Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Tá vistu vit, at tíðin var komin at siga farvæl. Vit valdu kistu, lótu hann í og løgdu hann í hana. Tað var so hart, men av stórum týdningi fyri okkara eftirtíð, at vit vóru við til tað, siga tey mest sum við ein munn. Jarðarferðin var hildin leygardag, og Andor varð grivin í kirkjugarðinum úti í Grøv. Orsøkin ikki staðfest Nógvar royndir vórðu tikn- ar av Andori, fyri at finna út av deyðsorsøkini. Men allar royndirnar vóru í lagi, tá tær komu aftur. Sostatt fingu Poula og Kári ongan- tíð nágreiniliga at vita, hví sonur teirra doyði, meðan hann lá í móðurlívinum. - Tað hava vit ikki havt ilt av, tí hvat skuldu vit nýtt ta vitanina til, spyrja tey bæði og hyggja upp á hvønn- annan. Tey halda fram, at tað helst hevði verið gott læknaliga at staðfest deyðs- orsøkina, men tey bæði hava góðtikið, at soleiðis skuldi tað bara vera. T ey eru tó á einum máli um, at tað hevur hjálpt teimum sera nógv at hava Andor hjá sær hasar dag- arnar. - Tað var terapi fyri okk- um, og vit fingu sagt farvæl við hann á rættan hátt, siga tey. Bangin fyri at tosa Kropsliga merkti Poula ikki nógv til, at hon hevði átt eitt barn. Hon fekk tablett fyri, at mjólkin ikki skuldi seta til. Men sálarliga var tað hart hjá hjúnunum at koma heim aftur í íbúðina við ongum barni. Tey høvdu tó ikki gjørt nakað tilreiðar, áðrenn hon fór út til jarðarmóðurina týsdagin frammanundan, so tað lætti nakað um hjá teimum. - Men ta fyrstu tíðina mátti eg venda mær móti Kára, tá vit fóru í song, tí eg orkaði ikki at síggja, at har var onki við síðuna av songini. Eg hevði jú havt Andor við mína lið í fýra dagar á landssjúkrahúsin- um, greiðir Poula frá. Fyrstu ferð tey fóru útaft- ur, var mánadagin aftaná. Tey vóru bilsin av, hvussu lætt tað var, tí tey høvdu ímyndað sær, at tað fór at verða hart. - Tað vísti seg at vera lættari fyri okkum at fara út millum fólk heldur enn at sita heima tvey eini. Vit vóru nærum bangin fyri at vera einsamøll inni, heldur Kári fyri. Hann heldur fram, at eitt kvøldið, tá tey vóru á veg út, støðgaðu tey í hurðini og vendu innaftur. - Vit blivu samd um, at vit noyddust at fara innaftur at tosa um tað, sum vit høvdu verið ígjøgnum, tí tað bar ikki til at renna undan tí longur. Tey fóru so innaftur og fingu tosað alt ígjøgnum. Eftir tað var tað ikki longur torført at sita heima. Eisini fóru tey aftur til sálarfrøð- ing í Havn. Blandaðar kenslur Poula og Kári gjørdu av at royna aftur beinanvegin, og tann 19. august er hon sett at eiga aftur. Hesin barns- burðurin hevur verið harð- ari fyri Poulu enn tann fyrri. Men hon hevur tað gott, og barnið eisini. - Vit eru øgiliga spent, men vit vilja ikki vera tað. Tí tankin um Andor spøkir allatíðina í bakhøvdinum. Hóast tað er lítið sannlíkt, at tað sama endurtekur seg, so kunnu vit ikki lata vera við at hugsa um tað til tíðir. Poula skal suður á lands- sjúkrahúsið, nakað áðrenn hon er sett at eiga, so eftirlit kann verða við henni og barninum allatíðina. Tað er hon glað fyri, tí tað gevur henni tryggleika. - Eg geri tað við gleði fyri at kenna meg trygga. Tað er ongin trygd fyri tað, at alt fer at ganga væl, men tað sálarliga í tí telur, siga tey bæði. Mong vita, hvussu tað gekst hjá Poulu og Kára við fyrsta barninum, so nógv fólk hava góð ynski at bera teimum. Men Poula heldur ikki, at tað altíð er so hugaligt. - Eg veit, at fólk meina tað væl, men tað kann vera irreterandi, tá fólk siga, at hesuferð fer tað at ganga væl. Tað kunnu tey ikki siga, tí tey vita tað ikki. Vit høvdu ikki hugsað soleiðis, um Andor ikki var deyð- føddur, men tað var hann. Tí vita vit betur enn nakar annar, at tú veitst ikki, hvussu væl ella illa nakað kann ganga fyrr enn aftaná. Ikki fyrr enn alt er yvir- staðið í øllum góðum, er alt gott, siga tey bæði, Poula og Kári Poulsen. Nr. 138 - 22. juli 2005 15 in manglaði - Eg græt, tá eg fyrstu ferð aftur sá ein nýføðing, sigur Poula. Kári og hon vitja javnan grøvina hjá lítla Andori, sum hevði blivið stóribeiggi um ein knappan mánað Mynd: Bárður - Eg helt, at tað var løgið, at eg skuldi eiga hann sjálv, men í dag eri eg glað fyri tað ” - Vit vóru í góðum hondum allatíðina ” - Vit eru øgiliga spent, men vilja ikki vera tað ”