Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2005 3 Gylta gullið "spøkir" aftur norðanfyri… Norðhavssildin var eitt kærkomið ríki- dømi í sínari tíð, og nú sildin aftur er farin at ferðast gjøgn- um føroyskan sjógv, kann hon enn eina- ferð gerast okkum ein rættiligur fongur, sigur Atli Hansen NORÐHAVSSILD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Atli Hansen, formaður í felagnum Nótaskipum, fegnast um, at føroysk skip aftur fáa norðhavssild í føroyskum sjógvi norðan- fyri. - Jú, tað er vist, at vit eru spentir upp á, hvussu gongdin við norðhavs- sildini verður. Tað er bara so torført at meta um, hvussu hetta fer at tørna út, tí hetta er so nýtt í okkara verð - í nýggjari tíð. Heystið best Atli vísir á, at tá ið føroy- ingar fyri einum 40-50 ár- um síðan í ríkiligt mát vórðu vælsignaðir við hesi ediligu sildini, hildu menn, at besta tíðin var frá byrj- anini av juli til seinnapartin í oktober. - Tað er ógjørligt at siga, hvussu gongdin við sildini fer at vera, men tað hevði verið ógvuliga áhugavert, um vit fóru at síggja gamla ferðamynstrið aftur. Hann vísir á, at norð- havssildin var eitt kærkomið ríkidømi í sínari tíð, og nú sildin aftur er farin at ferðast gjøgnum føroyskan sjógv, kann hon enn einaferð gerast okkum ein rættiligur fongur. - Men vit kunnu ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin, sigur Atli. Partrola Atli Hansen hevur verið burturstaddur nakrar dagar og sigur seg tí ikki vera so væl "uppdateraðan", nú skipini aftur hava fingið norðhavssild. - Eg havi skilt, at Christian í Grótinum og Norðborg hava partrolað, og eg havi skilt, at Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu eisini eru farnir at gera eina roynd. Men hví partrola hesi stóru skip eftir sildini? Er tað tí, at hon stendur so spjødd – ella er tað tí, at skipini vilja spara olju, nú oljan er so dýr? - Eg haldi, at talan er um bæði. Oljan er dýr, og við partroli eru betri møgu- leikar at fáa fatur á sildini, sum eg havi skilt stendur spjødd, sigur Atli Hansen. Jupiter liggur Formaðurin í Nótaskip- um er eisini reiðari á Jupiter. Í løtuni liggur skipið á Skála, har ymiskar umvæl- ingar og ábøtur verða gjørdar umborð. - Tá ið vit loysa aftur, helst um ólavsøkumundið, fara vit eftir tí, sum tá er at fáa. Tað verður so antin sild ella svartkjaftur, sigur Atli Hansen. Ìleggjarar hava lyndi til at selja síni parta- brøv í Atlantic Petroleum, og hetta ávirkar kursin Atlantic Petroleum er lækkað munandi seinastu vikurnar. Fyrsta handils- dagin 15. juni lá Atlantic Petroleum á 380. Eftir hetta hava íleggjarar staðfest vinn- ing, t.e. selja partarbrøv- ini, soleiðis at kursurin 14. og 15 juli hevur ligið um 290. - Tá felagið varð virðis- mett í desembur var lang- tíðar. Oljuprísurin á 30 dollarum nýttur. Markn- aðarsemja er nú um, at oljufeløg eiga at príssetast við einum oljuprísi á 35- 40 dollarar. Hetta merkir, at kursurin á Atlantic Petroleum eigur at liggja omanfyri 400, skrivar Kaupthing. Atlantic Petrole- um fellir í virði Almanna- og heilsu- málaráðið kunngerð mánadagin eina bústaðarpolitiska ætlan Mánadagin verður ein nýggjur bústaðarpolit- ikkur almannakunngjørd- ur. Talan er um tann so- kallaða bústaðarpakkan, ið dyrgt hevur verið eftir í eitt ár. Samgongan er vorðin samd um inni- haldið í pakkanum, men vit onnur mugu til mána- dagin at frætta um innihaldið. Samgongan heldur ikki lítið um seg sjálvan og sín politikk. - Hetta kann gerast størsta bústaðarpolitiska frambrotið í Føroyum tey seinastu 30 árini, heldur altso Almanna- og heilsu- málaráðið sjálvt. -HR Bústaðarpakki klárur at pakka upp Vestanstevna gav fitt yvirskot til ítróttafeløgini í Miðvági Veðrið var tó einki serligt um vikuskiftið. Og tað ávirkaði sjálvandi vestanstevnuna. Men kortini ikki meira enn so, at tað gav fitt yvirskot til ítróttafeløgini í bygdini. Sóley Hansen, fyriskip- ari, sigur, at eini túsund fólk vóru til kappróðurin. Hóast tey høvdu roknað við fleiri fólkum, so eru tey væl nøgd. At kalla øll tiltøk gingu eftir vild, hóast veðrið var ringt. Eisini dansurin savnaði nógv fólk, men tey vóru kanska nakað sein frá húsum. Ikki minst kabarettin hevur í fleiri dagar verið spæld fyri fullum húsum í bygdaskúlanum í Miðvági. Tað eru ítróttafeløgini í Miðvági, sum fáa ágóðan av inntøkunum frá vestanstevnuni. -HR Regnaði á Miðvág Jupiter liggur á Skála, har ymiskar umvælingar verða gjørdar umborð á skipinum. – Tá ið vit loysa aftur um ólavsøkutíð, fara vit eftir tí, sum tá er at fáa. Tað verður so antin sild ella svartkjaftur, sigur reiðarin, Atli Hansen Mynd: Vilmund Jacobsen - Jú, tað er vist, at vit eru spentir upp á, hvussu gongdin við norðhavssildini verður. Tað er bara so torført at meta um, hvussu hetta fer at tørna út, tí hetta er so nýtt í okkara verð - í nýggjari tíð, sigur Atli Hansen, formaður í felagnum Nótaskipum Mynd: Vilmund Jacobsen