Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2005 17 Meðan Chelsea og Manchester United hava styrkt munandi um hópin, gongur heldur striltið hjá Arsenal. Felagið hev- ur mist størsta pro- filin á liðnum seinnu árini, og higartil er eingin stórvegis styrkur komin PREMIER LEAGUE Uni Holm Johannesen Um ein góðan mánað fer Premier League aftur av bakkastokki. Eins og undarfarna ár hava feløgini verið í pengapunginum og roynt at tryggja sær kær- komnan styrk. Kortini er rættuliga misjavnt, hvussu tað hevur eydnast ymisku feløgunum at finna røttu leikarnar. Meðan summi feløg longu hava fingið fatur á leikarunum, tey hava dyrgt eftir, gongur heldur truplari hjá øðrum. Styrkt Chelsea Chelsea hevur aftur í summar styrkt munandi um hópin. Asier Del Horno, ið hevði eitt gott kappingarár í spanska felagnum Athletic Bilbao, skrivaði tíðliga í summar undir avtalu við ensku meistararnar, og Scott Sinclair er eisini komin úr Bristol Rovers. Eisini er avtala gjørd við Shaun Wright-Phillips, og eftir útlegd í Milan í eitt ár, vendir vandamikli fram- herjin, Hernan Crespo, eisini aftur til Chelsea. Tó hevur frágongdin verið stór. Teir tríggir, Mateja Kezman, Scott Parker og Mikael Forsell, ið ongantíð slógu ígjøgnum í felagnum, hava allir valt at fara aðrar leiðir. Lítið og einki verið at hoyrt um grannarnar úr Arsenal, sum flestu vænta aftur í ár fara at liggja í oddinum við Chelsea og Manchester United. Higartil er bara Alexander Hleb komin úr týska Stutt- gart. Í farnu viku skrivaði størsta stjørnan á liðnum seinastu árini, Patrick Vieira, undir við Juventus, og fyrr í summar mistu teir braslianska miðvallaran Edu til Valencia. Kappingarárið í fjør hiln- aðist ikki nakað serligt hjá Manchester United. Eitt triðja pláss í Premier League og tap í FA Cup finaluni var ikki nøktandi, og hevur liðið tí styrkt hópin til komandi kapp- ingarár. Stóri trupulleikin á lið- num seinnu árini hevur ser- liga verið málverjin. Fleiri hava roynt at lyft arvin eftir Peter Schmeichel, men enn hevur tað ikki eydnast nøkrum teirra. Men nú tykist trupulleikin at verða loystur. Felagið skrivaði fyrr í summar undir avtalu við Edwin Van Der Sar, ið er komin úr Fulham. Eisini er miðvallarleik- arin Ji-Sung Park komin úr PSV eftir eitt framúr gott ár í hollendska felagnum. Hann verður tann fyrsti koreanarin í Premier League nakrantíð. Saman við Chelsea, Arsenal og Manchester United má Liverpool verða eitt gott boð upp á ein møguligan meistara kom- andi kappingarár. Nýkosnu Champions League vinnar- nir hava styrkt hópin við Boudewijn Zenden, Antonio Barragan, José Reina, Mohamed Sissoko og Peter Crouch. Eisini er leiguavtala gjørd við Mark Gonzalez. Dani til Everton Everton tók í fjør øll og alt á bóli og endaði á einum fjórða plássi í Premier League, ið eisini gevur at- gongd til Champions League. Fleiri søgur hava verið at hoyrt um leikarar, ið skuldu veri á veg til Everton. Men enn eru bara Simon Davies og danin Per Krøldrup komnir úr ávíkavist Tottenham og Udinese. Málsetningurin hjá bæði Tottenham og Newcastle seinnu árini hevur verið at koma upp í oddin aftur. Men hetta hevur ikki hiln- ast nakað serligt. Bæði lið- ini endaðu í miðjuni farna kappingarár og tað var ikki nøktandi. Nógv rok hevur verið um skiftið hjá stjóranum í Tottenham, Frank Arnesen, til Chelsea. Tó hevur felagið styrkt hópin við stjørnuskotunum, Aaron Lennon og Wayne Routledge. Aftrat teimum eru Paul Stalteri og Teemu Tainio eisini komnir. Hjá Newcastle hevur talan eisini verið um til- gongd. Scott Parker er komin úr Chelsea, meðan turkiski miðvallarin Belo- zoglu Emre hevur skift bláu strípurnar hjá Inter út við hvítu strípurnar hjá New- castle. Trupult hjá uppflytarunum Seinnu árini hevur tað víst seg at vera sera trupult hjá uppflytarunum at verða verandi í deildini. Soleiðis verður helst eisini í ár. Hjá Wigan, sum í ár fer leika í Premier League á fyrsta sinni, hevur talan ikki verið um nakran serligan styrk. West Ham hevur fingið málverjan Roy Carrol sum tað stóra navnið, meðan Sunderland hevur fingið unga framherjan Jon Stead úr Blackburn. AB skipar fyri ungdóms- kapping FÓTBÓLTUR Tíðindaskriv Argja Bóltfelag skipar skipar fyri 7. ferð fyri fótbóltskapping á Argjum. Kappingin verður fyri yngru deildirnar og verður í døgunum 12. og 13. august. Flest allir ungdómsleik- arar liggja stillir í bestu tíð á árinum at leika fótbólt. Tað er stórt spell, tí summarfótbóltur átti at verði tikin í størri álvara. AB skipar tí fyri fót- bóltskapping á Argjum. Kappingin verður í døgun- um 12. og 13. august, íð er ein vika áðrenn fótbólturin byrjar eftir summarfrí- tíðina. Kappast verður í hesum deildum, pinkulingar , smápiltar, piltar, smá- dreingir, dreingir , pinkur, gentur 10-12 ár, gentur 12- 14 og gentur 14-17 ár. Leikt verður á hálvum vølli, tó leika pinkur og pinkulingar á hálvum vølli. Leiktíðin er tvey umførð á sjey minuttir. Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðurs- merkir, umframt at øll vinnandi liðini fáa steyp til ognar. Tilmeldingarskjøl eru send feløgunum, og seinasta freist at melda lið til kappingina er 1. august. Kappingin hevur verið væl vitjað undanfarin ár, og luttøkan er avmarkað. Kunning um kappingina fæst eisini á heimasíðu felagsins www.ab.fo. RENNING Tíðindaskriv Mikudagin tann 27. juli kl. 18.00 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skála- trøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start- ur og mál í øllum kapping- unum er á Skálatrøð. Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út á Bakka. Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í tveimum aldurs- bólkum: vaksin fødd í 1987 ella fyrr, og vaksin fødd í 1959 ella fyrr (veteranar). Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í báðum bólk- unum. Kappingin á Ólavsøku er samstundis síðsta umfar í árligu Grand Prix kapping- ini fyri vaksin og børn. Á h e i m a s í ð u n i www.athletics.fo er kunn- ing um støðuna í Grand Prix kappingini, undan Ólavsøku. Børnini byrja at renna kl. 18.30 tá dreingir og gentur - 7 ár (f. 1998 ella seinni) renna eina ferð runt, t. e. 600m. Síðani renna dreing- ir og gentur - 10 ár (f. 1995- 1997) sama tein. Tey størru børnini skulu renna tvær ferðir runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur - 13 ár (f. 1992- 1994) og dreingir og gentur - 17 ár (f. 1988-1991). Nr. 1, 2 og 3 í teimum ymisku bólkunum hjá gent- um og dreingjum fáa heiðursmerki. Handan av steypum til nr. 1, 2 og nr. 3 í Grand Prix kappingini hjá bæði vaksn- um og børnum, verður eftir at fremstu rennararnir í ólavsøkurenningini eru heiðraðir. Tilmelding kann bert gerast á www.athletics.fo og startnr. skal heintast utt- an fyri handilin hjá P/F Valdemar Lutzen kl. 17.00- 18.00. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjald- ast í sambandi við avheint- an av startnr. Tilmeldingar- freistin er úti týskvøldið tann 26. juli. Skrá: 17.00 Heintan av start- nummari á Skálatrøð (Valdemar Lutzen) 18.00 Vaksin (fødd í 1987 ella fyrr) renna 5 km 18.30 Børn - kappast í hesi raðfylgju: Børn - 7 ár (f. 1998 ella seinni) renna 600m Børn - 10 ár (f. 1995-1997) renna 600m Børn - 13 ár (f. 1992-1994) renna 1200m Børn - 17 ár (f. 1988-1991) renna 1200m Heiðursmerkja og steypa- handan verður aftaná kapp- ingarnar. ARSENAL RENNUR AFTANÁ Fyrrverandi liðformaðurin hjá Arsenal, Patrick Vieira, hevur nú skrivað undir við italska meistaraliðið Juventus. Spurningurin er, hvussu Arsenal fer at standa seg uttan sterka miðvallaran Dýrastu handlarnir í summar Shaun Wright-Phillips Chelsea Manchester City £21,000,000 Alexander Hleb Arsenal VfB Stuttgart £9,940,000 Asier Del Horno Chelsea Athletic Bilbao £8,000,000 Yakubu Ayegbini Middlesbrough Portsmouth £7,500,000 Peter Crouch Liverpool Southampton £7,000,000 FAKTA Renning á ólavsøku