Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 138 - 22. juli 2005 Tað finnast 80 fótbóltstjóðir kring heimin, sum Føroyar sambært styrkistølunum eiga at vinna innanhýsis uppgerðir ímóti FIFA LISTIN Jóannes Hansen Mest sum hvørja ferð, tá ið føroyska fótbóltslands- liðið fer á vøllin, verður mótstøðuliðið mett at vera favorittur at vinna. Soleiðis er tað, tí Føroyar næstan altíð eru styrkis- mettar lægri enn mót- støðuliðini í EM og HM undankappingarbólk- unum. Sambært styrkislist- anum, sum FIFA kunn- gjørdi fyrrapartin av hesi vikuni, so eru tað 80 landslið í heiminum, sum eru styrkismett lægri enn Føroyar. Styrkislistin sigur, at Føroyar verða mettar at eiga 126. stinnasta lands- liðið í heiminum. Hóast Føroyar sammett við juni listan hava mist trý útrokningarstig, so eru Føroyar farnar tvey pláss upp á listanum, tí onnur hava mist meiri enn Føroyar. 205 lond eru á listan- um. Okkara hava áður roynt seg ímóti fleiri, sum eru lægri á listanum, og tá hava Føroyar altíð endað omaná - eitt nú ímóti Luksemborg, Liktinstein, San Marino og Kazaks- tan. Tað hevði verið huga- ligt, um Føroyar høvdu fingið møguleikan at roynt seg ímóti eitt nú India, Palestina, Liberia og Swasilandi, sum eru niðanfyri Føroyar á nýggja listanum, men tað verður í hvussu so er ikki í undankappingum. Brasilia og Argentina eru framvegis ovast á listanum. Merkisvert er tað, at USA er rokkið fram á 6. plássið, sum er tað fremsta, sum amerikumenn nakrantíð hava verið á. Sambært listan passar tað altso ikki longur, at í USA duga tey ikki at spæla fótbólt. Umframt omanfyri nevndu latínamerikonsku stóru fótbóltstjóðirnar eru tað bara Holland, Kekkia og Meksiko, sum eiga betri fótbóltslandslið enn USA, sum er farið fýra pláss fram. Á næstu plássunum eru Frakland, England, Spania og Portugal. Eftir undan HM kappingina, sum var í juni, hevur Týskland vunnið seg uppaftur á 11. plássið. Teir vóru frammanundan nummar 21. Undir týsk- arunum eru nú Japan, Italia, Iran, Írland, Svøríki og Danmark. Hesi bæði seinastu eru dottin ávikavíst fimm og trý pláss skeiva vegin. Noreg er nummar 36, Finnland nummar 43, og Ísland er á 92. plássinum ella tvey lægri enn fyri einum mánað síðani. Umframt ímóti Frak- landi skulu Føroyar seinni í ár spæla HM undan- kappingardystir ímóti Ísrael og Kypros. Listin sigur, at Ísrael eigur 48. besta landsliðið í heim- inum, og at Kypros er nummar 109. Føroyar skulu spæla á heimavølli ímóti Kypros 17. august, í Fraklandi 3. september og ímóti Ísrael 7. september og 13. oktober. Í fyrra førinum ímóti Ísrael verður talan um heimadyst. SÚKKLING Stefan í Skorini Gunnar Dahl-Olsen vann mikukvøldið prologin súkklukappingini Statoil Kring Føroyar í Klaksvík. Talan var um ein einkultstart á átta kilometrar. Tveir íslendingar vóru nummar tvey og trý, og teir verða mettir sum størstu kappingarneytar hjá Gunnari Dahl-Olsen í sam- laðu kappingini. Gunnar kom á mál við tíðini 11,12 minuttir. Á øðrum plássi var íslend- ingurin Hafsteinur Ægir Geirsson, sum var fýra sekund aftanfyri Gunnar. Nummar trý var eisini ein súkklari úr Íslandi. Hann hevði tíðina 11,19 minuttir. Í kappingini hjá unglingum vann Torkil Veyhe, sum hevði tíðina 11,58 minuttir. Tíðin hjá 15 ára gamli Torkili var 11,58 minuttir. Nummar tvey og trý vóru ávikavist Frederik Valther Holm og Jan Timotei, báðir úr Danmark. Hósdagin var koyrt í Eysturoynni, og fríggja- dagin verður einkultstartur á Sandi. Úrslit av Statoil Kring Føroyar 1. teinur - ungdómar 20.07.2005 - 8 km Nr. Rygg Navn Felag Føddur Bólkur Tíð Km/t 1 23 Torkil Veyhe Tórshavna Súkklufelag 1990 Ungdom 00.11.58 40,11 2 21 Frederik Wolter Holm Ordrup CC 1989 Ungdom 00.11.58 40,06 3 22 Jon Timotej CC Galdsaxe 1990 Ungdom 00.12.52 37,31 4 24 Bergur Ingemarsson Tórshavnar Súkklufelag 1988 Ungdom 00.13.13 36,32 5 20 Nikolaj Jacobsen CC Gladsaxe 1989 Ungdom 00.13.19 36,05 6 26 Mads Siig Hansen CC Gladsaxe 1991 Ungdom 00.14.33 32,99 7 25 Sigmund Olsen Tórshavnar Súkklufelag 1991 Ungdom 00.15.01 31,96 Úrslit av Statoil Kring Føroyar 1. teinur - vaksin 20.07.2005 - 8 km Nr. Rygg Navn Felag Føddur Bólkur Tíð Km/t 1 1 Gunnar D. Olsen Tórshavnar Súkklufelag 1965 B 00.11.12 42,86 2 4 Hafsteinn Ægir Geirsson Hjólrei›afelagi Reykjavík 1980 B 00.11.12 42,60 3 8 Gunnlaugur Jonasson Hjólmenn 1962 H40 00.12.19 42,42 4 5 Eli Christiansen Tórshavnar Súkklufelag 1985 C 00.11.31 41,69 5 6 Gisli Karel Elisson Hjólrei›afelagi› Reykjavík 1977 B 00.11.44 40,91 6 11 Jan-Bo Petersen ? 1972 Motión 00.11.58 40,11 7 7 Esmar Joensen Tórshavnar Súkklufelag 1975 H30 00.12.00 40,00 8 3 Bogi Kristiansen CC Gladsaxe 1966 H30 00.12.04 39,78 9 2 Niels Bay Petersen CC Gladsace 1975 B 00.12.17 39,08 10 10 Sverri M. Edvinsson Tórshavnar Súkklufelag 1966 Motión 00.13.00 36,92 11 9 Keith Thomas Nielsen ? 1965 Motión 00.13.40 35,12 12 0 Hans Krosstein Tórshavnar Súkklufelag 1988 Junior 00.13.47 34,82 13 12 Mogens Hendil Pedalatleterne Fredensborg 1942 Motión 00.14.00 34,92 14 0 Mikki Bangtrup Ringkøbing 1962 Motirón 00.14.08 33,96 15 14 Jón Ellingsgaard Tórshavnar Súkklufelag Motión 00.14.48 32,43 16 13 Evald Rasmussen Tórshavnar Súkklufelag 1957 Motión 00.15.05 31,82 Føroyar tvey pláss rætta vegin Gunnar Dahl-Olsen vann prologin Gunnar Dahl-Olsen vann prologin í Klaksvík Savnsmynd