fríggjadagur 22. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 138 - 22. juli 2005
Jenis av Rana sigur, at
tað er umráðandi at
halda lív í orðaskift-
inum um striptease
og annað virksemi av
hesum slagi í Føroy-
um tí hann væntar, at
fyrr enn seinni fer tað
at geva úrslit
STRIPTEASE
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ólavsøkan nærkast. Og líka
vist sum midnáttarsangur
er vorðin ein fastur táttur á
Ólavsøki
hesi
seinastu
árini, líka vist er tað, at
eisini Striptease er vorðin
ein
fastur
táttur
av
undirhaldinum á tjóðar-
hátíð okkara.
Og líka vist er tað eisini,
at Jenis av Rana, løgtings-
maður, fer at tala at, tí tað
hevur hann gjørt í fleiri ár á
rað.
Hann hevur enntá málið í
Løgtinginum fyri at vita,
hvat landsins myndugleikar
ætla at gera við hesi
viðurskifti.
Og tað fer hann aftur at
gera nú.
Í Ólavsøkublaðnum hjá
Sosialinum, sum kom fyrr
í vikuni, er stór lýsing, har
lýst verður við Striptease í
Eclipse í miðbýnum í
Havn.
Og hetta ætlar Jenis av
Rana
sær
at
reisa
í
løgtinginum í heyst, nú tað
nýggja tingárið byrjar á
Ólavsøku.
–
Eg
fari
at
seta
landsstýrismanninum
í
lógarmálum ein fyrispurn-
ing fyri at vita, um ætlanin
er at gera nakað við hesi
viðurskifti, sigur Jenis av
Rana.
Hann ásannar, at hetta er
eitt mál, sum hann hevur
reist fleiri ferðir áður, bæði
í Løgtingi og í almenna
kjakinum.
Men hann ætlar sær ikki
at gevast.
– Eg haldi, at tað er av
størsta týdningi, at vit ikki
gloyma hesi viðurskiftini,
men taka tey fram við
jøvnum millum bili fyri at
halda lív í kjakinum.
Hann er sannførdur um,
at verður lív hildið í
kjakinum, fer tað at hjálpa
fyrr ella seinni.
–Hetta er málið um
almenna tíðindamonopolið
eitt sera gott dømi um. Tað
varð felt ferð eftirferð.
Hetta eru mál, sum varð
reist aftur og aftur og at
enda bar tað frukt og
almenna tíðindamonopolið
varð brotið.
Fáa onki gjørt
Jenis av Rana væntar eisini,
at stríðið ímóti Striptease
og øðrum virksemi av
hesum slagi, fer eisini at
geva úrslit einaferð.
– Hvørja ferð, vit hava
reist málið, fáa vit at vita, at
føroyskir myndugleikar fáa
onki gjørt, tí tað er fútin,
sum er danskur, ið umisitur
lógina.
Samstundis hevur við-
gerðin í Løgtinginum víst,
at politiska skipanin er
samd um at slíkt virksemi
hoyrir
ikki
heima
í
Føroyum.
– Tað er vanæriligt, at vit
ikki kunnu stýra slíkum
viðurskifti í okkara egna
landi. Tað er eisini van-
ærilig skomm, at politiska
skipanin í Føroyum skal
hava eina meining um hesi
viðurskifti uttan at fáa gjørt
nakað sum helst, tí vit onga
avirkan hava á støðuna,
men heldur lata útlendskar
fyrimyndir leggja støðið
fyri slíkum virksemi.
– Striptease og líknandi
virksemi
er
beinleiðis
ágangur ímóti kvinnum, tí
mangan er tað ikki sjálv-
boði, at kvinnur eru uppí í
slíkum virksemi, og tað
eiga vit ikki at lata um okk-
um ganga, sigur løgtings-
maðurin.
Tí ætlar hann at spyrja
landsstýrismannin í lógar-
málum, Jógvan við Keldu,
um nakrar ætlanir eru at
broyta viðurskiftini ella um
ætlanin er bara at lata
standa til.
– Lata vit standa til, er
hetta tað sama sum at
sleppa veikum kvinnum,
upp á fjall.
Minst fýra milliónir
um árið
Jenis av Rana leggur aftur-
at, at hvørt ár verða fleiri
milliónir, flest teirra
kvinnur og børn, seld
ímillum heimsins lond í
sambandi við skøkjulevna.
Í Svøríki er skøkjulevnaður
mettur sum harðskapur
ímóti kvinnum og er bann-
aður við lóg.
Hann vísir á, at bæði í
Danmark og Íslandi, hevur
skøkjulevnaður vundið
nógv upp á seg seinastu
árini og í báðum hesum
londum verður staðfest, at
tað byrjaði við at loyva
striptease.
Hann vísti eisini á, at ein
fyrilestrarhaldari í Norður-
landahúsinum á fundinum
hjá Kvinnufelagnum og
Kreppumiðstøðini
um
skøkjulevnað vísti á hetta
sama og ráddi føroyingum
til
at
steðga
slíkum
virksemi.
Striptease einaferð
enn í Løgtinginum
Jenis av Rana ætlar ikki at gevast og tí fer hann enn einaferð at reisa spurningin um Striptease í
løgtinginu m