Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 23. juli 2005 7 – Eg hevði ikki væntað, at so mong fóru at koma higar í dag, segði ein fegin Páll Joensen, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at savna hesar myndir og skriva tekstir til myndirnar – og um lívið hjá tí nú 95 ára gamla Jógvan Juliusi Joensen, sum hevur búð í útlegd síðan 1931 FRAMSÝNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósdagin læt forvitnislig mynda- og skjalaframsýn- ing upp í Ribarhúsi í Fugla- firði. Tað er Fuglafjarðar Fornminnisfelag, sum skip- ar fyri framsýningini, ið Páll S. Joensen, saman við øðrum góðum stuðlum hegnisliga hevur greitt úr hondum. Framsýningin verður opin til 3. august. Fólk hava høvi at bíleggja sær hesar gomlu og frálíku myndir, sum eru við á framsýningini. Peningurin, sum kemur inn fyri sølu, fer til arbeiðið hjá Fuglafjarðar Fornminnissavni. Allar myndirnar, sum eru við á framsýningini, eru tiknar í 1938, og tað er fuglfirðingurin, sum í mong ár hevur búð í útlegd í Danmark, Jógvan Julius Joensen, ið hevur tikið allar myndirnar. Julius fór til Danmarkar at læra skipasmíð longu í 1931. Tá ið hann hevði fingið hesa útbúgving, flutti hann til Gilleleje at búgva og arbeiða – og í Gilleleje býr hann fram- vegis, nú hann er vorðin 95 ára gamalur. Í 1938 giftist Julius við Adu Andersen úr Gilleleje. Allar myndirnar, sum eru við á framsýningini, tók Julius, tá ið hann og konan vóru í Føroyum á brúd- leypsferð. Flestu myndirnar eru úr Fuglafirði, men nak- rar eru eisini úr øðrum bygdum í Eysturoy og úr Kirkjubø. Myndir og skjøl Tað var landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, sum alment læt framsýningina í Ribarhúsi upp, og tað vóru eisini hann og bróðurin, Eyðun á Lakj- uni, sum stóðu fyri klaver- spæli og sangi. Ditlev Róin, sum er kassameistari í Fuglafjarð- ar Fornminnisfelag og Pet- ur Martin Petersen, sum er leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði, søgdu eisini nøkur orð við høvið. Væl av fólki vóru møtt til upplatingina, og Páll S. Joensen, stigtakari segði seg vera ovfarna av, at so mong vóru møtt. – Eg hevði ikki væntað, at so mong fóru at koma her í dag, segði ein fegin Páll, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði at savna hesar myndir og skriva viðkom- andi tekstir til myndirnar. Umframt myndirnar, sum eru einar 60 í tali, hava fólk, sum vitja framsýning- ina, eisini høvi at síggja nøkur gomul skjøl, eitt nú manningarlistan frá fyrsta túri til skips hjá Juliusi í 1925 og lærusáttmála hans- ara frá 1931. Julius fór sum aðrir ungir dreingir til skips 14 ára gamal, og hann sigldi seks ár við slupp, áðrenn hann fór niður til Danmarkar at læra skipasmíð. Við á framsýningini eru eisini stuttar greinar, sum lýsa lívsleið Juliusar frá barna-og ungdómsárum og fram til dagin í dag. Somu- leiðis er yvirlit yvir ættar- fólk hansara. Hjá fólki, sum hava áhuga fyri søgu og mynd- um, er framsýningin, sum nú er í Ribarhúsi, rættiligt »guff«. Jógvan Julius Joensen er føddur 10. september 1910. Foreldur hansara vóru Johannes Peter Joensen av Eiði og Malena Fredrikka Joensen úr Fuglafirði. Jógvan Julius Joensen: Tók myndirnar á síni brúdleypsferð í Føroyum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, Páll Joensen, savnari av framsýningini og Petur Martin Petersen, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði Mynd: Bárður Her við brúnna druknaði abbi Jógvan á Lakjuni, Pól á Lakjuni, 20. januar í 1936, 44 ára gamal - frá konu og 11 børnum. Pól var kokkur við Ruth. Eingin sá tilburðin, men hildið verður, at hann hevur verið áhaldsin og er dottin út av brúnni Mynd: Bárður Ditlev Róin er kassameistari í Fuglafjarðar Fornminnisfelag. Við móttøkuna hósdagin, tá ið myndaframsýningin læt upp, segði hann eisini nøkur orð Mynd: Bárður