Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2005 13 UTTAN ÚR HEIMI Vesturheimurin hevur skyldina Borgarstjórin í London, Ken Livingstone, heldur, at Vesturheimurin eigur ein part av skyldini av, at mus- limskir yvirgangsmenn gera seg inn á vesturlendsk mál. Ken Livingstone sigur, at hann fordømir sjálvmorðs- bumbuatsóknir, men at hann duigir at skilja, at lagnan hjá tí palestinska fólkinum hevur fingið summar arabar at gera tað, sum teir gera. Hann vísir á, at palestinar eru undir fremmandari herseting, teir hava einki arbeiði og ráða ikki yvir egnum viðurskiftum. Var hetta í Bret- landi, høvdu vit eisini havt okkara sjálvmorðsbumbu- menn, sigur Ken Livingstone í samrøðu við BBC. Hann leggur Vesturheimin undir dupultmoral og vísir á, at Vesturheimurin fegnaðist, tá Saddam Hussein kom til valdið í Irak. Hann nevnir eisini, at amerikanararnir stuðlaðu Osama bin Laden í áttatiárunum, og at teir lærdu hann at gera bumbur, sum hann skuldi brúka ímóti sovjetska hersetingarvaldinum í Afghanistan. Men am- erikanararnir grunaðu ikki, at hann ein dag fór at venda sær og bumbunum ímóti teimum, sigur "Red Ken". Írar boykotta Statoil Fleiri írskir umhvørvisverndarfelagsskapir og politiski flokkurin Sinn Fein hava mælt sínum limum og øðrum til at boykotta allar bensinsølurnar, sum Statoil hevur í Írlandi. Talan er um einar 300 støðir. Maura Harrington, sum samskipar átakið, sigur við Aftenposten, at felagsskapirnir og Sinn Fein eru mis- nøgd við, at norska oljufelagið nýtir írsku oljuleiðirnar sum eitt slag av einum royndarøki. Tað ber í sær, at fel- agið brúkar ymsa útgerð, sum er skaðilig fyri um- hvørvið og tey, sum búgva í Mayo-landspartinum, sig- ur hon. Tey vilja eisini vera við, at Statoil fer alt ov lætt um trygdina hjá fólki og vísa á, at í tí eina førinum hevur felagið lagt eina gassleiðing bara 70 metrar frá teimum næstu sethúsunum. Leiðslan í Statoil vísir øllum skuldsetingunum aftur. Felagið vísir á, at írska stjórnin hevur góðkent allar verk- ætlaninar, og felagið avsannar eisini, at tað brúkar ótrygga útgerð í Írlandi. Norska umhvørvisverndar- felagið heldur kortini, at Statoil átti at lagt størri dent á at verja umhvørvið í Mayo-landspartinum, enn gjørt verður. Polanski í rættinum Tann heimskendi filmsleikstjórin Roman Polanski hevur stevnt amerikanska blaðnum Varity Fair, sum vil vera við, at leikstjórin royndi at fáa samband við eina aðra kvinnu sama dag, sum myrda kona hansara, Sharon Tate, fór til gravar. Sharon Tate og fýra onnur vórðu myrd í Los Angeles í 1969. Tvey fólk, sum vóru saman við Roman Polanski tann dagin, konan skuldi til gravar, hava greitt Varity Fair frá, at leikstjórin hevði hug at fjasa við eina kvinnu, sum eitur Beatte Telle. Eitt nú vilja tey vera við, at hann var í so næskur, og at hann beyð sær til at gera hana til filmsstjørnu. Hetta hevur fingið øði í tann 71 ára gamla Polanski, og nú hevur hann stevnt Varity Fair fyri ærumeiðing. Roman Polanski, sum er ættaður úr Pólandi, er kendur fyri filmar sum "The Pianist", "Chinatown" og "Rose- mary's Baby". Tey seinastu nógvu árini hevur hann búð í Fraklandi. Landið rindar ikki parúkkar Í Týsklandi hevur ein dómstólur nú staðfest, at berskøll- utir menn hava ikki krav upp á at fáa parúkk frá tí almenna. Ein 46 ára gamal maður í býnum Dresden hevði lagt sak ímóti myndugleikunum. Hann vísti á, at sambært týskari lóg kunnu berskøllutar kvinnur fáa endurgjald fyri parúkk frá tí almenna, og tí helt hann, at menn skulu hava sama rætt. Men rætturin vildi ikki geva honum viðhald, skrivar Reuters úr Dresden. Rætturin helt ikki, at tað ber til at samanbera menn og kvinnur í hesum føri. Sambært rættinum kann ein berskøllut kvinna fáa trupulleikar í samfelagnum, men tað er ikki galdandi fyri menn, stendur í úrskurðinum. Tann berskølluti saksøkjarin noyðist tí at gjalda tær 440 evrurnar, sum parúkkur hansara kostaði. Ein amerikanskur kongresslimur held- ur, at Vesturheimurin eigur at svara teimum muslimsku yvir- gangsmonnunum við at bumba heilaga stað teirra, Mekka YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk - Fáa vit eina atsókn aft- urat, og tað kann prógvast, at álopsmenninir eru víð- gongdir muslimar, eiga vit at svara aftur við at søkja at teirra heilagu støðum, sigur republikanski kongresslim- urin úr statinum Colorado, Tom Tancredo. Spurdur, um hann sipaði við heilaga muslimska staðin Mekka, svaraði hann játtandi. Orðini hjá kongress- manninum hava fingið øði í muslimar í USA, sum krevja, at hann skal taka tey aftur. Eisini turkiski uttan- ríkisráðharrin, Abdullah Gúl, sigur seg vera skelkað- an av tí, sum kongresslim- urin segði. - Slíkt er fullkomiliga ábyrgdarleyst. Maðurin hevur ikki gjørt sær greitt, hvat slíkt kann elva til, og hetta er so óheppið, sum tað kann vera, sigur hann. Abdullah Gúl leggur aftur- at, at hann uggar seg við, at hvørki amerikanska stjórn- in ella amerikanska fólkið taka undir við sjónarmið- unum hjá Tom Tancredo. Men heilt einsamallur er hann ikki, tí teir seinastu dagarnar hava fleiri lesara- brøv í amerikonskum bløð- um tikið undir við hugskoti hansara um at bumba Mekka. Varaaðalskrivarin hjá ST ákærir heimssam- felagið fyri at venda tað blinda eygað til hungursneyðina í afr- ikanska landinum Niger HUNGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Fær Niger ikki hjálp frá al- tjóða samfelagnum sum skjótast, fara 150.000 børn at doyggja í hungri. Men higartil hevur heimssam- felagið vent tað blinda eygað til. Tað sigur norðmaðurin Jan Egeland, sum er vara- aðalskrivari í ST, og sum hevur ábyrgdina av at sam- skipa neyðhjálpararbeiðið hjá heimsfelagsskapinum. Hann vísir á, at starvsfólk hjá hjálparfelagsskapum, sum eru í Niger, hava gjørt vart við, at børn doyggja sum flugur har suðuri í landinum. Hjálparfelagsskapirnir siga, at 2,5 milliónir fólk eru hótt av hungursneyð, teirra millum 800.000 børn. Jan Egeland sigur við BBC, at heimssamfelagið hevur leingi vitað, at fólkið í Niger fór at líða hungur orsakað av miseydnaðari grøði, men at eingin hevur tikið ávaringarnar í álvara. - Nú hava vit so krepp- una, og í hesari stund doyggja børn har í hungri, sigur hann við BBC. Síðsta heyst ávaraðu ser- frøðingar um, at fekk Niger ikki altjóða matvøruhjálp, fór fólkið at líða hungur. Í mai bað ST altjóða sam- felagið veita hjálp fyri 16 milliónir dollarar, men sambært Jan Egeland kom næstan ikki eitt oyra inn til hjálpina. Nú hevur ST so biðið um at fáa 30 milliónir dollarar, og hesaferð hava nøkur lond svarað játtandi, sigur hann. Eitt nú hava Danmark, Noreg, Svøríki, Týskland, Belgia, ES og USA lovað at veita hjálp fyri 10 milliónir dollarar. 150.000 børn fara at doyggja í hungri Fær Niger ikki matvøruhjálp skjótt, kunnu 150.000 børn har doyggja í hungri