fríggjadagur 22. juli 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 138 - 22. juli 2005
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Dagurin er 18. mai 2004.
Poula Poulsen er farin út
yvir ásettu dagføstingina
fyri, nær hon skal eiga
fyrsta barnið. Klokkan 11
hendan týsmorgunin fer
hon sum vant til kanning
hjá jarðarmóðurini. Alt
hevur gingið væl, meðan
hon hevur verið við barn,
og Kári og hon gleða seg
nógv. Ta seinastu vikuna
hevur hon tó verið ring av
smáverkjum.
Men jarðarmóðurin finn-
ur ikki hjartaljóðið á barn-
inum hendan morgunin.
Hon sendir boð eftir einum
lækna, sum heldur ikki
finnur tað.
- Alt
var
sostatt
í
lagi....líka til tað brádliga
ikki var tað meira, sigur
Kári og hyggur niður.
Poula og Kári verða biðin
um at fara á landssjúkra-
húsið. Foreldrini hjá Poulu
fara við. Tey koyra sjálvi.
Biltúrurin til Havnar fer
stillisliga fram, og Poula og
Kári minnast hann sum sera
strævnan. Men vónin um,
at tey á landssjúkrahúsinum
fara at finna hjartaljóðið
livir í teimum allar teir
knapt 80 kilometrarnar
suður til Havnar.
- Eg haldi ikki, at vit
søgdu nakað serligt. Bara,
at tey nokk skuldu fara at
hoyra hjartað hjá honum
har, sigur Poula, sum var
sera ring av verkjum, með-
an tey koyrdu.
Onki lív
Komin til Havnar verður
Poula kannað. Men heldur
ikki jarðarmóðirin í Havn
hevur góð boð at geva
teimum.
- Poula varð skannað, og
har sóu vit, at har var ongin
aktivitetur. Hjartað stóð
púra stilt, sigur Kári og
hyggur yvir á konu sína.
Uppi yvir henni á veggin-
um hongur ein broderað
mynd. Andor stendur á,
vekt, longd, dagfesting og
klokkutíð. Við síðuna av
myndini hongur ein tekning
av lítla Andori í vøgguni á
landssjúkrahúsinum.
Tey greiða frá, at tað var
hart at fáa slík boð, men
halda kortini, at tey tá høvdu
verið í óvissuni í so nógvar
tímar, var tað nærum ein
lætti at fáa endalig boð.
- Sjálvandi var tað hart,
og vit grótu nógv, siga tey
tó við ein munn.
Aftaná at Poula var blivin
kannað, fingu tey frágreið-
ing um, hvussu alt fór at
ganga fyri seg. Jarðarmóð-
irin segði, at tey vildu bíða
eitt sindur fyri at vita, um
føðingin fór at fara í gongd
av sær sjálvum, tí Poula
hevði nógvar verkir um
hetta mundið.
- Eg helt, at tað var løgið,
at eg skuldi eiga hann sjálv,
men í dag eri eg glað fyri
tað, sigur Poula stillisliga
og leggur hondina á búkin.
Í góðum hondum
Tað gekk nærum eitt sam-
døgur, áðrenn Andor varð
føddur.
Klokkan
13.37
mikudagin tann 19. mai
2004 føddi Poula teirra
fyrsta son. Hon fekk nógva
doyving, meðan hon strídd-
ist. Sjálv sigur hon, at hon
ikki hugsaði so nógv um, at
hann var deyður, meðan alt
fór fram.
- Nú vita vit ikki, hvussu
tað eigur at fara fram til eina
vanliga føðing, men tað
mundi vera, sum tað plagar.
Bara gráturin frá honum
manglaði, sigur Kári.
Andor varð máldur og
vigaður, áðrenn Poula fekk
hann í sín favn. Á lands-
sjúkrahúsinum mæltu tey
teimum til at geva honum
navn, um tey ikki høvdu
eitt.
- Vit høvdu gjørt av langt
áðrenn, at um vit fingu ein
drong, skuldi hann eita
Andor, greiðir Poula frá.
Eftir pápa hennara.
Hjúnini bæði hava bert
gott at bera landssjúkrahús-
inum og starvsfólkunum.
Kári greiðir frá, at alt gekk
sera professionelt fyri seg.
Tey fingu einastovu at vera
í, har Kári eisini kundi sova
og sjúkrasystir og sálar-
frøðingur vóru tøk til teirra
allatíðina.
- Hvørjaferð tað var vakt-
arskifti, kom ein sjúkra-
systir inn og presenteraði
seg fyri okkum, og yvir-
høvur vóru vit í góðum
hondum allatíðina, eru tey
bæði á einum máli um.
Fingu fýra dagar
Poula og Kári høvdu lítla
Andor inni í stovuni hjá
teimum frá mikudegi, tá
hann varð føddur til leygar-
dagin, tá jarðarferðin skuldi
verða.
- Vit ringdu norður og
boðaðu familju og vinum
frá, at um tey høvdu hug at
koma suður at síggja hann,
vóru tey vælkomin, greiða
tey frá.
Mong vóru tey, sum
nýttu høvi til tess, og tað
hevur lætt øgiliga nógv um
hjá Poulu og Kára, tá tey
síðani hava tosað við onnur
um Andor og tað, tey vóru
úti fyri.
- Eg veit ikki, um eg
hevði dugað at tosað við
nakran av teimum, um ikki
tey høvdu sæð hann, sigur
Poula.
Hesar
fýra
dagarnar
komu nógv fólk á vitjan, og
tað var sera kensluborið
fyri tey. Onkuntíð vóru tað
Poula og Kári, sum troyst-
aðu gestirnar, tí tey høvdu
vant seg við at síggja deyða
son teirra.
Men fríggjadagurin og
serliga leygardagurin vóru
tungir hjá teimum at koma
ígjøgnum.
Bara gráturi
- Alt var sostatt í lagi....líka til tað
brádliga ikki var tað meira
”
- Tað var sum ein vanlig føðing. Bara
gráturin manglaði, og vit kundu
hugsað okkum at sæð eyguni á And-
ori, siga Poula og Kári Poulsen úr
Klaksvík, sum fyri góðum ári síðani
fingu ein deyðføddan son. Um ein
knappan mánað skal hon føða teirra
annað barn