leygardagur 23. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 139 - 23. juli 2005
Ein grundgeving fyri privatisering er ein trúgv uppá, at
marknaðarkreftirnar syrgja fyri besta raksturin á
privatum hondum, og at tað almenna ikki kann gera
hetta eins gott. Eitt er teori, og eitt annað er praksis.
Sjóvinnubankin fór á heysin undir privatari leiðslu ikki
minni enn tríggjar ferð í sínari søgu. Privat riknu
fiskavirkini fóru á heysin, og tí er Fiskavirking alment.
Tað sama er við Føroya Banka. JFK trol er rikið av tí
almenna í áratíggju og enntá so væl, at inntil fyri fáum
árum síðani høvdu klaksvíkingar og flestu føroyingar
gloymt, at JFK Trol var ein almenn fyritøka. Fyritøkur
sum Atlantic Airways og Føroya Tele eru úrslit av, at vit
høvdu visionerar politikarar, ið vistu, at markn-
aðarkreftirnar ikki automatiskt tryggja menning í
Føroyum. Tann privati sektorurin í Føroyum hevur ikki
altíð verið tann mest framatlítandi sektorurin, og om-
anfyrinevndu dømi eru bert fyri at vísa, at teoretiskar
generaliseringar, sum t.d. at tað privata altíð vil reka
eina fyritøku betri enn tað almenna, hava lítið virði, tí
tað vil altíð verða tengt at umstøðum, hvør rekur o.s.fr.
Tað er tó lítil ivi um, at tað er óheppið, at landið eigur
so stóran part av føroyska vinnulívinum í dag, men
søguna kunnu vit nú einaferð ikki broyta uppá.
Vit eiga í privatiseringskjakinum at skilja ímillum
fyritøkur, ið hava við undirstøðukervið at gera og so
hinar. Tað vildi verið skeivt at selt til dømis telekervið
til hægstbjóðandi. Landið kundi til samanberingar ikki
droymt um at selt okkara landsvegir til hægstbjóðandi
at selt billetir á.
Spurningurin við hinum almennu fyritøkunum, er
hvussu tær skulu seljast, yvir hvussu langa tíð og til
hvønn. Í hesum sambandi var uppskotið um at lata øllum
føroyingum partabrøv í Føroya Banka eitt áhugavert
hugskot. Um allar almennar ognir skulu seljast í einum,
so er kapitalurin ikki til staðar í Føroyum.
Ger tað nakað? Vinnumálaráðið niðursetti herfyri ein ar-
beiðsbólk at hyggja at, um tað gjørdi nakað, um útlend-
ingar keyptu t.d. Fiskavirking. Hesin bólkur kom fram til
ta rættiliga studentikosu niðurstøðu, at tað ikki gjørdi
mun, hvør átti, tí at ein og hvør eigari vildi tryggja opti-
malan rakstur, og bólkurin yvirsá harvið púra møgu-
leikan fyri, at Fiskavirking kann gerast eitt einkult lið í
einari langari virðisketu við virkjum í nógvum londum.
Um hetta hendir, so er tað samlaða ketan, sum skal geva
mest møguligt, og har kann úrslitið hjá einum einkultum
liði verða ofrað fyri heildina, og tí er vandi á ferð, um vit
bert sita við tí eina liðnum í Føroyum.
Omanfyristandandi vísir, hvat er galið í privatiserings-
kjakinum. Vit mugu diskutera privatiseringar út frá
heiminum, sum hann er, og ikki sum hann burdi sæð út
teoretiskt. Marknaðarkreftirnar klára nógv, men ikki
alt. Um hetta ikki verður ásannað frá politiskari síðu,
so er vandi fyri ov bráum avgerðum. Privatiserings-
kjakið má ikki býtast upp í tey, sum vilja privatisera alt
her og nú og so tey, ið als ikki vilja hoyra talan um
nakra privatisering. Ein millumleið má veljast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Privatisering
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Edmund Joensen
Tað letur til at fullveldis-
menn fáa "tinitusherindir",
ella tað sum verri er, av at
hoyra okkum aðrar viðgera
vánaligu fruktirnar av teirra
6-ára fullveldispolitikki.
Nýggja gandaorðið er
raðfesting
Bæði Vagnur Mikkelsen og
ein sum nevnist Heri Ziska
hava tikið upp eftir teirra
politiska formann nýggja
gandaorðið "raðfesting".
sum nú eisini er teirra uni-
versalloysn
uppá
allar
fíggjarligar
trupuleikar.
Fyrr var tað soleiðis, at
peningur skuldi til fyri at
reka samfelagið. Í dag snýr
tað seg eftir øllum at døma
ikki um pening men bert
um raðfesting. Fyri nøkrum
árum síðan var gandaorðið
"skipa loysing" sum skuldi
greiða allar fíggjartrupul-
leikar.
Vagnur Mikkelsen
Í skoluni hann hevði til
løgtingsformannin fýltist
hann á at løgtingshúsið er
vorðið 17 milliónir krónur
dýrari enn ætlað. Her er adr-
essan áleið. Men í nýggjari
grein spillur hann spælið og
gevur sær sjálvum dyggiliga
framman á, hann greiður
frá, at tað var fullveldis-
landsstýrið, sum umframt at
hækka sínar egnu lønir, setti
sær fyri at byggja sítt egna
slott, løgtingshúsið, við
Tinghúsvøllin.
Í báðum greinunum ilsk-
ast hann inn á løgtingsfo-
rmannin fyri ikki at tryggja
teimum gomlu døgverða-
mat. Her er adressan sera
ivasom, tá tað er landsstýr-
ismaðurin í almanna-mál-
um, sam varar av hesum
øki, og sum sigur seg vera í
ferð við at royna at finna
pening til endamálið. Tað
hoyrir kanska við nú, vit
viðgera pensionistar, at tað
var júst undiritaði sjálvur,
sum fyri sambandsflokkin
legði uppskotið fyri Tingið,
um at játta 800 milliónir í
Sammhaldsfasta. Hetta var
meðan peningurin enn var
til, men sum fullveldissam-
gongan feldi.
Heri Ziska
Spyr hvussu eg ætli mær at
loysa fíggjarligar trupul-
leikar við peningi, sum
fullveldismenn hava for-
komið okkum við at minka
blokkin. Ein ikki serliga
fornuftigur spurningur má
sigast. Eins og Vagnur
Mikkelsen er hann fullvísur
í, júst sum politisku læru-
sveinar hansara hava boða,
at blokkurin onki hevur við
føroysk fíggjarviðurskifti
at gera. At blokkurin er
beinleiðis skaðiligur fyri
Føroyar. À sama hátt sum
Vagnur Mikkelsen, og allir
aðrir fullveldismenn hava
gjørt tað síðan heimastýris-
lógin var samtykt, krevur
hann av sambandsmonn-
um, at teir skulu loysa trup-
ulleikarnar, hvørja ferð
fullveldismenn hava koyrt
føroyska
samfelagið
fíggjarliga fast.
Eftir øllum at døma hava
teir gloymt, at fullveldis-
landstýrið brúkti milliónir
uppá at lýsa og prógva, m.a
við hvítubók, at føroyingar,
baði gomul, ung og børn,
fingu tað nógv betur tá teir
høvdu fríðað okkum frá
skaðiligu árinunum frá
ríkisveitingunum.
Blokkurin
Fyri fáum árum síðan var
blokkurin helvtin av frum-
inntøkunum til føroyska
samfelagið. Blokkurin var
helvtin av grundarlagnum
undir føroyska búskapin-
um. Tær 400 miljónir
krónurnar um árið fram-
yvir, sum fullveldismenn
hava lorkað burtur eru ikki
bert 400 miljónir krónur
árliga. Tær eru í fyrsta lagi
fruminntøkur uppá 400
miljónir krónur, sum stórt
sæð allar verða útgoldnar í
lønum til føroyingar, og
sum longu árið eftir hava
ført við sær, meira enn 200
miljónir krónur afturat í
skatta og avgjaldsinntøkum
til tað almenna. Tær 400
miljónir krónurinar árliga
merkja uppá sikt megin-
partin av einari milliard
krónum um árið, til før-
oyska búskapin.
Samanumtikið
Bæði Vagnur Mikkelsen og
Heri Ziska leggja meg
undir at nokta føroyskum
pensionistum mat í munn-
in. Enn havi eg ikki møtt
nøkrum føroyingi, hvørki
politikkara ella nøkrum
øðrum, sum ikki er góður
við okkara gomlu. Og tað
er mín vón at tað eydnast
landsstýrismanninum í al-
mannamálum at tryggja
pensionistunum eina góða
tænastu.
Tað sum eg havi ført
fram í hesum sambandi er,
at ábyrgdarleysi fíggjarpol-
itikkur fullveldis-manna er
í ferð við at ganga út yvir
tey gomlu og tey veiku.
Ikki tí at eg haldi hetta vera
rætt, men tí at hetta er ein
náttúrulóg um allan heim-
in. Tá tað gongur afturá í
einum landi, so gongur tað
fyrst av øllum út yvir tey
gomlu og veiku, ikki tey
sterku.
Sum Vagnur Mikkelsen
segði, so legði fullveldis-
landsstýrið til brots við at
hækka teirra egnu lønir og
at byggja sær slott við
Tinghúsvøllin, hann kundi
nevnt nógv onnur slott
eisini.
Tað er lítið sannlíkt at
fullveldisprofetarnir,
tá
avleiðingarnar av fullveld-
ispolitikkinum av álvara
sláa ígjøgnum, fara at ríva
niður teirra slotsbygningar,
og tað er líka óhugsandi at
teir fara at lækka sínar egnu
lønir fyri at hjálpa teimum
gomlu og veiku. Kalla tað
raðfesting ella okkurt ann-
að. Úrslitið fyri tey gomlu
og veiku er givið framman
undan.
Tinitusherindir fullveldismanna