hósdagur 21. juli 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 21. juli 2005
29
spískur og argandi, at
stólarnir halda ikki fyri
látrinum. Jóhannes Beck,
ið sigst vera einasti maður í
heimi, ið hevur etið eina
kókaða danska pylsu við
rørtong. Tórður á knallert-
ini, ávegis í egningarskúrin,
at skera jugoslavisku frill-
unum beitur. Tipsblaðið
skrivaði einaferð, at Finn
Laudrup burdi verið stik-
aður inni, og løntur av stat-
inum,
eittans
fyri
at
framleiða fótbóltssnilling-
ar, kanska skuldi kommun-
an givið Jústnesi sama
tilboðið, táið um hondbólt
ræður. Hann er annars farin
at minna meira og meira
um Orm Bónda, seyður og
seyðakjøt eru næstan vorð-
in honum ein kreda í sjálv-
um sær. Partisanurin Regin,
sum setti seg á køstin, táið
kommunan ætlaði at ognar-
taka hann undan honum.
Balletdansarin á Gjaranesi,
hin
føroyski
Rudolf
Nurejev, vælsignað at vita
sær, at vit fara at fáa ein
bisp, sum bara dømir seg
sjálvan og ikki onnur. Ein
úr rúgvuni í valaliðnum av
prestum í oynni. Óli P. - ella
Ole Barding - sum Aksel
plagar
at
rópa
hann.
Karikaturteknari í heims-
flokki. Eigur merkiligu
evnini, í fáum strikum, at
siga frá hvussu leikur fer í
politiska talvinum, í tíðini
sum kemur, onkuntíð fleiri
ár frammanfyri sína tíð.
Eitt listarligt geni. Tað má
staðfestast, hóast eg oftani
standi fyri skotum og eri
farin at líkjast hinum
meinaleysa og buldrasliga
Baldrian, frá gomlu Barna-
bløðunum, alt meira, sum f-
igururin mennir seg við
tíðini.
Einmansherurin
Dánjal Jákup, sum fær alt
at rigga, ið hann fer í holt
við, og fjallið Jóhan Lervig,
yvirarmarnir sum lykta-
pelar, kendur fyri sína
óvanligu skotstyrki, tey
flestu hava hoyrt um ferð-
ina, hann skeyt hoppskotið,
sum brast í tvørstongina
suðuri í Hvalba, og yvir-
leggjarin fór av um tvøran.
Sterki smiðurin, sum legði
lærlingunum eina við, at
trygdarviðurskiftini vóru í
lagi,
hjálmar,
trygdar-
skógvar o.s.fr. Tí mundi tað
kennast beiskt, táið hann
misti eina fóring niður á
tærnar á svartaskómum, og
mundi gingið frá verðini,
og Helgi Simonsen helt fyri
við hann, at nú hevði verið
gott at verið undir hjálmi.
Sjúkrahússerføðingurin
Viggo Holm er ímillum teir
meira kendu í landinum.
Situr sum ein sáta á søgu-
ligu sykluni, sum donsku
mótstøðumenninir stjólu
frá týskinum undir seinra
heimsbardaga. Hon er eitt
perpetum mobile - eitt
ævinligt gonguverk - fæst
ikki at punktera heldur.
Dekkini eru massiv, halda
fyri øllum trýsti, og vón-
andi testamenterar hann
hana til Fornminnissavnið,
táið hann ikki orkar at
traðka á pedalarnar longur.
Úr ørgrynnuni av original-
um nevni eg bara ein aftur-
at. Pól Andrias í Horni.
Hóast vit eru skyldmenn,
hitti eg hann fyrstu ferð
niðri í Silkeborg, fyri fáum
árum síðani, og tað sum
órógvaði meg við honum
var, at áðrenn hann segði
gott kvøld, boðaði hann
mær frá, at hann ongantíð í
lívinum ætlaði sær at velja
meg. Ógvuliga kontantur.
Bersøgin. Óræddur. Hvíldi
í sær sjálvum. Men tað
gjørdi ongan mun, fólk
skula hava loyvi at tosa,
hugsa, skriva og velja tað
sum stendur hjarta og heila
næst. Kendur fyri at vera
ein paralellur til Georg
Gearløs á Skála. Og gitin er
søgan, táið døgverðin hjá
skálafólki fór í ranga-
strúpan, Pól Andrias kom
koyrandi við tøðvogninum
undir fullari seglføring,
eftir vegnum, við góðum
byrði undan, og harvið
prógvaði
hann,
hvussu
menniskja kann gera sær
lívið lagaligari við at nýta
høvdið rætt. Og satt at siga,
var eg ógvuliga ivasamur,
táið heitt var á meg um at
røða her í kvøld, nú bygdin
kom sær upp í eina heilt
aðra sferu táið ein av
bygdarinnar stóru synum,
Bergur í Horni, stjórin á
pelagiska
krematori´i
Føroya, varð sligin riddari
av Dannebrog, fyri trúgva
tænastu hjá danska statin-
um. Tástaðni skilti eg, hví
Pól var so bastantur hitt
kvøldið
á
Danmarkar
fløtum.
Mítt samband við bygd-
ina byrjaði ígjøgnum stóru
fjølskylduna.
Onkuntíð
fóru vit í stórum ferðalagi
úr Syðrugøtu, og vitjaði í
fleiri dagar í Uppistovu.
Hjá Jóhonnu, abbasystrini.
Seinri
var
tað
skipa-
smiðjan, ein bráðpanna av
lívi, dynamikki og fram-
søkn. Í skiftandi tíðum
hevur dukið frá sleggjum,
glæmurnar
frá
sveisi-
tengrum og momentmegin
frá kollosalum yvirarmum
hevjað stór skip upp frá
bakka-stokkunum.
Úr hesum lendi mundi
kappróðurin
byrja.
Vit
eldru minnast táið skipa-
smiðju-lærlingar, og aðrir
úrmælingar av Skála, í
áravís, vundu burtur úr
øllum øðrum á føroyskum
firðum, við áttamanna-
farinum Sølmundi og øðr-
um bátum hinumegin fjørð-
in. Neistin til eina bjarta
søgu við Svani og serliga
Skálabátinum. Kappróður-
in hevur verið lakur hesi
seinru árini, men nú tykist
vend at vera komin í, og
væntandi er hetta bara eitt
intermezzo, at pensionistar
manna
10-mannafarið.
Onkur helt fyri, at bara
samgongan ikki fór at taka
døgverðirnar frá teimum,
so tilkomnir teir eru í
róðrarhøpi. Dan helt fyri, at
báturin gjørdi lítlan mun,
menn og musklar, vóru
avgerðandi. Helst hava teir
saðlað um, nú nýggir bátar
skula smíðast og felagið
gongur eini ljósari tíð á
møti.
Sum í flestu bygdum
koma hesi sveiggini fyri,
ímillum ítróttagreinarnar,
og nú er tað fótbólturin,
sum rættiliga er farin at
gera um seg. Er vorðin
meginítróttin á sumri. So
knáir, at nú hótta teir sjálvt
siðvandu feløgini í høvuðs-
staðnum. Skal eta mín
gamla kepp, vovin á Uttaru
Hebridunum, um Skála
gerst føroyameistari og GÍ
steypavinnari í hesum árin-
um. Tá er oyggin komin á
beint aftur í hesi ítrótt, ið er
farin at líkjast eini heims-
religión. Á Skála ein sub-
religión saman við hond-
bóltinum hjá strandingum á
vetri.
Her grør um gangandi
fót. Menningin hevur verið
øgilig. Vónin vann á vón-
loysinum. Trúgvin á Ríkið,
sum menniskja ikki er ført
fyri at skapa, gevur tí
frælsið til at skapa tað
ríkið, sum vit frá natúruni
er ment til at gera nakað
við, uttan at lata okkum
ørkimla av tankanum um
alt tað, ið vit ikki fáa gjørt
nakað við. Tað finst ongin
orsøk til at ofra menniskju
fyri at skapa eitt ríkið, sum
menniskja ikki eigur máttin
til. Ongin plantar eitt pál-
matræð í føroyskum urta-
gørðum, táið umstøðurnar
ikki eru til annað enn
granntrøð og runnar úr
Eldlandinum. Táið Martin
Luther varð spurdur hvat
hann hevði gjørt, um
heimsins endi varð frá-
boðaður at koma í morgin,
svaraði hann prompte: Eg
hevði planta eitt træð. Hví?
Varð spurt. Eg trúgvi ikki á
framtíðina, men Ríkið, sum
ikki er av hesum heimi, tí
ger tað mær lítlan mun, um
framtíðin verður tað longri
ella styttri.
Spreingiknøttarnir
í
London eru tagnaðir. Av-
leiðingarnar
ræðuligar.
Drápa
og
devulskapur.
Óavmarkað konsentratión í
høvdinum á øllum, táið tað
hendir, men í víða spektrin-
um eitt blunk í stóra ljós-
havinum.
Lívið
heldur
fram. Vónin vinnur altíð á
vónloysinum. Tað ræður
um ikki at missa orkuna at
planta træðið, líkamikið
hvussu víkir og vendir.
Bara
soleiðis
sigrar
menniskja, vitið og skilið.
u
NE - DROP KOPIERNE!