Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 138 - 22. juli 2005 HETLANDSFERÐ (3) Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í seinasta blaði hoyrdu vit um, at siglararnir høvdu tveir góðar dagar á het- lendsku oynni, Whalsay. Eftir at hava siglt í einar 29 tímar, løgdu vit til bryggju í Symbister stutt fyri midnátt mikukvøldið, 6. juli. Nakrir av bátunum, sum komu til Hetlands seinni enn vit, løgdu ikki inn á Whalsay, men sigldu fram- við oynni og hildu leiðina fram beinleiðis til Lerwick. Á middegi annan dagin eftir, at vit vóru komin til Whalsay, loystu vit aftur, og nú lá tann stóra løtan fyri framman, har bátarnir skuldu fylgjast til Lerwick og saman stevna inn í havnina. Hugtakandi var at síggja allar bátarnar sigla suður- eftir framvið hetlendsku meginoynni. Miðalferðin var ikki størri enn, at allir kundu fylgjast, men tá ið onkur bátur gongur 7 míl – og onkur annar 40, kundi henda ferðin í løtum minna um grindarakstur. Stundum hálaði onkur í speedaran og slakkaði síðan av aftur fyri ikki at enda ov frammar- liga. Tað var jú einki for- gjørt í at vísa, hvussu skjótt báturin í veruleikanum gongur! Meðan vit sigldu suður- eftir, ynskti bátafylgið um WHF’in, at stavnamaðurin á ferðini, Anfinn Norðfoss í bátinum, Gerd, skuldi sigla á odda inn í havnina í Ler- wick. Føroysk "innrás" Tey, sum stóðu á bryggjuni og uppi á landi annars og eygleiddu føroysku bátar- nar – skrýddar við føroysk- um og hetlendskum fløgg- um – vóru hugtikin av stóra bátafylginum. Tað vóru eisini mong, sum hesar dagarnar, bátarnir lógu í Lerwick, spákaðu sær ein túr oman á bryggjuna at fregnast og forvitnast. Dirvi og áræði var fel- agsnevnarin fyri teir menn, kvinnur og børn, sum høvdu siglt longu leiðina um hav. Eftir sjálva "innrásina" í Lerwick, hósdagin 7. juli, komu nakrir føroyskir bátar aftrat, og hæddarpunktið mundi vera, tá ið sluppin, Jóhanna, legði til bryggju við stórari manning. Snotu- liga farið, Dragin, setti eisini sín dám á føroysku vitjanina. Umframt teir menn, kvinnur og børn, sum vóru við í ferðini um hav, komu fólk eisini niður við Norr- ønu og búðu umborð á bátunum í nakrar dagar. Samlaða talið av før- oyskum bátum og skipum var omanfyri 45. Saman við teimum, sum komu niður við Norrønu og búðu um- borð á bátunum, vóru helst eini 250-300 fólk knýtt at hesum bátum og skipum, tá ið talið var størst. Heðin Mortensen, ÍSF- forseti, helt fyri ein dagin, vit møttu honum og konuni, Hjørdis uppi í hugnaligu gongugøtuni í Lerwick, at siglararnir høvdu sett sín serstaka dám á fleiri av kappingunum, nú oyggja- leikir vóru í Hetlandi. Hann vísti á, at ógvuliga fá ferðafólk høvdu havt høvi at síggja leikirnar í Hetlandi, tí øll hotellir og gistingarhús vóru fult upp- tikin hesar dagar, leikirnir vóru. Fleiri av hesum fólkum hava víst seg sum góðir stuðlar undir leikunum, segði ÍSF-forsetin. Prát og hugni Veðrið í Hetlandi var skift- andi, meðan føroysku bát- arnir vitjaðu – og oyggja- leikirnir vórðu hildnir. Onkran dagin var luftin slavin, og tað regnaði, og onkran dagin skein sólin. Aðrar dagar upplivdu vit bæði. Í stuttum kunnu vit siga, at vit høvdu "før- oyskt" veðurlag í Hetlandi, meðan oyggjaleikir vóru. Í bátunum hugnaðu fólk sær, og framvið lutfalsliga langa bryggjukantinum, har bátafylgið lá, varð nógv prátað. Umframt at báts- fólkið hevði nógv at práta um sínámillum, hittu vit javnan hetlendingar og bret- ar annars, sum spákaðu framvið. Soleiðis hitti eg eini til- komin hjún úr York, sum høvdu ferðast í Hetlandi gjøgnum mong ár. Tey vóru rættiliga hugtikin av før- oyska kvinnulandsliðnum, og tá ið vit høvdu prátað eina løtu, vísti tað seg, at tey bæði kendu føroysku leikar- arnar nógv betur enn vit! Tað kendist eitt sindur undarligt… Dagarnir í Lerwick gingu í fyrsta lagi við "heim- ligum" hugna í bátunum, práti uppi á bryggjuni og við óteljandi túrum niðan í trongu og hugnaligu gongugøtuna við teimum smáu og forvitnisligu handlunum. Fyri at stytta um dagin og fyri at stuðla føroysku ítróttarfólkunum, fóru fólk busstúrar til ymisku kappingarnar. Um kvøldið vitjaðu mong í húsinum hjá báta- felagnum í Lerwick, har føroyskur sangur rungaði – og tað hendi eisini at farið varð upp á gólv! Brøðurnir, Tróndur og Brandur Enni, vóru eisini við í ferðini, og guitarin, teir høvdu við sær, setti sín serstaka dám á kvøldini, bæði í bátafelagnum, uppi á bryggjuni og í bátunum, har fólk sótu og sungu til langt út á næturnar. Soleiðis sovnaði tú við- hvørt í koyggjuni við góð- um sangi, sum ljómaði, haðani suðuroyarbátarnir, sum vóru fleiri í tali, lógu yvir av okkum. Tikin av skipi… Meðan vit vóru í Hetlandi, frættu vit eisini um roynd- ina hjá teimum fýra monn- unum at rógva um hav við gamla kappróðrarbátinum, Nevinum Reyða. Uppi í gongugøtuni eitt kvøldið møttu við mann- ingini á einum seksæringi úr Suðuroy, sum júst var komin til Lerwick. Tá høvdu klaksvíkingar- nir róð eini 5 samdøgur og vóru umleið 50 fjórðingar úr landi. Tórshavnar Radio hevði líkasum biðið seksæringin ávegis farið á positiónina hjá kappróðrarbátinum. - Áðrenn vit komu til menninar, høvdu vit sam- band við teir og spurdu, Føroyska " Sangur rungaði um h Tað var sum at síggja grindarakstur, tá ið bátarnir stevndu móti Lerwick Mynd: Vilmund Jacobsen Um kvøldarnar vitjaðu mong í húsinum hjá bátafelagnum í Lerwick, har føroyskur sangur rungaði – og tað hendi eisini at farið varð upp á gólv! Brøðurnir, Tróndur og Brandur Enni, vóru eisini við í ferðini og guitarin, teir høvdu við sær, setti sín serstaka dám á kvøldini, bæði í bátafelagnum, uppi á bryggjuni og í bát- unum, har sangurin ljómaði til langt út á næturnar