fríggjadagur 22. juli 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 138 - 22. juli 2005
Fyrireikararnar av G!
Festivalinum stríðast
av lívsins kreftum fyri
at leggja seinastu
hondina á »Føroya
størsta og feitasta
tónleikatiltak«, sum
tey kalla G! Festivalin
í ár. Sosialurin vitjaði
Gøtu mikudagin
REPORTASJA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Myndir: Bárður
– Minst til at keypa oyra-
sniglar. Tað skulu vera teir
bíligastu frá Føroya Tele.
Við síni eyðkendu suður-
oyardialekt rópar Annlis
Bjarkhamar oman ígjøgn-
um trappurnar. Uppi á loft-
inum í ljósabláu húsunum
hjá Dianu Borgnyardóttir í
Gøtu er rokan í fjørðuni.
Tað er mikudagur um mid-
dagsleitið, og seinasta hond
skal leggjast á »Føroya
størsta og feitasta tónleika-
tiltak«, sum fer av bakka-
stokki í kvøld, hóskvøldið.
Í hvør sínum rúmi á loft-
inum sita fólk klistraði til
teldurnar. Í rúminum til
vinstru frá trappuni situr
høvdingurin, Jón Tyril, við
sínum sermerkta skeggi og
húgvu. Henda morgunin
verður hann órógvaður av
blaðfólki og myndafólki frá
høvuðsstaðarpressuni, sum
henda morgunin er umboð-
að av Dimmalætting og
Sosialinum.
Telefonirnar og sms-boð
hava kimað frá tíðindaleið-
arunum úr Havn, tí evsta-
mark farið, men framvegis
er einki tilfar er komið úr
Gøtu. Myndir og tekstur frá
tíðindafundinum
hjá
danska tónleikabólkinum
Nephew eru avgreidd, men
nú skal internet samband
finnast fyri at fáa tilfarið til
Havnar.
– Hava tit einki tráleyst
samband? Hvat er tað fyri
útgerð, tit hava? letur
speiskliga úr Jón Tyril.
Við hjálp frá einum
geyma eydnast at flyta til-
farið frá teldunum hjá fjøl-
miðlafólkunum til telduna
hjá Jón Tyril, og so til
Havnar í øllum góðum.
Í rúminum við síðuna av
hjá høvuðsfyriskiparanum
situr fyrrverandi landsstýr-
iskvinnan og samskiparin
av G! Festivalinum, Annlis
Bjarkhamar. Meðan hurð-
arnar hjá hinum G! fyri-
reikarunum standa opnar,
hevur tjóðveldiskvinnan úr
Vági hurðina aftur, og á
einum gulum lepa hevur
hon skriva »Ikki órógvast«
á hurðina. Hesa løtuna, vit
eru á loftinum, kemur hon
av og á líka úr rúminum,
men sigur ikki tað stóra, og
fer inn aftur.
– Tú Jón, eg eri noydd at
fara til Havnar nú. Teir í
Nephew sita og bíða eftir
mær.
Við hurðina í rúminum
Skipaður hurliva
– Hetta er nógv størri enn
undanfarin ár. Tú kanst
siga, at fyrireikingin í
samband við festivalin í
ár er tvífaldað sammett
við í fjør. Tað er ræðuliga
strævið, men tað er heilt
avgjørt tað vert. Tað er
feitt at kunna at skapa eitt
feitt upplivilsi fyri fólk.
Leirvíksgentan Sunn-
eva H. Eysturstein hevur
verið við í fyrireikingun-
um av G! Festivalinum øll
árini, og aftur í ár tekur
hon eina hond í. Uppgáv-
an hjá henni í ár er at sam-
skipa allar básarnar, sum
G! Festivalinum hevur
ábyrgdina av.
Sunneva fortelur, at
seinasta mánaðin hevur
hon sitið frammanfyri
telduni og arbeitt á skriv-
stovuna hjá G! Festivalin-
um í Gøtu. Hon dylir ikki
fyri, at tað liggur eitt stórt
trýst fyri at fáa alt í rætt-
lag, áðrenn festivalurin
fer av bakkastokki.
– Tað hava verið nógv
ting, sum skulu fáast í
rættlag undan festivalin-
um, men eg haldi, at alt er
so smátt við at koma upp
á pláss, sigur Sunneva H.
Eysturstein.
Seinastu 16 mánaðirnar
hevur leirvíksgentan bú-
leikast í Íslandi, og eisini í
Íslandi er áhugi fyri G!
Festivalinum.
Herfyri
vendi
tíðindablaðið
Grapewine seg til fyri-
reikararnar av G! fyri at
kanna møguleikarnar hjá
íslendingum fyri at koma
á G! Festival. Úrslitið av
umbønini hjá tíðinda-
blaðnum er, at 32 íslend-
ingar koma úr Íslandi til
Gøtu um vikuskiftið.
.páll
– Ræðuliga strævið
-Tað er ræðuliga strævið, men tað er heilt avgjørt tað vert. Tað er feitt at kunna at skapa
eitt feitt upplivilsi fyri fólk, sigur Sunneva H. Eysturstein, sum er við í fyrireikingunum av
G! Festivalum.
Útvarp Føroya fer aftur í ár at senda beinleiðis frá G! Festivalinum. Seinnapartin mikudagin
skuldi umstøðurin fyri teknikkinum kannast.
Høvuðspallurin á Gøtusandi hevur veruliga tikið skap
Tað verður eisini okkurt til børnini á G! um vikuskiftið. Børnini hava leyg