fríggjadagur 22. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 • fríggjadagyr • 22. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Meðan Jón Rói
Jacobsen ikki enn
hevur luttikið í
venjingardystunum
hjá Frem, so vísti
føroyski álops-
spælarin í Fremad
Amager týskvøldið, at
máltevið framvegis er
í lagi
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Fyrsta umfarið í næstbestu
donsku
deildini
verður
annað vikuskiftið. Annan
sunnudag bresta føroysku
útisetafeløgini Frem og
Fremad Amager saman á
heimavøllinum hjá Frem í
Valby.
Feløgini fyrireikað seg í
hesum døgum. Bæði Frem
og Fremad Amager hava
spælt venjingardystir. Jón
Rói Jacobsen hevur ikki
verið á liðnum hjá Frem
enn. Hann hevur tó verið til
venjingar. Nógvar útskift-
ingar hava verið í Frem, og
ungu føroysku spælararnir -
Jónas þór Næs og Gunnar
Nielsen - hava fingið høvi
at royna seg.
Í
vinardystinum
í
Herfølge vann Frem 2-0. Tá
var Jónas þór Næs á
vøllinum í 2. hálvleiki. Tá
ið Frem á heimavølli vann
4-1 á Næstved, sum fyrr í
summar flutti niður úr
næstbestu deildini, vardi
Gunnar
Nielsen
Frem
málið í 2. hálvleiki.
Fremad Amager spældi
týskvøldið á útivølli ímóti
AB. Akademisk Boldklub
spælir í landskappingini og
steypakappingini heima-
dystirnar
á
Gladsaxe
stadion. Teir venja í Bags-
værd, og har varð dysturin
týskvøldið ímóti Fremad
Amager spældur.
Úrslitið var 4-4. Andrew
av Fløtum var ímillum teir
fyrstu ellivu hjá Fremad
Amager. Hann var á vøll-
inum í 63 minuttir. Avloys-
arin var Vitus Kofoed, sum
fyri tveimum árum síðani
royndi seg í Gøtu, uttan at
stórvegis spurdist burturúr.
Tá var Vitus Kofoed FCK
spælari. Síðani hevur hann
verið í Brønshøj, og nú er
hann so í Fremad Amager.
Andrew hevði eyðsýndan
leiklut. Í fyrsta minutti
sendi hann stútara dygst
omanfyri tvørtræið, og tá ið
støðan var 2-1 sendi hann
stútara á tvørtræið. Tá ið
fimm minuttir vóru eftir at
fyrra umfarinum skoraði
Andrew til 3-1. Fyrst
spældi hann viðspælara
leysan. Málverjin hálv-
bjargaði, og so var føroyski
spælarin
fyrstur
á
returbóltinum.
Tá ið bólturin aftur
fór á rull í Danmark,
var eingin ivi um, at
meistararnir eru
ógvuliga væl fyri,
meðan Horsens ordu-
liga livdi upp til spá-
dómin, sum sigur, at
uppflytararnir fara at
flyta niður aftur
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað er vorðið gerandis-
dagur aftur í donskum fót-
bólti. Eftir steypafinalu,
kapping um meistaraskap
og summarfrí eru teir farnir
undir nýggja landskapping.
Í fjør vóru bæði FCK -
vinardystir ímóti KÍ og HB
- og Esbjerg - vinardyst
ímóti KÍ og Intertoto ímóti
NSÍ - í Føroyum undan
kappingarbyrjan. Í ár hevur
einki verið at sæð til donsk
lið í Føroyum í summar-
steðginum. Orsøkirnar eru
sjálvandi, at nú er eingin
føroyskur spælari í FCK,
og hóast teir í Esbjerg
høvdu vónað, at teir fóru at
fáa føroyska mótstøðu í
UEFA Cup undanumfarin-
um, so eydnaðist tað teim-
um ikki. Esbjerg hevur
útivøll eftir ímóti Florin
Tallinn, og tað stendur
einki til hjá Esbjerg, sum
púra óvæntað tapti heima-
dystin 2-1.
Týskvøldið
varð
á
Esbjerg stadion sjøtul settur
á nýggju landskappingina.
OB vitjaði, og heimaliðið
legði ógvuliga bragdliga
fyri.
Undan
steðginum
høvdu teir nógv spæl og
fleiri upplagdar møguleik-
ar, og teir skoraðu tvey mál.
Eftir steðgin kom OB fyri
seg, og tað endaði 2-2, sum
var stórt vónbrot fyri
Esbjerg.
Meistararnir úr Brøndby
høvdu mikukvøldið vitjan
av FCM, og tað var klassa-
munur. Brøndby vann 3-0.
Umframt at hava ætlanir
um at verja meistaraheitið,
so ætlar Brøndby sær at
sleppa upp í part í bólka-
spælinum
í
europeisku
meistarakappingini, har teir
í øðrum innleiðandi um-
farinum skulu spæla ímóti
georgiska Dinamo Tbilsi.
Teimum
skal
Brøndby
vinna á, áðrenn stóra takið
verður í triðja innleiðandi
umfarinum.
Í gjár boðaðu teir í
Brøndby frá, at teir hava
keypt Thomas Rytter, sum
seinastu árini hevur spælt í
týska Wolfsburg. Brøndby
hevur keypt hann fyri at
styrkja um í høgra verju-
borði. Thomas Rytter hevur
verið liðfelagi hjá Toda
Jónsson í Lyngby og FCK,
og FCK bossurin Flemm-
ing Østergaard sigur seg
vera vónsviknan.
Í fyrstu týdningarmiklu
royndini
eftir
at Todi
Jónsson og so nógvir aðrir
eru farnir úr felagnum,
gekk tað væl hjá FCK. Teir
vóru í Aalborg. AaB verður
mett
sum
møguligt
meistaralið. Føroyska ís-
lettið var Súni Olsen, men
enn er hann millum áskoð-
ararnar. Spæliloyvið hjá
honum er framvegis í Gøtu.
Tað verður flutt til Aalborg,
tá ið Súni hevur hjálpt GÍ í
steypafinaluni ólavsøku-
dag.
FCK hevði seks nýggjar
spælarar ímillum teir fyrstu
ellivu. AaB hevði leikliga
yvirvág, men kortini megn-
aði FCK at vinna 1-0.
Álvaro
Santos
skoraði
sigursmálið, tá ið tjúgu
minuttir vóru eftir. Framm-
anundan hevði AaB spælt
fjúrtan
landskappingar-
dystir á rað uttan at hava
tapt.
Eingin Johan at síggja
Umframt Súna Olsen er tað
møguleiki fyri, at Johan B.
Hansen skal vera føroyska
íslettið í superliguni. Tá ið
uppflytararnir úr Horsens
mikukvøldið fyrstu ferð í
30 ár royndu seg í bestu
deildini, var einki at síggja
til
føroyska
landsliðs-
spælaran.
Søgan sigur, at í hvussu
so annað liðið, sum undan-
farna kappingarár hevur
vunnið sær uppflyting í
superliguna, flytir niður
aftur beinanvegin. Í Dan-
mark verður tað mett rættu-
liga sannlíkt, at Horsens fer
at flyta niður aftur. Fyrsta
royndin mikukvøldið kundi
bent á, at tað verður
ógvuliga trupult at verja
nývunna plássið í bestu
deildini. Horsens hevði
vitjan av Viborg, sum fór
norður aftur eftir óføra
motor vegnum í Jyllandi
við 3-0 sigri í viðførinum.
Í
aðrari
innanhýsis
jyskari hálvoyggja uppgerð
vann Silkeborg 2-1 á
heimavølli ímóti AGF. Í
Århus snýr mesti fótbólts-
hugurin í hesum døgum seg
um, at Barcelona miku-
dagin kom á venjingarlegu
í jyska høvuðsstaðnum.
Teir skulu spæla tveir dystir
í Danmark. Tann fyrri
verður í kvøld, og tann
seinni verður mánadagin.
Umframt Horsens so
flutti SønderjyskE upp í
bestu deildina fyrr í summ-
ar. Liðið, sum eigur heima-
vøll í Haderslev, var í fyrsta
umfarinum í Farum og
spældi ímóti FCN. Heima-
liðið hevði leikliga yvirvág,
men úrslitið gjørdist 1-1, og
tað vóru uppflytararnir
hjartans fegnir um.
Annað umfarið verður á
skránni í vikuskiftinum. Í
morgin
eigur
Brøndby
heimavøll ímóti Silkeborg,
og sunnudagin verður spælt
soleiðis:
Viborg-FCN,
SønderjyskE-AGF, FCM-
Esbjerg, Ob-AaB og FCK-
AC Horsens.
Meistararnir eru øgiligir
Andrew av Fløtum er væl fyri, nú fyrsti dysturin í næstbestu donsku deildini er nær
Andrew tykist vera væl fyri