fríggjadagur 22. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 138 - 22. juli 2005
RØÐA
Gott kvøld, góðu gestir og
sangarar! Bygdarfólk, eins
og avbygdarfólk!
Tað var formaðurin í Kór
Glyvra
Kirkju,
Marita
Joensen, sum bað meg siga
nøkur orð um staðið her vit
eru stødd. Tað skal eg royna
at gera nú, samstundis sum
eg flætti uppí nakrar frá-
sagnir frá fólki, egnar upp-
livingar og brot úr bók-
mentum annars.
Vit eru nú stødd NIÐRI
Á
STØÐNI.
Soleiðis
kallaðu vit í bygdini hetta
staðið — og soleiðis hava
so mangar aðrar útróðrar-
bygdir kalla staðið, har lív-
æðrin í bygdini var:
• staðið har fiskurin kom
upp á land,
• staðið har bátarnir blivu
drignir av lunni og hildu til
havs, út á fiskimiðini,
• á handilsferð, eftir lækna
ella eftir jarðamóðir.
Ørindini kundu verða so
nógv. Her í Rituvík hevði
t.d. eisini torv-søla stóran
týdning. Torvið varð selt til
Havnar.
Vit hava nú eina løtu lýtt
á tónar, ljóð og løg frá Kór
Glyvra Kirkju . — Ótrúliga
flott — sum væntað! — Ein
gerst stoltur av, at tað ber til
at syngja so gott og so
vakurt her á landi! Um eina
løtu sleppa vit enntá at
hoyra víðagitna operasang-
ararnar Susanne og Rúna
Brattaberg. Tað gleða vit
okkum eisini nógv til!
Ritu-karr
Vit kunnu so seta fram
hendan spurning:
Hvørjir tónar, ljóð og løg
hava verið at hoyrt fyrr í
tíðiniá hesum leiðum, her
sum vit standa nú?- Kanska
vóru tað ritu-karr í teim
fyrstu fleirraddaðu kórun-
um á hesum stað?- Á tíðar-
innar morgni so at siga. -
Men, síðan komu fólkini.
Tey fyrstu í 1873, fyri
skjótt 132 árum síðan.
Teir fyrstu tónarnir hjá
teimum vóru sálmar, skjald-
ur, vøgguvísur og kvæði. —
Her sum vit standa hevur
tað mest verið sálmarnir.
Men umhvørvið uttan um
okkum hevur givið nógv
ymisk ljóð í ymsum rútm-
um og styrki:
Á sumri bleytasta pianis-
simo frá alduskvatli, á vetri
harðasta forte frá alduduni
og øgiligum brotum.Í oman-
lopi jarðskjálvta-rystingar
um alla bygdina. Hugsi ikki,
at
nakað
rokk-orkestur
kundi havt gjørt tað betri!-
Alt samalt í kontrasti til...
seigligu áratøkini.... reglu-
liga hvínandi í homlu-
bandi....sálmarnir. Seinni
teir klikkjandi motorarnir,
og sálmasangurin fánaði
burtur her, men tók seg upp
aftur í Missiónshúsinum,
bygt í 1935 og í Kirkjuni,
bygd í 1955. Sostatt hava
hesi Guds-húsini í ár síni 70
og 50 ár á baki í hesum
árinum.
Mær er sagt, at seinastu
ferð, at rituvíkingar sungu á
báti var undir krígnum, eftir
grindaferð úr Klaksvík. Tað
skuldi ljóða serstakliga væl
— tí góðar vóru røddirnar!
Hyggi eg eftir kórinum, ið
her stendur, so eru ikki so
fá í ætt við frægar sangarar
her í bygdini. — Tað verður
sagt her á staðnum, at tey
mest
edlu
sang-genini
skuldu koma úr Suðri. —
Gen, sum ala fram serliga
sterk
og
vælljómandi
stemmubond,
ið
geva
klangfullan sang. — Um
venjing og dirigering í
ávísan mun hevur verið til
staðar. - Tak bara Rúna
Brattaberg,
sum
bleiv
hálaður oman í Ljóm í
Vági, tí ein bassur mangl-
aði. Hann vísti seg at vera
ein sannur sang-diamantur
av høgum karati, sum nú er
slípaður til og kann skyggja
í øllum sang-klangum og
hvat tað skal vera..
Sagt verður, at alt í lívin-
um gongur í ring. Soleiðis
møtast í kvøld suðrisku
sang-genini í kórinum við
suðrisku sang-genini hjá
Rúna aftur her í fjøruni í
Rituvík!
Eingir bilar
Vit venda aftur til ljóðini
her á staðnum.Eg kann
sjálvur minnast hesi ljóð:
...tað ríkjandi hvinið, tá ið
báturin verður drigin upp,
knarrið eftir lunnunum,
sum vit nú sita á!.... fisk-
arnir, ið smella niður á hell-
una. Ella tey meira hulis-
ligu ljóðini, tá ið fiskurin
verður koyrdur leypin. -
Hetta síðsta kanska eftir at
fiskabýtið hevur verið:...
"Hvør skal eiga handan
partin"?..... "Tú sjálvur",
plagdi Edvard-abbabeiggi
at siga, tá ið vit høvdu býtt
fiskin..... og so tey tungu
fótafetini frá monnum ella
dreingjum, ið fara niðan
brekkuna við leyp á baki,
við fiski í.... tí tá vóru jú
ongir bilar!
Jú, her á staðnum hevur
nógv gingið fyri seg. Lat
okkum t.d. leggja oyra til
nøkur ørindi úr yrkingini
"Tollaksmessudagur 1913",
hjá Nancy Vesturbú, í
bókini "Rit og yrkingar"
frá 1987, s. 86-88: (eg taki
yrkingina í trimum pørtum)
1. Smidligt er farið, ið fram
eftir stevnir,
seks mans til ára úr støðni
avstað,
náttin er vøkur, tó hvør
maður kennir
løtan má brúkast, brátt
skifta kann lag.
2. Á Tollaksmessu nú nær
jólum,
hoyrdist
frá
bátinum
sálmakent lag,
stjørnurnar bjartar og stilli
í sjónum,
dýrdin var føgur, teir
sannaðu tað.
Hetta er í tíðini, áðrenn
motorarnir
komu
til
bygdina. — Eins og í øðr-
um føroyskum bygdum
fóru bátarnir syngjandi frá
landi — og komu syngjandi
aftur at landi — um teir
slitu upp land. —
Rituvík hevur verið ein
útróðrarbygd í so at siga
100 ár. — Niðursetufólkini
høvdu bøin og bátin og
Várharra at líta á. — Á
minnisvarðanum haruppi
standa so rámandi hesi orð:
TANN
KRAFT
SUM
TEIMUM TREYSTI GAV
VAR LÍT TIL GUD OG
LAND OG HAV.
Tann fyrsta lendingin í
Rituvík var ikki tann, ið vit
standa á nú. Heldur ikki
tann vestanfyri — ("Freder-
ikshavn"), á Kráargili, har
ternurnar gjørdu, at vit
fluttu hetta tiltak her til.
Barnavíkin
Teir fyrstu niðursetumenn-
inir høvdu í nøkur ár bát —
4-mannafar — YVIRI Á
SKARVATANGA. - Vit
hóma tangan stinga út und-
an har eystanfyri okkum....
Seinni varð lendingin flutt
higar, vit nú eru stødd. Ein
breiður træstigi rakk upp á
eina rók, ið gekk framvið
innara borði á dráttrinum.
— Tað kundi taka tímar at
fáa bát á sjógv — ella at fáa
hann upp. Eitt øgiligt
knoss, ið torført er at skilja
í dag, at tað bar til.
Menninir róðu út á hav
tey fyrstu nógvu árini.
Hetta tók einar 4-6 tímar
hvønn vegin, um væl gekst
í hond! Tí bleiv tað soleiðis
tey
fyrstu
árini,
at
Konurnar bóru fiskin Heim
í Heiðar, meðan menninir
fingu sær eina stutt hvíld,
inntil næsta túr.- Eini 200
pund ella meir høvdu tær í
leypinum, umframt barnið,
ið tær oftast bóru undir
beltið. Eini 10-12 børn
fingu allar tær fyrstu
konurnar! — Tí bleiv
Rituvíkin eisini viðhvørt
nevnd "Barnavíkin"!
Men rituvíkingar áttu ein
sera góðan vin og fram-
taksmann í "Per í Heið-
unum" (Per Nielsen). Hann
hevði handil heimi í Heið-
um, higar konurnar komu
knossandi við fiskaleypum.
— Hann tók stutt og greitt
og bygdið eitt stórt fiska-
hús heir heimi við ánna. —
Og tann grundin er til enn.
Tá bleiv høgligari at
avreiða.
Tann stóra hellan, ið vit
síggja hiðani og HEIM Í
KÓS var øll nýtt til at turka
fisk á — klippfisk. Fiskur
varð eisini turkaður á
HELLUNI Á KRÁAR-
GILI.
Tí liggur vegurin so mik-
ið niðarlaga ÚTI Í SKÁK,
og tí gongur INGUSA
ENDI oman á KRÁAR-
GIL, har bátadrátturin kom
fyri uml. 30 árum síðan.
Skip løgdu haraftrat fisk
upp at turka í Rituvík, tí
hellan var so víð og sólar-
gangurin góður.
Í mínari tíð kann eg
minnast, at fiskur hevur
verið saltaður uppí í salt-
fiska-húsinum hjá Andreas
Andreassen, keypmanni.
Tað er taðgráa húsið við
reyðum taki, beint oman-
fyri neystini.
Tíðirnar skiftu. Útróð-
urin fánaði. Menn fóru við
trolara ella uppá langfart.
Ungfólk funnu enntá uppá
at fara í skúla, ið ikki
beinleiðis førdi til sjóvinnu.
77 navigatørar
Tað var Olivur Andrassen,
sáli, ið segði mær, at eina-
ferð sigldu út frá Rituvík
ikki minni enn 77 navigat-
ørar — fólkatalið var tá bert
eini eini stívliga 200 fólk!
So nógv íkast hevur
hendan bygdin givið til
landsbúskapin. So nógv
hevur tað at siga, at menn
alast upp á einari støð sum
hesari, fyri síðani at kunna
fara longur út á havið!
Vit venda aftur til yrking-
Rituvíkin varð n
- Tey fyrstu árini var tað so, at konurnar bóru
fiskin Heim í Heiðar, meðan menninir fingu
sær eina stutt hvíld, inntil næsta túr. - Eini 200
pund ella meir høvdu tær í leypinum, um-
framt barnið, ið tær oftast bóru undir beltið.
Eini 10-12 børn fingu allar tær fyrstu
konurnar! Tí bleiv Rituvíkin eisini viðhvørt
nevnd "Barnavíkin", segði Dánjal Petur Høj-
gaard í røðu síni á mentanartiltakinum á
Støðni í Rituvík seinasta leygarkvøld