fríggjadagur 22. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 22. juli 2005
23
ina hjá Nancy um feigdar-
dagin,
tollaksmessudag,
1913, táið nógvar bygdir í
Føroyum mistu bátar og
menn....(vit hoyrdu 1. og
annað ørindi í áðni)
3.ørindi:
Komnir á miðið teir fóru til
verka,
línurnar settu so skjótt
eftir hógv;
aftaná løgdu teir nakað til
merkis,
fjart har í havsbrúnni sorti
upp dró.
4. Skjótt hann seg breiddi
og so kom eitt vindblak,
var best í stundini heim
seta kós?
Veðrið skjótt øtlar — teir
línuna draga
kraftmiklar hendur nú
rívast til blóðs.
5. Skjótt bar hann* at,
tann, ið har var á odda,
ein**, sum var við hesum,
taldi mær frá
blaðungur tá, tó enn
greinliga minnist
bragdið, bátsfelagan fremja
hann sá.
6. Línan úr havi ei drigin,
men rivin,
flotini ikki teir bjargaðu tá,
í borðinum búgfult av
onglum stóðu,
teymar hann sleit, tá ið
hart leikti á.
*Sofus Højgaard, sonur
Jóhan Kristian Højgaard á
Tippinum.
**Dánjal Pauli ("Palli")
Højgaard, sonur Per Høj-
gaard, ið eisini var við
henda túrin.
....
Vit skilja, at hesin túrurin,
ið Nancy yrkir um, hevur
verið ein línu-túrur. Annars
er mær sagt, at rituvíkingar
mest hildu seg til snørið; tí
tá var skjótari at rýma, um
veðrið øtlaði....
Her hava verið mangar
vandaferðir.
Her
hevur
mangan verið nær við, at
bátar ella manningar fóru.
— Men hvørja ferð, bóru
allir menn boð í bý! — Jú,
sanniliga er hendan bygdin
sloppin væl við at vera ein
útróðrarbygd.
So vítt eg havi skilt, er
ongin maður enn farin á
útróðri — men fleiri eru
farnir á skipi og í øðrum
vanlukkum.
Royndu ítarstu megi
Hvussu gekst so við túrin-
um
tollaksmessudag
í
1913? Vit lata Nancy Vest-
urbú, fødd Højgaard, fáa
orðið aftur:
7. Royndu teir har sína
ítarstu megi,
alsamt at oysa tað kravdi
sín mann,
hildið varð á — kámt sást
lýsa fyri degi,
fámælt var orðað og sjórok
um stavn.
8. Veiðan er bjargað, og
uttan av havi
aftur mót landi leiðin nú lá,
ilskan í sjónum og brotið
frá bárum,
undur teir spurdust í aftur
tá.
9. Ódnin var mikil, ei
mundi avhæsa;
tá sást eit óløg´ ið alt kundi
knasa,
reisa seg upp sum ein
hóttandi múrur
endin er komin, hvør
maður stúrir.
10. Á teimum øllum nógv
mundi standa,
skuldu teir ongantíð vinna
til landa?
Men tá ið skaðasjógvur
skal bróta,
Tann elsti*** á bátinum
royndi sær fóta.
11. Upp brá sín arm, hin
almáttuga nevndi
- nakað var hent, hvør ein
á sær nú kendi. —
Brotið hitt mikla, ið alt
kundi knasa,
slætnaði niður uttan at
hvæsa.
12. Seinni, tá ið teir
nærkaðust støðni,
fólkið alt samlað var niðri á
lónni,
loftaðu bátinum alt sum í
einum
garður av monnum á
sjóbardum steinum.
13. Maður, sum slíka
lívsroynd kann gera,
av henni støðugt merktur
man vera;
stríðið og bjarging mót
hóttandi bárum
lýsir sum viti á aldrandi
árum.
Hesin var "Gamli-Dánjal
Petur", elsti bróðir Per Høj-
gaard. Hinir tríggir, ið við
vóru hendan minniliga túr-
in vóru: Hanus og Dánjal
Petur, báðir synir til Per (ið
sostatt hevði tríggjar synir
við sær, umframt ein bróðir
og ein bróðirson)
Í 1913 eru gingin 40 ár
síðan, at fyrstu fólkini bú-
settust í Rituvík (fyrstu
hjúnini vóru Per og Nico-
lina, fødd Thorkildshøj).
Í grind
Hetta var so yrkingin hjá
Nancy eftir frásøgn frá
pápa hennara, Dánjal Paula
ella Palla hjá Peri. — Eg
havi hoyrt Palla, abba-
beiggja, fortalt um hesa
hending — og eisini hoyrt
aðrar siga frá hesi undur-
fullu bjarging.
Á hesum stað — her á
Støðni - kundi verið so
nógv annað at sagt frá. - Frá
grindaferðum, norðhavs-
útróðrarferðum, frá truplari
lending undan óløgum....
osfr.
Eg skuldi havt enda her,
men eftirsum vit hava
Meinhard Bjartalíð, prest,
hjá okkum her sum dirigent
fyri kórinum, so takið eg
hetta lítla brotið við aftrat.
Tað er úr bókini hjá skyld-
mannai hansara, John Reid
Bjartalíð: "Á Gomlum
Gøtum og Yngri", frá 1991
og frásøgnin er "Ein fong-
ríkur dagur", (s.. 189-
190)... Tað er Lamba-
Kristian, ið sigur frá um
eina grinda-ferð hjá Kinna-
monnum í Lamba, hin 8.
august, 1909. Hanus og
synirnir Kinna-Jákup og
Kristian hava verið til
útróðrar og hava funnið
eina grind, sum teir royna at
reka suður eftir við Suður-
rákinum.
Lamba-Kristian
sigur
soleiðis, eftir at teir hava
havt hava upp mastur og
striltið gongur at fáa aðrar
bátar at koma til hjálpar:
...Nú hildu vit okkum
síggja, at menn runnu í
Rituvík, og tað varð skjótt,
at væl mannaður bátur kom
út hiðani. Fyrsta, teir koma
til grindina, sigur pápi:
"Okkum hevur longst eftir
tykkum."
Teir svaraðu aftur: "Tað
gekk so striltið at fáa bátin
fullmannaðan, tað nógva av
mannvaksna er burturi, og
summir av heimamonnun-
um vóru frá húsum, fingust
við torvlutir og tílíkt."
"Hatta er tann flokkurin,
ið er, systkinabarnið!" helt
Per fyri; teir vóru dupult
systkinabørn, pápi og hann.
Pápi segði við rituvíkingar:
"Vit eru longu so móðir,
kanska vit høvdu fingið ein
mann frá tykkum at róð við
okkum". Tað var gaman í
beinanvegin. Jóhan Kristi-
an á Tippinum kom okkum
til hjálpar. Hann var eisini
raskur at rógva. Pápi og
hann sótu á aftasta bekki....
Báðir bátarnir fara við
grindini suðureftir. At enda
verður
hendan
grindin
goymd í Kaldbak um
kvøldið og um náttina .Hon
doyr norðuri í Sundum, við
Boshøvdavíkina dagin eftir.
Eini tvey samdøgur seinni
koma bátarnir søkkladnir
rógvandi aftur við grind.....
"soleiðis knógvaðu teir
gomlu" (sum John Reid
Bjartalíð tekur til...)
So skal eg verða liðugur -
nú kaffið er klárt og
maturin
er
tilreiðar
á
grillunum...
Orsøk til stoltleika
Men, mín niðurstøða er so
tann, at rituvíkingar kunnu
verað stoltir av sínari út-
róðrarsøgu — sjálvt um tað
kanska í nútíðini er nakað í
millum at bátur verður flot-
aður. - Hvør veit, kanska
fara vit at rógva út á annan
hátt her á staðnum í fram-
tíðini! — Kanska hendan
fyrsta FJØRUKONSERT-
IN fer at vaksa til ein
FJØRU-FESTIVAL.
Lat
okkum heldur nýta eitt
frægari føroyskt orð sum
FJØRU-FAGNAÐUR!
Kanska bæði her á Støðni
og úti á Kráargili? Møgu-
leikarnir eru her. Staðið her
er sermerkt, gevur serstak-
an stemning — her vit
hoyra "havsins andradrátt",
sum tað verður tikið til.
Takk fyri, at tit lýddu á
— og havið eitt fram-
haldandi gott kvøld við
felagssangi, kórsangi, solo-
sangi, steiktum góðbitum,
gongutúri, søgum o.ø. góð-
um!
(NB: beinleiðis sitat eru
endurgivin eftir avtalu við
rithøvunda ella rættindis-
havara)
evnd barnavíkin
Hæddarpunktið á
mentanartiltakinum
var konsertin við
Susanne og Rúna
Brattaberg. Tey fingu
berg og fjøru á
støðni at ristast við
magnfullum og ynd-
isligum klassiskum
sangi, har skráin um-
fataði ariur og
operettur
MENTANARTILTAK
Orð/myndir: Tóki
Højgaard
Tey stívliga 300 fólkini,
sum høvdu leitað sær
oman á Støðna seinasta
leygarkvøld, vóru væl fyri
at taka ímóti forkunnugu
vitjanini
frá
týsku
operuni.
Áðrenn Susanne og
Rúni sungu, var Kór
Glyvra Kirkju við Mein-
hard Bjartalíð á odda á
skránni. Tey opnaðu oyru
og sinni okkara við góð-
um føroyskum summar-
og
fosturlandssangum.
Somuleiðis bygdi Sverri
Justinussen upp ein góðan
stemning við mergjaðum
felagssangi. Eisini var
røða á skránni við Dánjal
Petur Højgaard.
Hann greiddi frá útróðri
og lendingum í Rituvík og
lýsti á henda hátt "kuliss-
urnar" fyri konsertini.
Eitt virðiligt innslag á
mentanarkvøldinum var,
at nýliga heimkomnu
lokalu ítróttarfólkini frá
Oyggjaleikunum vórðu
heiðrað við blómum, gáv-
um og hurrá-rópum. Talan
var
um
fimleikarar,
svimjarar og fótbóltsleik-
ara.
Eftir bygdargøtuni
Leygarkvøldið, 16. juli
kemur at standa fast í
minninum hjá nógvum av
teim luttakandi. Tí umleið
100 fólk gjørdu av at lut-
taka á gongutúrinum eftir
gomlu bygdargøtuni mill-
um Rituvík og Lamba.
Leiðin gekk framvið
gróthúsum,
har
søgur
vórðu sagdar av Óla Sim-
onsen. Tá ið Lamba bygd
kom undan, segði Óli frá
"Norsku Løvu", ið strand-
aði í Lamba nýggjársdag í
1707.
Tikið varð saman um
og nøkur ørindi úr vísuni
vórðu
kvøðin.
"Stolt
Signhild" gav eisini týsku
operagestunum — sum
øll fýra gingu við okkum
— ein varhuga av, at
føroyski dansurin enn er
livandi í Suður-Eysturoy!
Gingið var oman til
Lamba Skúla, har blíðir
kokkar stóðu klárir við
súpan, kaffi og køkum.
Tiltakið endaði um mid-
náttarleitið við, at øll so
við og við fluttu seg til
húsa heim, mett til likams
og sálar av einum sera
væleydnaðum mentanar-
tiltaki.
Kunningarstovan
v/
Rannvu Troest og Runa-
víkar Kommuna eiga stórt
rós uppiborið fyri enn eitt
væl fyriskipað tiltak!
Væleydnað
mentanartiltak á
støðni í Rituvík
Susanne og Rúni Brattaberg settu sín serliga dám á tiltakið
í Rituvík
Væl av fólki høvdu leitað sær
oman á Støðna til hugnaliga
tiltakið, sum eisini eydnaðist
serstakliga væl. Staðið var
eisini væl valt, vóru fólk
samd um – ikki minst til
vakra sangin frá Susanne og
Rúna Brattaberg