Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2005 9 si í Gøtu – Nógvi mjørkin um vikuskiftið hevði við sær, at alt programmið hjá tónleikarunum gjørdist meira kompakt, enn vit upprunaliga ætlaðu. Men tað gjørdist kortini ikki nakar stórvegis trupulleiki, og nú gongur alt fínt, sigur Linda Mortansdóttir. Saman við Hergeiri Eldevig hevur Linda Mortansdóttir ábygdina av útlendsku tónleikarunum, sum koma til landið í samband við G! Festivalin. Arbeiðið hjá teimum fevnir millum annað um at heinta tónleikararnar á flogvøll- inum, skipa fyri útferðum og annars ganga útlendsku tónleikarunum til handa. Hetta er triðja árið á rað, at Linda hjálpir til á G! Festivalinum. Hetta er kortini fyrsta árið, hon hevur ábyrgdina av útlendsku tónleikar- unum. – Tað er rættiliga hekt- iskt. Tað størsta trýstið er júst nú, beint fyri at festivalurin byrjar. Tað eru nógvir upplýsingar, sum skal latast og fáast frá ymiskum fólki, fortelur Linda Mortans- dóttir. .páll – Tað er rættiliga hektiskt. Tað størsta trýstið er júst nú, beint fyri at festivalurin byrjar, sigur Linda Mortans- dóttir hjá Jón Tyril stendur Linda Mortansdóttir. Saman við Hergeiri Eldevig hevur hon hevur bólkarøktina um hendi. Hetta merkir, at tey skulu tryggja, at teir mongu útlendsku bólkarnar á G! Festivalinum í ár fáa eina so góða tænastu og uppliving í Føroyum sum gjørligt. Fransbreyð og pannur Niðriundir í stovuni er eisini hurlivasi. Fransbreyð, pannur, einstakar øl, grýtur, G! merchandise og fløgur liggur hultur til bultur í stovuni. Á gólvinum rekast fleiri leidningar. Í andlitis- bráunum á fólkunum í stov- uni sæst, at svøvnur í hes- um døgum er ein luksus- vøra. Hálvfull ella hálvtóm kaffigløs eru at síggja alla- staðni. Her verður sanniliga koyrt upp á pumpurnar. Uttanfyri sita nøkur á trappuni og fáa sær ein væl- untan smøj. Hóast yvirskot- ið til at tosa ikki er tað stóra, eru fólk bæði blíð og týð. Hesa løtuna, vit vitja skrivstovuna hjá fyrireikar- unum av G! Festivalinum, koma og fara fólk í heilum. Hetta tykist kortini ikki at órógva fyrireikararnar. Tey sita stútt við sínar teldur og telefonir og avgreiða síni viðurskifti. Nú vantar ikki nógv í. Stressið og rokið í samband við fyrireikingarnar hoyrir til. Hetta er ein partur av spælinum. »Tað skal nokk ganga«, hoyri eg onkran siga, áðrenn vit sleppa okk- um út úr skrivstovuni. Úr- mælingarnir úr Gøtu hava undanfarin ár so dyggiliga prógva, G! Festivalurin er ein dygdarvøra, og eg ivist ikki eina løtu í, at árið í ár verður einki undantak. Vit gleða okkum. – Størsta trýstið er nú Mongu áhoyrararnir á Gøtusandi skulu sjálvsagt eisini hava møguleika fyri at lætta sær um trýstið á festivalinum. Her verður kloakkin løgd til wc-skúrarnar gardagin møguleika at blíva málaði.