fríggjadagur 22. juli 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 22. juli 2005
7
Stórur munur er á
samsýningini fyri at
spæla á G!. Fyriskip-
arin sigur, at tað eru
marknaðarkreftirnar,
sum ráða, og at tað
sær gott út á CV’num
at hava spælt á G!
Teir ungu havnar-
bólkarnir tóku heldur
óvanlig stig til at
fíggja ferðina
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Herfyri vóru stuðulskon-
sertir í Margarinfabrikkini í
Havn. Endamálið var at
savna pening inn til ferða-
útreiðslur hjá nøkrum av
yngru
bólkunum,
sum
skulu spæla á G! Festivalin-
um.
Bólkarnir hava ikki nakra
serliga fíggjarliga orku, og
fáa ongan pening fyri at
spæla. Tí varð skipað fyri
hesum heldur serliga til-
taki.
Sær gott út á CV’num
Sosialurin spurdi Jón Tyril,
talsmann fyri G! um hví G!
velur at lata bólkar spæla
uttan samsýning:
– Fyrst av øllum vil eg
gera vart við, at eingir
bólkar spæla heilt ókeypis á
G! Teir fáa vikuskiftis-
atgongumerki til sín sjálvs
og ein gest í part. Hesi hava
hvørt virði av 595 kr. Har-
umframt fáa tónleikararnir
mat og drekka, eina T-shirt,
og ikki minst góða reklamu
og eksponering bæði á pall-
inum og í fjølmiðlum og á
okkara heimasíðu.
– Men tað er rætt, at vit
hava ikki ráð at gjalda sam-
sýningar í pengum til allar
bólkar. Vit halda tó, at tað
er ein góður møguleiki at
gera vart við seg, at spæla á
G!
Tað eru fleiri fólk enn
vanligt sum lurta. Tað er
stuttligari og festligari enn
vanligar konsertir at spæla
á G!, og so sær tað gott út á
CV’inum hjá bólkum, sum
ætla sær fram. Tí kunnu
bólkar velja at spæla á G!
orsakað av øðrum fyrimun-
um, hóast teir ikki beinleið-
is fáa pengar frá okkum.
– Tað er kanska vert at
viðmerkja, at tað er stór
kapping um at sleppa at
spæla á G!, og ein ávís
prestiga knýtt at tí. Nógvir
bólkar søkja um at sleppa at
spæla, men pláss er tíverri
ikki fyri teimum øllum. Tað
er við øðrum orðum eftir-
spurningur eftir bara at
sleppa á skránna, uttan mun
til tíð ella pall. So vit meta,
at bólkarnir fáa okkurt
burturúr, um ikki beinleiðis
í pengum í fyrstu syftu,
sigur Jón Tyril
Flutningur
Hví rinda tit ikki ferða-
kostnaðin hjá bólkunum?
– Vit hava ikki fingið
áheitan um at rinda ferða-
kostnaðin hjá bólkunum.
Eg visti einki um trupul-
leikar við flutningi áðrenn
konsertirnar í vikuskiftin-
um. Tí bleiv eg eitt sindur
kløkkur, tá eg hoyrdi um
hesar konsertirnar. Vanliga
hava føroyskir bólkar klára
ferðingina sjálvir. Men tá
bólkar hava heitt á okkum,
um at hjálpa til við flutn-
ingi, hava vit vanliga gjørt
tað.
– Vit hava tí sett okkum í
samband við onkran av
bólkunum, sum vóru við á
konsertini á Margarinfabr-
ikkini og spurt, um vit
kunnu hjálpa til onkurs-
vegna við flutninginum, so
at vit finna eina loysn. Og
hesir trupulleikarnir eru als
ikki so torførir at loysa, so
hatta verður fiksað onkurs-
vegna. Eingir bólkar skulu
sita eftir í Havn, tí teir ikki
hava fart til Gøtu.
Plasering
Fleiri av bólkunum, sum
ikki fáa pening fáa somu-
leiðis ringa plasering, bæði
á palli og tíð, er hetta ikki at
útnytta
spælihugin
hjá
teimum ungu?
– Eg haldi ikki, at nakar
bólkur á G! hevur ringa
plasering. Hvørki viðvíkj-
andi palli ella tíð. Tað eru
bara tríggir pallar, og allir
hóska til hvør sítt endamál.
Tað eru kend og vird nøvn á
øllum pallunum og allar
tíðir av degnum. Vit gera
okkum eisini størsta ómak
at leggja skránna so væl til
rættis, sum gjørligt, soleið-
is at bólkar spæla, har vit
meta, at teir sjálvir og
áhoyrarin fáa mest burtur-
úr.
– Tíverri kunnu ikki allir
bólkarnir spæla á Sandin-
um á midnátt leygarkvøld,
tí allir rigga ikki til tað av
ymsum orsøkum. Men vit
royna, sum sagt, at plasera
bólkarnar so væl sum til
ber.
Hvussu hava tit avgjørt
hvør fær samsýning og
hvør ikki fær?
– Enn einaferð, allir fáa
okkurt burturúr. Harnæst
hava allir bólkarnir hvør
sína avtalu við okkum. Tú
kanst siga, at tað er ein
samráðingarspurningur í
hvørjum einstøkum føri.
Vit hava ikki nakrar stand-
ard prísir, sum vit bjóða
bólkum. Í ein vissan mun
ráða marknaðarkreftirnar.
Vit halda okkum tó til
nøkur prinsip, sum eg haldi
eru umráðandi.
– M.a. tað eg havi nevnt
við at allir tónleikarar fáa
ein gest við, sum eisini fær
backstage-atgongd, og at
tónleikararnir
fáa
eina
máltíð og okkurt at drekka
og annars so góðar og virði-
ligar umstøður, vit yvirhøv-
ur kunnu bjóða, sigur Jón
Tyril at enda.
Einasti gistingar-
møguleikin, sum er
eftir til Summar-
festivalin, eru tjalding
og nøkur fá pláss til
húsvagnar. Umstøð-
urnar rundan um
tjaldøkið úti í Grøv
eru munandi betri í
ár enn í fjør
SUMMARFESTIVALUR
Tíðindaskriv
Øll summarhúsini í norð-
oyggjum, har tað er koyr-
andi til Klaksvíkar, eru
langt síðani bíløgd í sam-
bandi við Summarfestival-
in. Somuleiðis Ból og Biti.
Sostatt er tjalding einasti
gistingarmøguleiki, ið eftir
er, vikuskiftið 5. til 7. aug-
ust.
Í fjør vóru umleið tríati
tjøld á økinum úti í Grøv,
og tá var lag á manni at
tjalda í frálíka summar-
veðrinum, sum tá var. Tá
vóru bert wc-ið og brúsur
til teirra, ið nýttu tjalding
sum gistingarmøguleika,
men í ár eru umstøðurnar
munandi betraðar.
Umframt wc og brúsu á
økinum er eitt rúm, har fólk
kunnu matgera sær sjálvum
og eta inni. Har eru tvær
ferðir
tvær
kókiplátur,
køliskáp og borð, har fólk
kunnu eta við – umframt
allar aðrar hentleikar, ið
eiga at vera í einum køki.
18 el-íbindingar til hús-
vagnar eru til taks, og inni á
sjálvum økinum er pláss
fyri umleið tríati tjøldum –
alt eftir hvussu stór tey eru.
Hartil hevur Karl Heri
Joensen, bóndi, latið eitt
øki, sum liggur beint oman-
fyri, til tjøld á Summar-
festivalinum. Tað gevur so
pláss fyri okkurt um fimti
tjøldum afturat.
Um veðrið ikki er til vild-
ar at tjalda, so er ein summ-
arsmátta eisini á tjaldøkin-
um, har fólk kunnu kroka,
um tað skuldi verðið neyð-
ugt. Hetta er sjálvandi bert
til tey, ið tjalda.
Nógv tjaldpláss
umbiðin
Til Summarfestivalin í ár
eru nú um fýrati tjaldpláss
umbiðin, so tað sást ein
vøkstur í hesum gistingar-
háttinum.
Sambært Norðoya Kunn-
ingarstovu eru plássini til
húsvagnar, sum krevja el
við at ganga undan nú, men
tað er nógv pláss eftir at
seta vagnarnar.
– Fólk hava verið heldur
fyrr at bíleggja sær pláss á
tjaldøkinum í ár í mun til í
fjør. Tað var beinanvegin, tá
tey størru nøvnini vórðu
avdúkað, at fólk byrjaðu av
álvara at ringja, sigur
Christian Olsen, leiðari á
Norðoya Kunningarstovu.
Spældu fyri farti til G!
Mong tjalda á Summarfestivalinum
Fólk, ið ætla at tjalda á Summarfestivalinum, kunnu kenna seg trygg, tí vaktarhald verður á økinum undir øllum festivalinum