Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 137 - 21. juli 2005 tórbjørn jacobsen Al-Fatah-partisanarnir hava sníkt seg inn í bretsku høvuðsborgina. Elta frem- sta ísraelska kjarnorkuser- frøðingin. Ein av odda- monnunum á atomdeplin- um í Negev-oyðimørkini. Har hildið verður, at gýðingarnir hava sínar vandamiklu vápnagoyms- lur. Hann er á fyrilestrar- ferð í Onglandi. Ímeðan hann ger burturav síni vísund, í háskúlans auditor- ium, tveita militantu svein- arnir hjá Yasser Arafat eina úrtryggjaða hondgranat inn í gjøgnum ein glugga, og Mossad agentarnir eru ikki ráðaleysir, heldur durk- drivnir, harðir og disipliner- aðir. Hin eini blakar seg omanyvir spreingiknøttin, og í somu løtu ljóðar ein hvøllur brestur, sum skakar universitetið og alt granna- lagið. Maðurin fór í spønir. Professarin varð bjargaður. Gjørdi seg liðnan og vendi heimaftur, fyri at menna eirindaleysa vápnið, sum ísraelar halda seg hava tørv á, skula teir standa hinum londunum í Miðeystri kurl. At ein trygdarvørur mátti tyggja lív, gjørdi ongan mun. Har standa tjóðarinn- ar áhugamál altíð omanfyri áhugamálini hjá individin- um. Soleiðis minnist eg eina kykmynd fyri nógvum árum síðani. Og nú brast aftur í London. Sorg og tregi. Heimurin er skakaður. Hin heilaga altjóðagerðin hevur eisini sínar vansar. Sohvørt sum verðin minkar, sam- skiftismøguleikarnir vaksa og gjógvin millum ríka og fátæka heimin víðkast, sortnar rangan á medaljuni. Heilatváttu sveinarnir hjá Osama Bin Laden ganga í gjøgnum heilt. Kenna sær ikki hógv. Um tað eru sek ella ósek menniskju, ið standa fyri teirra traman- skapi, ger teimum ongan mun. Opnu fólkaræðini vestanfyri eru vorðin ein tilvildarlig skotskiva fyri atsøknum frá fundamenta- listiksum dreingjum, fostr- aðir upp við krígsgalni, fanatismu og vanræðslu - í cellum í Yemen, Afganistan og Iraq. Eru vorðnir ein hættislig andvág til primi- tiva kóvboyaran í Hvítu Húsunum, ið stjórnar heim- inum, sum var hann instruktørur í einum discount filmi - einum spaghetti western. Grikkin Antonis Samara- kis sigur, í einari av stuttsøgum sínum, frá um ein mann, sum legði sær leiðina inn á eina café. Hann settist, legði á at lesa í eini avís, og las um alt tað, sum fór fram í heimi um tað mundið. Um bardagar, sum løgdu daprar skuggar á menniskju í krígsherjaðum londum, um geislavirkni, herverk, ja, í stuttum sagt, um alt tað, sum hann kendi so sera væl: Tómleika. Hann hevði onga vón. Hansara lív var úr enda í annan ein røð av ósigrum. Hann helt fram við at lesa, hefti seg við nærum alt, sum eygu hansara duttu niður á: Fátækradømi, hungur, ótta, flóttafólk. Nei, hugsaði hann, tað er als ongin vón fyri hesum heimi longur. Umsíður kom hann fram til tær smáu lýsingarnar, har onkur sóknaðist eftir einum akfari og onkur annar eftir einum persiskum teppi. Tá tók hann lummabókina úr fikk- uni, sigur Samarakis, reiv eitt blað úr henni og griflaði eina lýsing niður, sum hann ætlaði at fara inn á blaðhúsið við, havandi í kvittanum, at heita á redaktørin um at seta hana í blaðið. Lýsingin var soleiðis orðað: "Søkt verður eftir eini vón." Niðanfyri setti hann navn og bústað. Dialektiska rembingin, ímillum vónina og vón- loysi, er áhugavert fyri- brigdi. So komplext, at bara sálarfrøðingar hava skil á hesum. Harrin mundi tó vera rímiliga skilvísur, táið hann skapti okkum í sínum egna bílæti, í hvussu er hevur vónin fram til hendan dag vunnið á vónloysinum, í tí konstruktiónini - skoða vit yvir stóra ljóshavið, har vit sjálvi bara eru eitt lítið blunk, sum sagt verður í Mósebókum. Eisini á Skála hevur vónin sigrað. Kanska í túsund ár. Onkur heldur, at tað vóru fyrstu eftirkomar- arnir hjá Gøtuskeggjum, ið settust niður her. Hugsandi, táið vit síggja hvussu væl skálamenn hava ment seg í fótbóltspælinum. Gitin er Ormur Bóndi. Materialist- ur, jarðardrottur - men onki andsmenni. Seyðakjøtið var honum alt. Seinri komu størri andsmenni undan slektunum. Nólsoyar Páll. Einmansherurin, ið strídd- ist fyri at beina forðingar- nar burtur, ið gøllhildu føroyingar í verðsligari og harvið andaligari armóð. Verðinsborgarin, ið hevjaði seg eins og runnur úr turrari jørð, sum Jesaja vildi sagt. Yrkjarin. Bóndin. Báta- smiðurin. Hvørs hegnið gongur aftur í ættarliðun- um, sum komu at smíða so manga havgangandi skútu á bakkastokkunum á Skála. Tað man mangan hava verið stríggið, at komið ígjøgnum dagin hjá skála- fólki, drúgvur er teinurin á útróðrarmiðini og jørðin savnað á fáum hondum. Úrmælingar í útróðri hava tó ikki skortað, og kend- astur man Jóhan Karl vera, langabbi Tór á Krónni, gitin um allar Føroyar. Óræddur, tolin, skilagóður og ágrýtin. Róði øll mið. Legði nógv fyri. Festi kíkar undir bekkirnar fyri ikki at ganga burtur í vandasig- ling. Havi onkuntíð hugsað, um Sjúrður hjá Dánjal Jákupi man vera reinkar- natiónin av Jóhan Karli. Sama óboyggiliga hugin at søkja kend og ókend mið. Sum abbabeiggi hansara, Sigurð í Hoygarðinum, sig- ur tað so frágerða væl í yrkingini um Miðamannin: Men tað, sum aldrin upp- undan fjarar, er betra helvtin av Føroyalandi. Og land at nema, ið havið fjaldi, varð lív og vísindi miðamansins. Dýpið, hitt myrka hav- dýpið, huldi miðini. Á gingu íður, óansaðar. Hvør mundi læra miða- mannin at hoyra streymin og síggja botnin? Hóast bygdin er farin ígjøgnum væmingar og vaggandi gjálv, brotasjógv- ar og østar íður á lívsins margháttliga skiftandi leið- um. Bátar gingu burtur, fullsett kirkja skolaðist út, táið Prestá leyp, og bara eini maðurin bjargaðist, táið hann fór eftir hundin- um, ið hevði smoykt sær innar í kór, og aðrir sorgar- leikir, frá tíð til aðra, hava herja, so er samlaða mynd- in, at bygdin hevur ment seg úr stórari fátækt til ein risa á mongum økjum. Prógvið um, at vónin altíð sigrar á vónloysinum í samlaða tíðarhvarvinum. Bevar originalerne - drop kopierne. Eitt slogan sum sást nú ein dagin. Onkur heldur, at konsentratiónin av originalum ongastaðni í heimi er so stór sum á Skála. Nýggja rákið við dusinmenniskjum, har tað næstan er neyðugt at marka individini, skal skynast á, hvør ið er hvør, hevur ikki vunnið sær hevd her. Vøggustovur og barna- garðar hava ikki megnað at streymlinja fólkið til ókenniligheit. Men syn- tesan sum komin er úr tes- unum og antitesunum hev- ur vignast. Fleiri av teimum stóru eru farnir. Hans Jacob Bert- helsen - Grani - lívs- kunstnari, lummafilosoffur, reiðari, uppfinnari og kend- ur í duldum brøgdum. Minnist hann klárliga, táið hann sat á beinkinum hjá abba mínum, og dyrgdi eftir einum ráka. Myrki kunsturin stóð ímillum teir, hugsi hóast tað, at hann onkuntíð fekk uppí nevið, áðrenn hann legði leiðina framvið hjá Jákup Andriasi í Kálvhúsinum og øðrum góðum monnum hinumegin fjørðin. Gamli Símun úr Rituvík, sum gekk um bygdina við fenaði sínum eins og Ábraham ígjøgnum oyðimørkina. Gayin - sum gjørdist eitt lokalt hugtak. Hevði ætlanir um verða jarðaður uppi á Váli, undir Borgarfelli, men tað sigst at Jóhannes Beck steðgaði hesi verkætlan, tí hann helt ikki, at skálamenn tímdu at bera hann niðan haðar. Bara tí varð hann lagdur í kristna jørð. Lamba-Karl, sum ivaleyst hevði verið føroyameistari í tongrætt- ing, hevði slík kapping verið skipað í hansara tíð. Kendar eru søgurnar táið hann dróg allar skuffurnar fram á gólvið í køkinum, tí hann skuldi geva bygda- monnunum eina ljóslivandi mynd av, hvussu teir rivu um, niðri á banjaranum umborð í Lítlu Emmu. Táið hann hirdi lúkuna frá lokrekkjuni, eftir at kabúss- in var eksploderað, og spurdi um nakar kjansur varð fyri framhaldandi lívi umborð. Tá ein hostandi rødd úr kolaguvuni svaraði játtandi, dróg hann lúkuna fyri aftur, og tørnaði inn av nýggjum. Ferðin á útróðri, á Lambavík, táið motorurin sveik, og hann í kjaftsvørt- um mjørka, í tveir heilar sólarringar, róði innaftur á Skála, og snillingar funnu fram til, at leiðingin til tendripropparnar var kvett. Og kendast er kanska søgan, táið hann dróg silda- gørn á fjørðinum, og so nógv var í strekkinum, og so nógv stóð á mønini, at beinini smokkaðu niður ígjøgnum kjalarborðini. Menn komu honum til hjálpar, sleipaðu hann til lands, ímeðan leggirnir dinglaðu sum tveir fleksi- bilir slagkjalir niðurundan kjølinum. Og bygdarmaður mín Jóhan, gamli lærarin, flogklókur, serur og harður. Mest gitin - fyri sína egnu jarðarferð. Teir løgdu botnin, men harfyri tyntist tað ikki í meinginum av originalum. Serfrøðingurin í øllum livandi verðum, álku, sild og hummarum, Evald, vísundaligur sparrings- partnari hjá Peturi Stein- grund, sum er mentur somikið í hesi tvívegis pro- sess, at hann uttan himpr fer í víggj við fólkafloks- biologin Jón Kristansson. Og vinnur. Heimsborgarin Sveinur hjá Tróndi, ið sum ein journalistiskur eitur- koppur megnar at skriva um kappróður á Trongis- vágsfirði, ímeðan hann sit- ur og heppar sínar bygda- menn á leikvøllinum í Tampere. Tannlæknin, stór- skemtarin úr Vestmanna, sum man vera eindømi um mann, ið pjøssar uppá gapið á fólki ígjøgnum kikarasikti, og sum í lagnu- stundum kann vera so Myndir: Frá hátíðarhaldinum á stevnuni á Skála herfyri, tá vinnulívsmaðurin Torbjørn Jacobsen helt røðu BEVAR ORIGINALERN