Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 139 - 23. juli 2005 Løgmaður er samdur við nógvum at tí, sum tveir vinnulívsmenn føra fram í Sosial- inum mikudagin, men tað super- liberalistiska samfel- agið, teir droyma um, vil hann ikki vita av 2015-ÆTLANIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg eri samdur í nógvum. Men eg eri eisini ósamdur í summum. Jóannes Eideasgaard, løgmaður, fegnast um, at tveir so virknir vinnulívs- menn sum Jákup Jacobsen og Niels Stórá eru áhugaðir í umfatandi 2015 ætlanini hjá landsstýrinum sum hev- ur til endamáls, at í 2015 skulu Føroyar vera í fremstu røð ímillum heims- ins lond. Teir báðir standa fyri nógvum stórhandlum í fleiri londum og í næstum lata teir fleiri handlar upp afturat. – Teir báðir eru kanska teir allarfyrstu føroyingarn- ir, sum av álvara hava bjóð- að alheimsgerðini av við tað at teir hava handlar í fleiri londum. – Tað er júst aðaltátturin í alheimsgerðini, at vit ikki bara síggja møguleikarnar í okkara egna, lítla dunnu- hyli, men eisini úti í stóru verð og tað hava teir prógv- að, ber til. Løgmaður ásannar, at teir báðir nema við nógv av tí, sum er rættiliga týdningar- mikil 2015 ætlanini, eitt nú marknaðaratgongd fyri okkara framleiðslu, privatiseringar, millum- tjóða sáttmálar, ein tryggari arbeiðsmarknað, fleiri og betri hagtøl og útbúgvingar. – Men teir nevna eisini, at skal 2015 ætlanin eydn- ast, verður tað ein fortreyt at lækka skattin munandi og at skerja almennu umsit- ingina munandi og tað eri er als ikki samdur í, sigur løgmaður. Betri samstarv við ES og EFTA Serliga viðvíkjandi tíð sum viðvíkur marknaðar- og útbúgvingarviðurskiftum er løgmaður samdur. – Tað er rætt, at okkara marknaðarviðurskifti hava ikki verið nógv viðgjørdur í nógv ár. Ein orsøk kann vera, at vit hava ikki gjørt upp við okkum sjálvi, hvat vit vilja. Ein onnur orsøk kann vera, at tað hevur gingið so mikið væl, at tað hevur ikki verið hildið at vera neyðugt at viðgera trupulleikan. Sjálvur heldur løgmaður, at tað er undir øllum um- støðum neyðugt at taka hendan trupulleikan upp. Serliga heldur løgmaður, at tað er neyðugt at fáa betri samvinnu við ES. – Okkara endamál eigur at vera at fáa somu avtalu við ES, sum Ísland og Noreg hava. Tað merkir at vit fáa frælsi til at flyta arbeiðsmegi, kapital, vørur og tænastur ímillum. Men løgmaður heldur eisini, at vit eiga at fáa tættari tilknýti til EFTA. Limaskapur í EFTA hevði merkt, at vit fingu nyttu av teimum avtalum, felags- skapurin hevur við nógv ymisk lond so at eisini tey londini kunnu gerast ein partur av okkara marknaði, afturat ES marknaðinum. – Eg eri eisini samdur í, at vit skulu hava fleiri ein- skiljingar og fleiri millum- tjóða skattasáttmálar. Somuleiðis er hann samdur í, at vit skulu hava nógv betri hagtøl. – Fyri at kunna rætta kós- ina so hvørt, mugu vit hava neyvar upplýsingar um, hvussu støðan er nú. Løgmaður sigur, at alt hetta eru spurningar, sum landsstýrið hevur í hugan- um í sambandi við 2015 ætlanina. Munandi tryggari arbeiðsmarknað Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at tað er nógv, sum talar fyri, at vit eiga at fáa ein tryggari arbeiðsmarkn- að, so at vit sleppa burturúr teirri støðu, har einstøk fakfeløg, stór og smá, kunnu leggja samfelagið lamið. Tað hevur til avleið- ing, at okkara samfelag, sum livir av at selja til umheimin, ikki kann levera vørurnar sum avtalað. – Tað er sera óheppið, at vit ikki eru nóg álítandi samhandilsfelagi. Men hetta er eisini ein sera eym- ur spurningur, sum nertir við grundleggjandi rættindi hjá fakfeløgunum. Tað er ikki yvir at dylja, at verk- fall er eitt grundleggjandi vápn hjá fakfelagsrørsluni, sum tað ikki er væntandi, at hon fer at sleppa. Sostatt má hetta mál viðgerðast í virðing fyri tí. Tí er hetta ein spurning- ur, sum ikki kann loysast politiskt. Hann kann bara loysast í samstarvi við fak- feløgini. Løgmaður vísir í hesum sambandi á at partarnir á arbeiðsmarknaðinum við- gera støðuna í løtuni og royna at finna fram til loysnir, so at vit fáa betri skipaðan arbeiðsmarknað. – Tað er eisini neyðugt at vit økja um útbúgvingar- møguleikarnar hjá føroy- ingum, samstundis sum tað er neyðugt at skapa møgu- leikar fyri útbúgvingum í øðrum londum enn í Dan- mark fyri at víðka sjónar- ringin. Føroyar eitt valdømi Jóannes Eidesagaard er eis- ini samdur í, at vit eiga at miðja eftir at gera Føroyar til eitt valdømi, tí tað skerst ikki burtur, at viðhvørt eru politiskar avgerðir ov nógv litaðar lokalpolitiskum at- litum, sum ikki neyðturvu- liga gagna heildini best. Hann stúrir ikki fyri, at hetta fer at skerja møgu- leikarnar hjá útjaðaranum at gera vart við seg, tí at- kvøður í útjaðaranum telja eisini við og tað noyðast politikarar at hugsa um fyri at verða afturvaldir. Men hetta er eitt trupult mál, sum neyvan verður loyst í næstu framtíð og tað hongur ivaleyst eisini sam- an við, at talið á kommun- unum verður minkað niður á eitt meiri hóskandi støði. Hann tekur eisini undir við, at tað er neyðugt at eggja íløguhugin hjá føroy- ingum, tí tað er nógvur kapitalur til, sum í løtuni er steindeyður. Talan er bæði um privatan pening, men eisini peningur hjá stovnum og feløgunum, sum eiga nógvan pening. – Fyri at menna búskapin er tað avgjørt neyðugt at hesin deyði peningur verð- ur brúktur til at íløgur fyri at økja um vinnuliga. Tí mugu vit eisini eggja til, at fleiri íløgur verða gjørdar. Og gera ein part av tí skattafrían, er ein sera áhugaverdur tanki. – Men vit hava heldur ikki í nóg stóran mun gjørt skipanir, sum gera tað lætt- ari hjá vinnuspírum at framat. Sum er, noyðast tey, sum hava eitt gott hugskot, at brúka orkuna uppá at finna fígging, heldur enn uppá at menna vøruna. Javnaðarmaðurin ósamdur við liberalistin Hinvegin er Jóannes Eides- gaard langt frá samdur í at skatturin skal lækkast mun- andi og at almenna umsit- ingin skal skerjastr mun- andi. Tað halda teir báðir vinnulívsmenninir annars vera eina fortreyt fyri at 2015 ætlanin skal hepnast – Her kemur munurin týðiligast til sjóndar ímill- um liberalistin, sum Jákup á Dul helst er, og meg sum javnaðarmann. Løgmaður sigur, at spurningurin um skatt og almenna fyrisiting er ein spurningur um, hvat sam- felag vit vilja hava. – Skulu vit hava eitt sam- felag, har hvør skal sæta sær, so at tað almenna verður loyst frá nógvum skyldum, sum tað hevur í dag í sambandi við undir- vísing, heilsutænastur og almannaverk, tolir skatturin at verða lækkaður og um- sitingin at verða minkað. – Hjá tí, sum er væl fyri, er hetta sjálvandi ongin trupulleiki. Men hjá tí, sum er illa fyri, er tað ein van- lukka. Og bíligari er tað ikki, tá ið samanum kemur. – Men hetta er ikki tað samfelagið, vit hava og hetta er heldur ikki eitt samfelag, eg arbeiði fyri at fáa. Eg vil hava eitt sam- felag, har tað eru nakrar grundleggjandi tænastur innan undirvísing, heilsu, almannaverk, o.a., sum skulu standa øllum í boði, sama hvørja inntøku tey hava. Almennar tænastur á heilsu- útbúgvingar- og al- mannaøkinum, skulu fíggj- ast og tað krevur eisini eina ávísa umsiting. Sostatt hongur ikki saman at siga, at vit skulu varðveita hesar tænasturnar og samstundis lækka skattin munandi og skerja umsitingina mun- andi. Setir hol á í ólavsøkurøðuni Jóannes Eidesgaard sigur, at hesi alt hetta eru viður- skifti, sum eru umrøtt í sambandi við 2015 ætlan- ina. Hann leggur afturat at í Ólavsøkurøðu síni, sum hann fer at halda í tinginum ólavsøkudag, fer hann at koma við teimum fyrstu fráboðanum um, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevur í sambandi 2015 ætlanina. – Men hetta er ein drúgv tilgongd, tí vit hava havt bæði andstøðuna, fakfeløg, Vinnuhús, kommunur og felagsskapir við í arbeið- inum, tí endamálið er er ikki, at 2015 ætlanin skal vera ein politisk ætlan bur- turav, men ein tjóðarætlan, sigur Jóannes Eidesgaard. Tey 10 boðini uppá 2015 ætlanina Hetta eru 10 boð, sum vinnulívsmenninir, Jákup Jacobsen og Niels Stórá, hava uppá 2015 ætlanina hjá landsstýrinum. Løgmaður er samdur við nógvum, men rættiliga ósamdur í onkrum 1: Umfatandi privatiseringar og fleiri millumtjóða skattasáttmálar 2: Flatur skattur upp á 13 % fyri øll 3: Langtíðar, bindandi tjóðarsemjur á arbeiðsmarknaðinum 4: Nýggj mátitól og fleiri hagtøl 5: Stórar skerjingar í almennu fyrisitingini 6: Økt útbúgvingarstøði uttanfyri ríkisfelagsskapin 7: Føroyar skulu vera eitt valdømi 8: 2500 skattafríar krónur fyri allar íløgur komandi tvey árini 9: Sast vinningsbýti upp á 8% 10:Betri Handilssamstarv við ES Løgmaður samdur í nógvum og ósamdur í onkrum – Eitt liberalistiskt samfelag, sum Jákup á Jacobsen og Niels Stórá, droyma um, er fínt hjá tí, sum klárar seg væl, men ein vanlukka hjá teimum veiku og tí kann eg ikki taka undir við tí, sigur løgmaður Jákup á Dul Jacobsen og Niels Stóra høvdu áhugaverd sjónarmið í Sosialinum herfyri