fríggjadagur 22. juli 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 22. juli 2005
21
hvat teir ynsktu sær. Jú, teir
ynsktu sær okkurt heitt. Vit
kókaðu teimum seyðarhøvd
og epli, sum teir fingu, tá ið
vit komu til teirra. Menn-
inir vóru troyttir, men vístu
seg annars at vera hampi-
liga væl fyri – og báturin
bar seg væl í sjónum. Vit
bjóðaðu teimum sleip, men
teir søgdu nei. Síðan fóru
vit frá teimum – ikki við so
góðum tannabiti.
Hesin sami seksæringurin
úr Suðuroy hevði tikið ein
av bátsfeløgunum upp á
Suðuroyarbankanum ávegis
til Hetlands. Hesin siglir við
Smaragd. Túrurin var lokin,
og nú hevði maðurin hug at
koma við til Hetlands. Men
tað var ikki bara sum at siga
tað at taka mann av skipi á
opnum havi.
Hetta
eydnaðist
og
kvøldið, vit møttu honum í
gongugøtuni, var hann ikki
í iva um, at hann hevði tikið
røttu avgerðina, tá ið hann
hevði biðið suðuroyingar-
nar taka seg upp á Suður-
oyarbankanum.
Í komandi parti um het-
landsferðina
venda
vit
nøsini heimaftur og fara at
siga frá, hvussu heimferðin
gekk.
"innrásin":
havnalagið í Lerwick
Ein partur av føroysku "innrásini". Dirvi, áræði og
ævintýrhugur er felagsnevnarin fyri hesa ferð
Mynd: Jens Kr. Vang
Tá ið siglarar hittast, spyr eingin eftir, hvør er prestur, lækni, løgfrøðingur, fiskimaður ella
vanligur arbeiðsmaður. Øll eru í "sama" báti
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vit høvdu føroyskt veðurlag á ferðini í Hetlandi. Viðhvørt regnaði, og viðhvørt skein sólin. Hetta er ein av teimum góðu løtunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóhanna setti eisini sín dám á føroysku "innrásina" í Hetlandi
Mynd: Vilmund Jacobsen