fríggjadagur 22. juli 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Talið á stresstilburð-
um á arbeiðsplássum
økist alsamt, og nógv
bendir á, at arbeiðs-
gevarar og leiðslur
hava stóran part av
ábyrgdini. Men
starvsfólkini kunnu
eisini gera sítt til at
bøta um stressandi
arbeiðsumhvørvið.
Ein gongd leið er at
seta í verk ein
stresspolitikk
STRESS
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
At kenna seg stressaðan í
eitt styttri tíðarskeið kann
vera sunt og er ofta ein
nátúrligur partur av einum
spennandi starvi. Stressaðu
løturnar gera okkum meir
árvakin, og vit verða før fyri
at avrika nóg eftir stuttari tíð
- nakað, ið gevur teimum
flestu eina góða kenslu av
nøgdsemi. Hinvegin er tað
vorðið alsamt týðiligari, at
eitt áhaldandi stressandi
arbeiðsumhvørvi
hevur
skaðiligar avleiðingar bæði
fyri
tað
einstaka
starvsfólkið og fyri úrslitini
hjá fyritøkuni sum heild. Jú
meir stressandi starvsfólkini
kenna sítt arbeiði, jú størri
verður sjúkufráveran og
effektiviteturin á fyritøkuni
minkar samsvarandi.
Starvsfólk, ið trívast á
sínum arbeiðsplássi, hava
hinvegn ikki bara betri
lívsgóðsku. Tey eru í allar
mátar eisini við til at
tryggja framburðin í fyri-
tøkuni. Við hesum í huga,
seta alsamt fleiri fyritøkur
nú í verk ein greiðan stress-
politikk, sum virkar á
jøvnum føti við eitt nú
royki- og rúsdrekkapoltikk
á arbeiðsplássinum.
Stressandi
arbeiðsumhvørvi
Ein røð av viðuskiftum
kunnu verða orsøk til, at
fólk kenna seg stressaði á
arbeiðsplássunum.
Ofta
snýr tað seg um mátan,
arbeiðið verður lagt til
rættis, har starvsfólkini
kenna tað sum, at krøvini
eru ov høg, ella øvut, at tey
ikki fáa møguleika at brúka
síni evni á ein meinings-
fullan hátt. Av øðrum týð-
andi orsøkum kunnu nevn-
ast vantandi samskifti mill-
um starvsfólk og leiðslu um
arbeiðsgongdir og endmál
umframt vantandi trygg-
leiki í starvsetanini.
Orøkirnar til stress á
arbeiðsplássinum eru ikki
altíð líka sjónligar, og ofta
verða starvsfólk og leiðslur
ikki greið yvir, hvør trupul-
leikin í grundini er, fyrr enn
fólk hokna undir trýstinum.
Tí kann tað í fyrsta umfarið
bøta nógv um trupulleikan,
at leiðsla og starvsfólk bara
taka evnið upp og seta orð á
tað.
Skal nakað munagott
spyrjast burturúr, eigur
fyritøkan tó at seta í verk
ein ítøkiligan stresspoli-
tikk. Bæði fyri at orða ein
felags hugburð til trupul-
leikan og fyri at øll kunnu
verða við til at forða fyri
hóttandi stressstøður og
vita, hvussu tær skulu
handfarast í framyvir
Nr. 138 - 22. juli 2005
33
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Stresspolitikkur á
arbeiðsplássinum
Havútsýni -
gott móti
stress
At hyggja út á sjógv
er skjótasti og besti
mátin at minka um
stress, vísir ein
nýgg bretsk
kanning.
Sambært nýggju kann-
ingini verður mett, at
stress í gerandisdegnum
er ein stórur trupulleiki
fyri 30 % av íbúgvunum í
einum miðalstórum býi.
Heili 84 % vístu tó á, at
tað at vera út í náttúruni
alt fyri eitt fekk tey at
slappa meir av. Av øðrum
góðum mátum at forða
fyri stress nevndu tey ein
spákitúr í parkini, luktin
av nýslignum grasi og
ljóðið av fuglasangi.
Oftast nevndu orsøkir-
nar til stress vóru ferð-
slan á veg til arbeiðis,
sjálvt arbeiðið og at
koma upp úr songini.
Larmur tykist eisini at
vera ein afturvendandi
trupulleiki, hjá teimum,
ið oftast kenna seg
stressaði. Út við ein
fjórðingur av íbúgvun-
um í London hava ikki
upplivað ein løtu uttan
larm og óljóð seinastu
seks mánaðirnar.
Samstundis
vísir
kanningin, at bara 19%
av teimum, sum búgva á
bygd,
uppliva
stress
regluliga.
Sambært
hagtølum
arbeiða bretar umleið ein
heilan arbeiðsdag í yvir-
tíð um vikuna. Hetta
meta tey, ið hava gjørt
kanningina, vera ein av
fremstu orsøkunun til at
fólk ikki hava høvi at
vera úti í náttúruni og
harvið fáa møguleika at
slappa av eina løtu.
Best móti stress:
Havútsýni:
42 %
Túrur í parkini:
33 %
Hoyra fuglasang: 14 %
Luktur av
nýslignum grasi: 10 %
Kelda: BBC News Health
Øll hava ábyrgd fyri, at ein starvsfelagi ikki hoknar undir í einum stressandi arbeiðsumhvørvi
Nakrar høvuðsorsøkir til stress á
arbeiðsplassinum:
•
Høgt tempo
•
Yvirarbeiði
•
Knappar deadlines
•
At arbeiða undir eftirliti
•
Ótryggleiki í setanarviðurskiftum
•
Einsligt arbeiði
•
Vánaligur stuðul frá leiðslu og starvsfeløgum
•
Vantandi ávirkan
•
Ógreið arbeiðsbýti
•
Vantandi førleiki ella útbúgving at útinna sítt arbeiði
Hvat kann starvsfólki gera?
•
Lat vera við bara at arbeiða innan títt egna serøki, so
tú ikki brúkar somu evni allatíðina. Fá breitt innlit, so
tú hevur fleiri møguleikar
•
Skil arbeiði frá privatlívi. Tak ikki arbeiðið við heim
•
Fá tær eitt netverk av starvsfeløgum, sum kunnu
stuðla tær í trupulum støðum. Royn at fáa stuðul frá
leiðsluni
•
Lat vera við at arbeiða einsamallur
•
Ver greiður yvir, hvørjar tínar arbeiðsuppgávur í
grundini eru, so ongi ivamál eru
•
Royn at fáa ávirkan á ætlanir og raðfestingar av
arbeiðinum
Hvat kann leiðslan gera?
•
Syrgja fyri, at krøvini eru í samsvar við tað, tann
einstaki megnar
•
Sleppa starvsfólkunum undan yvirarbeiði og ov
knøppum deadlines
•
Leggja skiftandi arbeiðstíðir til rættis við minst
møguligum náttararbeiði og so ofta frí í viku-
skiftinum, sum gjørligt
•
Leggja skiftandi arbeiðstíðir til rættis í góðari tíð og
loyva atlitum til tann einstaka
•
Tryggleiki í setanarviðurskiftum er umráðandi og
starvsáttmalar skulu vera í lagi
•
Syrgja fyri, at fólk ikki arbeiða heilt einsamøll og at
tey hava onkran at styðja seg til
•
Tryggja, at arbeiðsbýti er greitt og væl definerða
•
Syrgja fyri, at leiðslan er sjónlig og at starvsfólkini
kenna seg trygg við hana
Keldur: www.lederne.dk, www.magister.dk