Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2005 11 VIÐMERKINGAR Richard Schwartson Qui dedit beneficium tace- at; narret qui accepit. (~ Tann, sum ger eina tænastu, skal ikki breggja sær av henni; tann, sum tekur ímóti eini tænastu, sig øðr- um frá hesum) Seneca, rómverskur heimsspekingur og høv- undur (5 f.Kr-65 e. Kr.) Eftir ætlan skuldi undir- ritaði komið til Føroyar við rutuflogfarinum hjá At- lantic Airways seinnapartin leygardagin 16. juli, men orsaka av mjørka í Vágum eydnaðist okkum ikki at lenda fyrr enn um middags- leitið mánadagin 18. juli. Flogfarið henda túrin varð fullsett við ferðafólki, harav fleiri familjur við børnum, umframt onkur, sum var likamliga illa fyri. Orsaka av at flogfarið úr Føroyum varð heldur seinkað úr Føroyum til Danmarkar, fingu vit eina upphædd frá Atlantic Airways at keypa okkum okkurt at eta, meðan vit bíðaðu í Kastrup. Flogið varð úr Keypmannahavn leygarkvøldið um 9-tíðina. Tað var ikki lendandi í Vágum vegna mjørka, og eftir at hava flogið yvir Før- oyum í okkurt um ein hálv- an tíma, gjørdi flogskiparin av at seta kósina móti Stav- anger. Vit lendu í Stavanger seint leygarkvøldið. Bussar stóðu til reiðar og bíðaðu eftir okkum á Sola flog- vøllinum, og vit fingu øll innivist á sama hotelli í Stavanger. Morgunin eftir var aftur farið á flog til Føroyar, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist at lenda, orsaka av mjørka, og eftir at hava flogið yvir Føroyum í ein tíma ella so, varð kósin sett móti Íslandi. Vit lendu á Egilsstøðum, har vit bíðaðu í fráfaringar- høllini á flogvøllinum í nakrar tímar. Vit fingu mat og drekka frá Atlantic Air- ways. Seinnapartin sunnu- dagin varð so aftur farið á flog móti Føroyum, men framvegis varð tjúkt í mjørka í Vágum, og eftir at hava flogið yvir Føroyum í meir enn ein tíma, varð kósin hesuferð sett móti Bergen í Noregi, har við lendu um 10-tíðina sunnu- kvøldið. Aftur stóðu bussar fyri okkum og fluttu okkum á hotellið, har vit skuldu gista. Hóast farið var um midnátt, varð borðreitt vit heitum mati á hotellinum. Hjá onkrum byrjaði tað at kennast heldur møtimik- ið, tá kósin enn einaferð varð sett móti Føroyum, men um middagsleitið mánadagin settist flogfarið á flogvøllin í Vágum, og drúgva ferð okkara til Før- oyar loksins komin at enda. Mín niðurstøða sum ferðandi er henda: Flogskipari og manning umborð á Atlantic Airways flogfarinum á rutuni RC455 leygardagin 16. juli gjørdu alt tað tey kundu, at gera okkum ferðina so lagaliga sum tað nú bar til, tá hugsað verður um tor- føru umstøðurnar. Mann- ingin veitti okkum fullgóða tænastu alla tíðina, og At- lantic Airways skipaði fyri innivist og mati bæði í Noregi og í Íslandi. Nógv var at taka støðu til hjá flogskiparum og flog- ternum. Eg tori at siga, at tú hevði valla fingið betri tænastu frá nøkrum øðrum flogfelagi, og eg eri ikki nakar ársungi, tá tað kemur til at flúgva upp á Føroyar ella uttanlands. Atlantic Airways megn- aði tørføru uppgávuna fyri- myndarliga: við sera stutt- um skotbrái at útvega inni- vist og mat til umleið 90 ferðandi tveir fylgjandi dagar í tveimum londum, og samstundis veita tæn- astu umborð, meðan flogið var aftur og fram í loftrúm- inum yvir norðuratlants- havi. Atlantic Airways hevur rós uppiborið, og tað skulu tey við hesum fáa. Rós har rós er uppiborið - um Atlantic Airways Tá ið Þóra og eg komu inn á stovuna á sjúkrahúsinum í Hillerød seinna- partin í dag at vitja Julian, hugsaði eg við mær sjálvum: Hetta er eitt øðrvísi maskinrúm enn tey, tú var vanur við, gamli mín! Orðini vóru ikki nógv. Ljóðið segði alt. Nógv er broytt, síðan Julian, spelkin, kvikur og við sínum eyðkenda, argandi smíli, fyri 27 árum síðan vappaði runt inni á Sct. Jósefs sjúkrahúsinum í Keyp- mannahavn. Í hondunum handan bak hevði hann eina innpakkaða lítla sparkidragt, sum hann skuldi geva tí lítla skyldmanninum, sum hevði sæð dagsins ljós. Har gekk hann aftur og fram á hospitalsgongini og leitaði eftir »fru Næs«, sum skuldi havt átt eitt dreingjabarn har á deildini. Men eingin har um leiðir kendist við nakra »fru Næs«, men dreingjabørn vantaðu ikki. Honum líkt gavst hann ikki so. Hann hevði sett sær fyri at finna konu og barn, og sum ein sannur røktingarmaður á Innara Homrum eydnaðist tað honum eisini at finna tað, hann leitaði eftir. Hann gekk seg á ta glaðu, nýbakaðu mammuna á gongini, og mann kann siga, at hann í sonnum faðirs stað gleddist saman við henni um hetta lítla barnið, sum komið varð. »Fru Næs - málið« varð loyst, líkamikið hvat so sjúkrahúsjournalirnar søgdu. Hesa hending minti Julian okkum oftani á. »Eitur tú ikki frú Næs enn?« plagdi hann at spyrja við sínum eyðkenda smíli. Og Þóra plagdi at svara: nei, bara tá ið hon skuldi hava ein hýruvogn í útlondum. Hósdagin 26. mai høvdu vit her í Ishøj vitjan av Hildigarð, pápasystrini úr Skálum. Hetta var ein av teimum døgunum, tá ið blaðað varð upp í nógvum gomlum minnum, men Hildigarð er soleiðis innrættað, at hon livir ikki bara í tí farna, hon ferðast eisini nú, og hon gleðir seg til at vakna í morgin at uppliva nakað nýtt og øðrvísi. – Hetta var eisini eyðkennandi fyri ferð hennara í vár. Hon ferðaðist til støð, hon kendi frá fyrr av, og hon ferðaðist til nýggj støð. Hon hitti gamlar kenningar, skyldfólk og vinir, hon vitjaði tey og fjálgaði um tey. Ein av hesum var Julian, og vitjan hennara í vár gleddi hann ómetaliga nógv. Henda dagin varð nógv prátað um tað, sum skuldi fara fram viku- skiftið 15. og 16. juli, tá ið skyld- fólkini hjá ommuni og abbanum í Nesi ætlaðu at hittast har suðuri. Hjá okkum í Ishøj lá tíverri ikki fyri at vera stødd í Nesi á hesum sinni. Tá ið eg hevði verið inni á gólvinum hjá Julian og Maluni fyri trimum vikum síðan, hugsaði eg við mær, at stuttligt hevði verið at vitja tey bæði aftur hetta sama vikuskiftið, tá ið øll hini hittast í Nesi. So kundu vit báðir latið tankarnar farið á flog um Sandánna og Planan og kolholuni og ikki um at tala øll fólkini, sum hann kendi frá tíðini, hann sjálvur vaks upp… Soleiðis gongur.Motorurin er tagnaður. Drongurin í sparkidragtini gongur í giftingartonkum, og ungir røktingarmenn og skyldmenn eru settir við á Innaru Homrum. Á veg heim av sjúkrahúsinum í kvøld fóru Þóra og eg inn á gólvið hjá Maluni í Allerød. Sótu hjá henni, tosaðu við hana. Og tagdu saman við henni. Á vegginum yvir sofuni hongur málningurin av Nesi. Í sínum lívsstarvi fór Julian um mong havsins nes. Men fyri mannin, sum ferðaðist verðina runt fleiri ferðir, hevði tað lítla bygdalagið í Nesi alt at siga. Fyri Julian var Nes ikki bara eitt lítið tilvildarligt nes út við fjørðin- um. Hann elskaði hetta staðið og tað fólkið, her búði, hann var ómetaliga góður við tað, sum livdi og rørdist her. Sandáin stríðir seg enn út á sjógv – og aftur í kvøld fór hon sínar egnu leiðir. Góðu Malan, Janne og Stein, vit takka tykkum fyri alt tað, tit hava givið okkum við minninum um mann og pápa tykkara, hann var okkum ein sera góður vinur og frændi. 15. juli, 2005 Martin hjá Johannesi hjá Martini í Nesi Minningarorð um Julian Næs, ættaður úr Nesi í Hvalba f. 29. desember1931 – d. 15. juli 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Egil Djurhuus, ættaður úr Kollafirði, búsitandi í Havn, fer til gravar úr Havnar kirkju í dag, fríggjadagin klokkan 14. Alfrida Hammer, Runavík, andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mikudagin, 93 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík leygardagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju sunnudagin klokkan 14. Ninna Eliassen, Fuglafjørður, andaðist á Vesturstovu í Fuglafiriði týsdagin 19. juli, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju leygardagin klokkan 14. Tey, sum vilja minnast Ninnu, kunnu lata Vesturstovu eina gávu. Konto í peningastovnunum. Kelda: Kringvarp Føroya Andlát og jarðarferðir