fríggjadagur 22. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 138 - 22. juli 2005
Vit høvdu eina sera áhugaverda samrøðu her í blaðnum, har
tveir ungir føroyskir vinnulívsmenn, ið hava sera góð avrik
at vísa á uttanlands, viðmerkja ætlan løgmans, um at Før-
oyar skal gerast heimsins fremsta land í 2015.
Hesir menn siga heilt einfalt, at umfatandi virksemið, ið
teir hava í dag við nógvum arbeiðsplássum uttanlands,
ikki hevði kunnað verið flutt til Føroyar, m.a. tí at føroy-
ingar ikki hava tær skattaavtalur, ið krevjast. Hetta mátti
fingið politikarar at hugsa eitt sindur um hetta, hóast
teimum ikki nýtist at taka undir við øllum.
Vit hava, við at kopiera danska lógávu uttan tilhoyrandi
dupultskattasáttmálar, málað okkum upp í ein krók, har so
at siga einki handilsvirksemi kann rekast effektivt úr
Føroyum uttan til Danmark ella norðurlond. Nær hevur
man politiskt bestemmað, at vinnan skal hava so avmark-
aðar treytir at virka undir? Hevur man nakrantíð bestemm-
að hetta politiskt?
Eitt eru sáttmálar og handilsavtalur, sum eiga at fáa
hægsta prioritet, um vit skulu verða komin nakran veg í
2015. Ungu vinnulívsmenninir ráddu eisini til eitt
skattaprosent uppá 13% í Føroyum og eina minking av tí
almenna sektorinum.
Fyriuttan tað, at sama skattaprosent fyri øll vildi verið í
stríð við tað samhaldsfasta prinsippið, har tey ið megna
minst gjalda minst og øvugt, so er eisini ivasamt, um allar
vælferðartænastur kundu verið betaltar við einum slíkum
prosenti.
Tá tað er sagt, so eiga vit at diskutera hetta mál og ikki
blankt at avvísa, at almenni sektorurin kann minka, so tað
kann gerast bíligari at liva i Føroyum.
Tað er umráðandi, at man skilir ímillum tann partin av tí
almenna, ið beinleiðis veitir eina vælferðartænastu t.v.s
tann partin íð leverar eitt útbúgvingarverk, eina sjúkra-
røkt, eldrarøkt o.s.fr., og so restina. Tað er eingin ivi um,
at eina ávísa umsiting mugu vit hava við innkrevjingar-
funktiónum og kontrolfunktiónum, men nú er tíð at end-
urskoða nógv av hesum, ikki minst tí, at stýringsamboðini
eru nógv betur í dag, enn fyri bert fáum árum síðani.
Hvat er innkrevjingarkostnaðurin pr krónu, ið verður kravd
inn av tí almenna íroknað kontrolfunktiónir? Kundi hetta tal
ikki verið minkað? Kundu vit ikki foreinklað MVG skipan-
ina? Vit høvdu fyrr í ár eitt uppskot á hesum stað við at út-
skríva eina kapping til eina nýggja MVG skipan, har vinn-
arin var tann, ið kundi gera ta skipanina, ið var bíligast at
umsita. Hvi ger man ikki hetta? Hvussu nógv fólk sita í rein-
um kontrolfunktiónum í tí almenna í dag? Hvussu nógv til-
feingi verður í dag kanaliserað burtur frá borgaratænastun-
um til internt brævaskifti og dupultfunktiónir, ið kanska í
summum førum leggja minni virði afturat, enn hesin
aktivitetur kostar?
Núverandi gongd kann ikki halda fram. Blokkniðurskurð-
urin hevur gjørt tað neyðugt at spara eina millión um dagin
á útreiðslusíðuni hjá tí almenna, um man vil tað ella ei.
Hóast man neyvan kemur niður á 13% í skatti, um væl-
ferðarsamfelagið skal varðveitast, so hevur skattgjaldarin í
hvussu so er uppiborið eina endurskoðan og rationalisering
av almennum virksemi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
13% í skatti?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Majbritt Jacobsen
10 juli. gleddi 12 ára gamla
dóttir mín seg til at fara til
Danmarkar at ferðast. Aft-
aná nakrar deiligar dagar,
gleddi hon seg tó at koma
heimaftur til klettarnar. Tað
var tann 17. juli. Mjørka-
dagarnar.
Tað var ikki stuttligt. Vit
fingu at vita, at flogfarið
var avlýst og so vóru góð
ráð dyr. Dóttir okkara dám-
ar ikki at vera einsamøll
millum fremmand, slettis
ikki at sova saman við
teimum. Hon kundi ikki
vera hjá familjuni niðri, um
hon nú kom ov seint til
flogfarið. Eingi visti nær
fari var avstað og hvussu
langa tíð, tey høvdu at
umráða seg.
Systurdóttur mín slapp at
sova saman við dóttur míni
á hotellinum. Aftaná at hon
(systurdótturin) mátti fara
tíðliga á morgni, tóku tey
sær væl av henni, bæði tey
á hotellinum og ferðaleið-
arin, sum var send av flog-
vøllinum. Ferðafylgið var
síðani kunnað um støðuna
og vóru síðani bjóðað at
fara ein túr í Legoland. Her
var tó tann trupulleiki, at
tey ikki kundu senda dóttur
mína avstað einsamalla. So
tá ein ótrúliga fitt familja,
sum vit ikki kendu, bjóðaði
sær at taka hana við í Lego-
land ringdu tey til mín fyri
at kanna um hetta var í lagi.
Ein fyrikomandi maður,
presenteraði seg og segði
sum var og um vit vildu
geva loyvi til at hon, fór við
familjuni avstað. Sjálvandi
slapp eg fyrst at tosa við
viðkomandi, hetta játtaði
eg so.
Í Legolandi fingu tey
"matpengar" bæði til døg-
urða og náttura. Tey fingu
javnan kunning um nær tey
kundu vanta at fara.
Eg var sjálvandi eitt
sindur órólig og forvitin
fyri at vita, nær tey komu
so eg ringdi nakrar ferð til
Atlantic og fekk altíð fitt
og fyrikomandi fólk í horn-
ið. Tey tóku sær góða tíð at
lurta eftir, hvat tað snúði
seg um og um tey ikki
kundi svara mær her og nú,
ringdu tey aftur til mín og
góðu mær boð.
Sjálvandi ynsktu vit at
verið hesa hending fyri-
uttan, men eg haldi at
starvsfólkið
í
Atlantic
hevur alt rós uppiborðið.
Eg havi bara gott at bera
Atlantic Airways.
Mjørkatúrurin 17 juli 2005