Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 22. juli 2005 Midnight in the Garden of Good and Evil Blaðmaðurin John Kelso úr New York fer til Savannah í Georgia í arbeiðsørindum. Hann skal skriva eina grein um árligu jólaveitsluna, ið ein ríkmaður í býnum, Jim Williams, heldur. Jim Williams er kendur sum ein fínur antikvitetshandlari og hann dugir serliga væl at restaurera gomul stór- mannahús og býr sjálvur í tí søguliga Mercer House. Men eftir jólaveitsluna verður handtikin fyri morð- ið á unga bumsin Billy Hanson, sum tað vísir seg var hansara elskari. Willi- ams vil vera við at morðið á Hanson var úrslit av sjálvsverju. Blaðgreinin hjá Kelso fer nú at snúgva seg um nakað heilt annað enn ætlað. Hann verður verandi í Savannah og fer at fylgja við rættarmálinum ímóti William. Kelso fer eisini sjálvur at kanna í málini. Kelso kemur í samband við villa býarlívið í býnum. hann hittir m.a. eina svarta dragqueen Lady Chablis, heimleysa arbeiðsmannin Joe Odom, voodoo-presta- konuna Minerva og stjørnuríka sakføraran Sonny Seiler, ið er verji hjá Williams. Kelso fellir eisini fyri ungu vøkru sangarinn- uni Mandy Nichols. Educating Rita Rita (Julie Walters) er ung og vil fram í verðini. Frank (Michael Caine) komin uppí árini og hjá honum gongur tað niður á bakka. Men bæði hava tey brúk fyri hvør øðrum. Rita er ein kvinna við nógvum áræði og kemur frá arbeiðara- stættini. Hon vil finna seg sjálva. Filmurin dagførir "My Fair Lady" til nútíðina - her er tað kvinnan uttan útbúgving, ið tekur stigið og førir, meðan mannligi professarin hangur í og roynir at fylgja við. Susan er rætta navnið hjá kvinn- uni, ið kallar seg sjálva Rita. Henni dámar væl at lesa romantiskar skaldsøg- ur og úr síni favorit skald- søgu finnur hon navni Rita. Hon heldur hetta navnið vera fínari enn sítt veruliga navn. Hon hevur við stór- um áhuga hugt í sjónvarp eftir djúpum fyrilestrum um bókmentir og nú tropp- ar hon avgjørd upp hjá Frank Bryant, professara dr.phil.. Hesin er ein av teimum klóku frá sjónvarp- inum. Hon krevur, at hann lærir hana alt, og einki minni! Alstóra vitanin hjá Frank hevur ikki tænt honum so væl. Hann hevur mist hugsjónirnar og er meiri líkaglaður enn nakað annað. Konan er farin frá honum, vinkonan hjá hon- um er honum ótrúgv, aldur- in byrjar at gera um seg, á yrkisleiðini stendur hann í stað og, tá hann tekur bók niður av bókahillini, er tað fyri at smakka sær á av fløskuni, ið hann goymir innanfyri bøkurnar. Hann undirvísir fyri pengarnar eina, og næmingarnir eru honum ein plága. Serliga hendan Rita, ið kemur valsandi inn og krevur at gerast klók - Frank heldur einki um hesa Ritu. Men hann sær skjótt, at Rita als ikki er býtt. Hann sær eisini lívsgleðina, ið Rita ber við sær, og so hevur hon eisini eitt mál í lívinum - bæði hesi hevur Frank mist. Hon dugir at skemta og at siga tað einfalt, uttan at tríva í høgtflúgvandi akademisk hugtøk. Helst er hon avbjóðingin, ið Frank hevur brúk fyri. At læra Ritu um yrkingar og bókmentir annars, blæsur meining aftur í tóma gerandisdagin hjá Frank. Maður Ritu gevur henni valið millum seg og bøkurnar, so hon verður skild. Og sum frálærutímarnir líða gerst Frank góður við hana, og hon alt meira errin av sær sjálvari og eisini sjálvglað. Nú hann forelskar seg í henni, so hevur hon brádliga ikki brúk fyri honum. Men hon gerst greið yvir, at eitthvørt týdningarmikið manglar í hennara lívi. Við: Jim Williams: Kevin Spacey. John Kelso: John Cusack. Sonny Seiler: Jack Thomson. Lady Chablis: Seg sjálva. Mandy Nichols: Alison Eastwood. Billy Hanson: Jude Law. Joe Odom: Paul Hipp. Minerva: Irma P. Hall. Luther Driggers: Geoffrey Lewis. Leikstjórn: Clint Eastwood. Á Kanal 5 sunnukvøldið kl. 23.30 Ein ríkmaður verður handtikin og ákærdur fyri morðið á ein ungan mann, ið tað vísir seg var elskari hjá ríkmanninum. Blaðmaðurin Kelso fylgir við í málinum og fær frænir av, at málið ikki er so einfalt kortini Romantiskur dramafilmur um tvær leitandi sálir At læra Ritu (Julie Walters) um yrkingar og bókmentir annars, blæsur meining aftur í tóma gerandisdagin hjá Frank (Michael Caine) Á DR1 í kvøld kl. 20.55 Kevin Spacey og John Cusack eru í høvuðsleiklutunum í hesum amerikanska thriller/drama- filminum frá 1997