Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 • fríggjadagur • 22. juli 2005 • 79. árg. Eins og í USA er tað vorðið alt meira van- ligt at síggja langar luksuslimousinur við myrkum rútum koyra á evropeisku vegun- um. Nú eru tað ikki einans langir persón- bilar, men eisini "off- roadarar" sum t.d. Hummer H2 og Porsche Cayenne BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Birmingham: Tað er ikki óvanligt at nýta serligar bilar, tá okkurt heilt serligt er á vási, sum t.d. brúðar- vígslur, almennar vitjanir ella aðrir merkisdagar. Tal- an kann vera um nýggjar luksusbilur ella flott ellis- akfør. Í amerikonskum filmum síggja vit javnan at fín fólk koyra í longum luksus- limousinum. Orðið limou- sine er franskt og merkir: Stórur innilokaður bilur við plássi til í minsta lagi 5 ferðandi. Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt at síggja langar limousinur við myrkum rútum á evro- peisku vegunum. Nú er tað ikki einans longdir persón- bilar, men eisini "off- roadarar" sum t.d. Hummer H2, Porsche Cayenne og BMW X5. At Porsche gera sports- vognar vita tey flestu, men at teir eisini gera "off- roadarar" er tað nokk ikki øll sum vita. Tað eru nú nøkur ar síðan teir komu á marknaðin við frítíðarbilin- um Porsche Cayenne, um er ein av heimsins kvikastu 4x4. Cayenne er so gott sum sami bilur sum VW Touareg. Á vitjan í Onglandi komu vit fram á ta fyrstu Porsche limousinuna í Onglandi. Talan er um ein Cayenne, sum er uppbygdur í USA. Bilurin er umleið 12 metur langur og sær rættuliga sermerktur út. Innan er alt luksus og leður við nýggj- astu tøknini og øllum, sum hoyrir til ein slíkan bil. Porsche Cayenne fæst við motorum heilt upp til 500 hk. Eisini amerikanski jeep- urin Hummer, sum bleiv serliga kendur undir Flógvakrígnum fyrst í 90- unum, verður nú eisini upp- bygdur sum limousina. Hummer er so avgjørt ikki ein bilur, sum vanliga verð- ur settur í samband við eina luksuslimousinu. Hvat ein slíkur bilur vigar, er ilt at meta um, men í vanligu útgávuni vigar hann 2,8 tons. Mest vanliga limou- sinurnar av teimum heilt longu eru t.d. amerikansku Ford Lincoln og Cadillac, men ein bilur sum frítíðar- bilurin BMW X5 verður eisini uppbygdur í USA sum limousina, og koyra teir á evropeisku vegunum. Tað fyrsta ein leggur til merkis við longu limou- sinum er, at teir síggja so "óendaliga" langir út, og fólk venda sær á gøtuni. Í USA eru fleiri fyritøkur ið uppbyggja vanligar bilar til limousinur. Bilarnir verða faktiskt bygdir upp av nýggjum, og prísurin er ofta fleiri ferðir tað, sum bilurin upprunaliga kostaði. Off-roadarar sum limousinur Porsche Cayenne er umleið 12 metur langur og sær rættuliga sermerktur út Mynd: Magnus Gunnarsson Á vitjan í Onglandi komu vit fram á ta fyrstu Porsche Cayenne limousinuna í Onglandi Mynd: Magnus Gunnarsson Innan er alt luksus og leður við nýggjastu tøknini og øllum, sum hoyrir til ein slíkan bil