 10 stig!
At KR gongdin hevur
verið vánalig sæst aftur á
áskoðaratalinum.
Ímóti
Fylkiri vóru teir neyvan
fleiri enn eitt túsund.
Umstøðurnar hjá áskoðar-
unum kring vøllin í Frosta-
skjóli vóru, sum tær eru
kring flestu vallirnar í
Føroyum. Men umstøður-
nar hjá pressuni vóru betri,
enn tær eru kring allar
vallirnar, sum føroyska
landskappingin gongur fyri
seg á.
Ein ungur skilagóður
áskoðari segði støðuna vera
alt annað enn góða, men
hann hevði gott mót um
framtíðina.
- Skaðar hava plágað í ár,
men KR eigur ikki gott lið.
Tá ið vit vunnu meistara-
skapin í 1999 og 2000 áttu
vit framúr gott lið. Teir
spælararnir eru nú ymsa
staðni kring Europa. Tá ið
vit vunnu meistaraheitið í
2002 og í 2003 var liðið
einki serligt. Men hini
liðini vóru heldur ikki góð,
og so vunnu vit. Liðfor-
maðurin frá tí liðnum helt
saman upp á liðið. Hann er
nú í FH.
Hvussu
við
Rógva
Jacobsen?
-Hann varð keyptur, tí
hann var vandamikil álops-
spælari í HB. Skaðastøðan
og ikki serliga sannførandi
hópurin hevur havt við sær,
at Rógvi ikki hevur havt
møguleikar at vísa sínar
dygdir í álopinum, men
hann hevur kortini víst
máltev. Eg vænti, at tað fer
at verða betri, tí eingin her í
felagnum ivast í, at Rógvi
hevur dygdir. Tað vísir
hann í øllum dystunum. KR
hevur altíð verið felagið,
sum hevur verið mett at
vera tað við mestu pengun-
um. Kanska felagið fer at
keypa onkrar spælarar. Eg
haldi, at liðið er á veg rætta
vegin, og eg ivist ikki í, at
Rógvi fer at vera uppaftur
meiri eyðsýndur næsta ár,
helt hesin skilagóði og KR
kunnugi áskoðarin á KR
heimavøllinum í Reykja-
vík.
- Eg havi bundið meg í
tvey ára sáttmála her í KR,
og eg ætli at geva tí ein
kjans, segði Rógvi Jacob-
sen eftir dystarlok
Tá ið vit bóru upp á mál
tosið í Klaksvík um, at
Rógvi um ikki so langa tíð
aftur fór at verða at síggja í
føroyskum
fótbólti
og
kanska í bláari Klaksvíks
troyggju, so segði lands-
liðsspælarin
seg
einki
annað hava at halda seg til
enn tvey ára sáttmálan, sum
hann í heyst skrivaði undir
við KR.
Nr. 137 • hósdagur • 21. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Endiliga eydnaðist tað hjá Rógva
Rógvi Jacobsen á vøllinum í Frotsskjóli næstsíðsta mánakvøld