Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 137 - 21. juli 2005 HB-liðið gjørdi ongan vørr, hóast liðið stóð seg hampuliga væl í fyrra hálvleiki CHAMPIONS LEAGUE Stefan í Skorini Samanlagdi vinnarin var longu funnin í fyrra dyst- inum á Tórsvølli millum HB og Kaunas, og tí rokn- aði eingin við, at HB fór at skapa sensatiónina í seinna dystinum. Tað var tó ikki fyrr enn í 44. minutti, at Kaunas legði seg á odda, tá liðini møttust í Vilnius týskvøldið. Velicka, ið skoraði tvey mál á Tórs- vølli skoraði tað málið. Eftir steðgin setti Kaunas ferðina upp, Rimkevicius økti til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Sami Rim- kevicius fekk sítt næsta mál tíggju minuttir fyri dystar- lok, og Zelmikas skoraði seinasta málið í dystinum í seinastu minuttunum. Royndu at fáa styrk HB gjørdi annars eina roynd at fáa styrk úr útland- inum til hesar dystirnar, men tann royndin hálva- vegna miseydnaðist. HB fekk teir báðar Martin H. Nielsen og Jan Larsen, ið báðir hava leikt í super- liguni, men sum ikki spæla á hægsta stigið í løtuni. Leiðslan í HB hevði samband við bæði Toda Jónsson og Morten Wieg- horst, men einki spurdist burtuúr hesum ætlanunum. Teir báðir donsku spælarar- nir hava í øllum førum ikki verið við til at hækka støðið hjá liðnum munandi. Eini 25-28 hitastig vóru í Vilnius týsdagin, og tað gjørdi tað ikki lættari hjá HB-liðnum at spæla í so nógvum hita. Tað verður tískil Kaunas, ið fær møguleika at møta stjørnunum í Liverpool í komandi viku. HB-ararnir kunnu hinvegin gleða seg til ein tiltrongdan summar- steðg. Rætting Í mikudagsblaðnum stendur grein um kapp- róður, har skrivað varð, at Eysturoyingur ikki hevur vunnið FM síðan 1999. Hetta er ikki rætt, tí at Eysturoyingur vann bæði í 2002 og 2003. Vit biðja lesaran og ikki minst manningina á Eystur- oyingi halda okkum til góðar. -sae- U-15 vunnið báðar dystirnar Føroyska U-15 landsliðið hevur vunnið báðar dystirnar higartil í kappingini í Aberdeen FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Eftir tveir sigrar liggur føroyska liðið væl fyri í bólkaspælinum. Enn eru tríggir dystir eftir at spæla, men føroyska liðið hevur góðar vónir um at koma víðari. Fyrsta dystin vunnu føroyingar 3-1 ímóti BC Albion, eftir at støðan hevði verið 1-1 í steðg- inum. Føroysku málini skoraðu Jóan Símun Edmundsson (NSÍ), Adrian Cieslewizc (VB) og Heini Vatnsdal (VB). Næsti dysturin var ímóti suðurafrikanska liðnum Old Benonians, og tann dystin vunnu okkara menn 1-0. Jóan Símun Edmundsson skoraði einasta málið í dystinum. Eli Hentze, ið er ein av venjarunum hjá U-15 landsliðnum, sigur, at hetta er ein sera góð byrj- an hjá føroyska liðnum, og at líkindini fyri at koma víðari eru góð. Hann sigur, at um liðið fær eitt gott úrslit ímóti Aberdeen, eru teir so at siga komnir víðari. Úrslit: Føroyar - Albion BC 3-1 (1-1), málskjútti: Jóan Símun Edmundsson (NSÍ), Adrian Cieslewizc (VB) og Heini Vatnsdal (VB) Føroyar - Old Benonians 1-0 (1-0), málskjútti: Jóan Símun Edmundsson (NSÍ) Føroyska U-17 landsliðið hevur framvegis møguleika at spæla seg víðari í hálvfinaluna, nú bert ein dystur er eftir í bólkaspælinum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Føroyska liðið hevur vunnið tveir og tapt ein av trimum teimum fyrstu dystunum í innleiðandi bólkaspælinum. Mánadagin vann U-17 landsliðið ímóti Dyce. Úrslitið var 2-0, og Johan Ellingsgaard skoraði bæði málini hjá Føroyum. Vit frætta úr Aberdeen, at Johan fekk ein snudd í hesum dystinum og hevur ikki verið við teimum báð- um seinnu dystunum. Týsdagin spældi liðið tveir dystir. Tann fyrri ímóti Keith, og tann dystin taptu okkara menn við tveimum málum ímóti einum. Keith kom á odda í fyrra hálvleiki og økti eisini til 2-1, áðrenn Álvur Christiansen úr KÍ mink- aði um munin. Tað eydn- aðist tó ikki Føroyum at javna, og tapið var veru- leiki. Triðji dysturin í bólka- spælinum var ímóti finska liðnum Gnistan, sum Føroyar vann ein trivaligan 3-0 sigur á. Klæmint Andrasarson Olsen skor- aði øll trý málini hjá Føroyum. Mikudagin hevði liðið ein frídag, har teir kundu taka sær av løttum. Hósdagin er dystur ímóti Dundee, sum er sterkasta liðið í bólkinum. Teir hava verið rættiliga sannførandi higartil, men føroyska liðið liggur hóast alt hampuliga væl fyri at koma víðari. Teir vóna nú, at Dyce vinnur á Keith, so at Føroyar sleppur í hálv- finaluna. Um tað ikki eydnast at koma í hálv- finaluna, skal liðið spæla ein plaseringsdyst. Úrslit: Føroyar - Dyce 2-0 (1-0), málskjútti: Johan Ellingsgaard (2) Føroyar - Keith 1-2 (1-0), málskjútti: Álvur Christiansen Føroyar - Gnistan 3-0 (0- 0), málskjútti: Klæmint Andrasarson (3) Føroyar - Dundee Kaunas-HB 4-0 (1-0): Einki at gera Skaðin varð gjørdur í fyrra dystinum á Tórsvølli, tá Kaunas vann 4-2 Mynd: Álvur Haraldsen U-17 staðið seg væl í Aberdeen Kaunas - HB 4-0 (1-0) 1-0:Velicka, 44. 2-0: Rimkevicius, 63. 3-0: Rimkevicius, 82. 4-0: Zelmikas, 90. FBK Kaunas: Kurskis, Zelmikas, Kancelskis, Manchkhava,Barevicius (66.:Marciulis),Klimek (46.: Rimkevicius), Papeckys, Velicka, Baguzis, Poderis (72.: Pacevicius),Tamosauskas HB: Bárður Johannesen - Martin H. Nielsen (59.: Hallur Danielsen), Jóhannis Joensen, Rasmus Nolsøe,Janus M.Joensen - Jan Larsen (59:Tór-Ingar Akselsen), Kári Nielsen, Jákup á Borg, Svenn F. Jacobsen, Rúni Nolsøe - Hans á Lag (59.: Bárður Mortansson). Gult kort: Kurkis, Tamosauskas, Klimek, Bárður Johannesen, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe. Á beinkinum uttan at koma inn: Tróndur Vatnhamar, Hendrik Rubeksen, Hallur Danielsen, Heine Fernandez Liðleiðari: John Eystberg FAKTA UM DYSTIN