Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 138 - 22. juli 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 22. juli Maria Magdalena. Verður nevnd sum ein av teimum kvinnunun, sum vóru í fylgi við Jesusi og verður sett í samband við ymiskar kvinnur, sum vit annars hoyra um í evangelisku frásøgnunum. Var ein av kvinnunum við Jesu grøv, tá ið hann var upprisin. Magdalena merkir »úr bygdini Magdala«. Sunnudagin 24. juli fyllir Mathilda Weihe av Selatrað 90 ár. Mathilda varð fødd á Trøðni á Selatrað, hin 24. juli 1915 – sum nr. 4 av 8 systkjum. Foreldrini vóru: Carl Petersen (1883-1969), ættaður av Heyggi á Sela- trað, og Emilia Petersen, fødd Samuelsen (1883-1952), ættað úr Streymnesi. Carl var motorpassari og hegnismaður, traðarmaður og kønur grótmaður. Carl laðaði garðar og grundir, hús og brúgvar víða hvar. Emilia tók ímóti mongum børnum á Selatrað, í sínari tíð. Tá íð konur vóru komnar til at eiga, vóru altíð boð eftir Emiliu; og mangan var tað so, at Emilia tók ímóti barninum – um jarðar- móðurin ikki náddi fram til tíðina. Soleiðis var t.d., tá íð tann, íð skrivar hesar reglur var borin í heim. Jarð- armóðurin var ávegis av Eiði – við báti sjálvandi – men áðrenn hon kom til Selatraðar hevði Emilia tikið ímóti lítla ommusoninum, íð gjørdist hennara síðsta reivabarn; tí góða viku seinni varð Emilia omma borin til gravar. Mathilda og tey vóru 8 systkin: Agnas (1909-1991), Palli (1911-1980), Mia (fødd í 1913), Mathilda (fødd í 1915), Dagmar (1917-1959), Jakku Mathias (1921-1997), Hans (1923-1983) og Emil (1927-1994). Nú eru bara Mia og Mathilda eftir á lívi. Mia er á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík; og Mathilda er á sambýlinum Vesturskini á Toftum. 6. mars 1940 giftist Mathilda við Max Cecil Weihe (1913-1986), ættaður av Sandinum í Søldarfirði. Cecil var hálvur selatraðmaður. Faðir hansara, Hans Petur Weihe (1868-1953), var bóndasonur av Niðristovugarði á Selatrað, har Hans Petur eisini sjálvur varð bóndi, frá 1927-31. Annars starvaðist Hans Petur mest sum keypmaður og reiðari á Sandinum í Søldarfirði. Móðir Cecil, Anna Weihe, f. Kjærbo (1876- 1959) var ættað uttan úr Stovu í Sumba. Mathilda og Cecil bygdu í Brekkunum á Selatrað (tað er har Skótadepilin er í dag), og fingu tey 5 børn saman: Aurora (f. 1940), Carl (f. 1942), Emilia (f. 1943), Hans Petur (f. 1947) og Max Cecil (f. 1952). Mathilda eigur í dag 15 ommubørn og 18 langommubørn. Síni fyrstu 2-3 ár búði Mathilda í barnaheiminum á Trøðni á Selatrað. Men tá íð mamman, Emilia, í 1917 gjørdist sjúk og at enda mátti fara til Danmarkar at søkja sær heilsubót, vórðu tey 5 systkini, íð tá vóru millum 1- 8 ára gomul, skild at í 2-3 ár. Tey komu tá at búgva hjá familju víða hvar kring landið (á Selatrað, á Morskranesi, í Hósvík, í Hvalvík og í Kvívík). Mathilda kom fyrst í bóndahúsið í Miðtúni á Selatrað, síðani til fastur sína, Paulinu á Morskranesi. Paulina hevur líka síðani átt eitt serstakt pláss í hjartanum hjá Mathildu. Tá íð Mathilda var um 5 ára gomul, kom mamman heim aftur úr Danmark, og Mathilda flutti tá saman aftur við foreldrum og systkjum í barnaheimið á Trøðni, har Mathilda trakkaði flestu barnaskógvar sínar. Mathilda gekk í barnaskúla á Selatrað í 7 ár; men skúlagongdin var heldur enn ikki smábýtt tá í tíðini, tí lærarindan, Heinina Jacobsen (1877-1967), íð var bæði góð og nærløgd í sínum arbeiði, ferðaðist ímillum 3 bygdir – Selatrað, Skála og Morskranes. Longu sum 10 ára gomul byrjaði Mathilda at arbeiða uttanfyri heimið – fyrst sum hoyggingargenta, hjá Andreasi bónda Weihe. Mathilda minnist, at hon tá m.a. hoyggjaði tann teigin á Norðastumørk, har kom-andi verfaðir hennara, Hans Petur Weihe, í 1926 bygdi bónda- húsini við Sándá. Sum 14 ára gomul fór Mathilda út at tæna – fyrst hjá Magdalenu og Óla í Miðtúni á Selatrað, síðani uppi á Hamri á Toftum, so á Høgabóli úti í Heið- unum, og seinni eisini í Havn. Innímillum arbeiddi Mat- hilda í saltfiski – hjá Óla í Miðtúni á Selatrað og inni á Fjørð í Vestmanna. Um 20 ára aldur kom Mathilda at arbeiða í køkinum á bróstsjúkrahúsinum, Sanatoriinum, í Hoydølum. Har ar- beiddi Mathilda í 4 ár; og sum tað álitis og skilafólk, hon var, var tað Mathilda, sum avloysti økonomuna, Saktildu Jensen úr Kvívík, tá íð hon hevði forfall ella var í feriu. Eftir at Mathilda á vári 1940, sum 24 ára gomul, var gift við Cecili, búsettust tey bæði á Selatrað; og eftir tað arbeiddi Mathilda ikki longur uttanfyri heimið. Maður Mathildu, Cecil, íð var stýrimanslærdur, var meginpartin av lívinum í langfarasigling, úti í stóru verð. Tey fyrru árini vóru ikki so vælskipaðar feriur sum nú á døgum. So, Cecil kundi vera leingi burt- ur. Einaferð var hann burtur í samfull 2? ár. Hettar var tað longsta, Cecil var burt- ur út í eitt. Sostatt var Mathilda megin- partin av tíðini einsamøll heima hjá børnunum. Í húsinum var kúgv, seyðir, ross, høsn og dunnur – sum alt skuldi passast, bæði væl og virðiliga. Umframt at passa hús, børn og kríatúr, torvarbeiði o.s.fr. fekst Mathilda eisini við ymiskt handarbeiði. Mathilda keypti m.a. seyðaskinn frá bøndrunum, sum hon garvaði til at selja. Eisini bant hon fyri fólk. Tíðliga í tíðini keypti hon sær bindimaskinu. Við henni bant Mathilda mangt plaggið, serliga í 1940- og 1950- árunum. Serstakliga vóru tað ullint klæði til skipsmenn kring landið, íð Mathilda bant við maskinuni (t.d. ullint undirklæðir, hosur, troyggjur o.s.fr.). Tá íð komið var út í 1960-árini, og longur fram, varð alsamt minni gjørt við at garva skinn, binda klæði og ambæta kríatúrum. Mathilda passaði tó framveg- is hús og heim á Selatrað. Nøkur ár hevði hon handil í heimbygdini. Harum- framt hjálpti Mathilda nógv við at passa ommubørn, bæði burturi og heima. Okkurt ár var hon saman við Auroru og teimum í Danmark. Nøkur ár var hon saman við Max og teimum – fyrst fleiri ár í Grønlandi (har hon eisini passaði vaskaríðið í Føroyingahavnini), síðani tvey ár í Canada og at enda nakrar mán- aðir í USA. Samanumtikið kann sigast, at Mathilda hevur ferðast bæði meira og longur enn konur flestar á hennara aldri. Umframt øll árini, íð Mathilda búði í Danmark, Grøn- landi, Canada og USA hevur hon ferðast víða hvar sum turistur. Onkran túr var hon eisini úti og sigldi saman við manninum. Tey síðstu o.u. 10 árini hevur Mathilda aftur búð fast heima á Selatrað, og síðani september mánaða 2004 hevur Mathilda hildið til á sambýlinum, Vesturskin, á Toftum. Mamma góða: Við míni hjartans tøkk fyri alt, íð tú hevur verið fyri meg og míni, ynski eg tær hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. Harrin signi teg framvegis og gevi tær eitt friðsælt lívskvøld, nú íð sólin lækkar og bert vesturskinið er eftir á longu lívsleiðini. Max C. Weihe Mathilda Weihe 90 ár Brúdleyp Í dag, fríggjadagin kl. 17.00 giftast í Nólsoyar kirkju Anne Mette Greve Klemensen, Rødding og Leif Hansen, Nólsoy. Borðhaldið verður á Alistøðini kl. 19.00. Í dag, fríggjadagin kl. 16.30 giftast í Dómkirkjuni Beinta Fossádal, Tórshavn og Halldór Matthías Sigurðs- son, Reykjavík. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.00. Í dag, fríggjadagin kl. 15.30 giftast í Tórshavnar býráð, Karen Patricia Matamoroso Flores, Honduras og Niklas Winther, Føroyar. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Veitslan verður fyri innbodnum leygardagin 6. august kl. 19.00. Gullbrúdleyp Í dag, fríggjadagin hava Edith og Magnus Simonsen, Sandavágur, gullbrúdleyp. Døgurði verður fyri inn- bodnum kl. 14.00. Tey, ið vilja gleða gullbrúðarparið, eru vælkomin til nátturða og køkur hjá dóttrini Lindu í Sandavági kl. 19.00. 90 ár Vegna forfall, er føðingardagshaldið hjá Mathildu Weihe, Selatrað, sunnudagin 24. juli avlýst.