leygardagur 23. juli 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2005
11
Tingmaðurin, sum
var upphavi til fyri-
spurningin um Jøkul-
fell, heldur tað vera
undarligt, um Norsk
Veritas og landsstýrið
skulu avgreiða eitt
mál endaliga, sum
løgtingið hevur syrgt
fyri viðgerðini av.
Hann vil hava tingið
uppí aftur hetta
álvarsmálið
JØKULFELL
KANNINGIN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað hevur einki verið at
hoyrt til hansara, síðani
kanningin í Jøkufell málin-
um varð almenn. Hann hev-
ur verið langt av landi skot-
in. Tað er hann ikki longur,
og Tórbjørn Jacobsen, sum
reisti fyrispurningin um
Jøkulfell bjargingina, ætlar
sær ikki at sleppa málinum,
nú kanningin hjá Norsk
Veritas er komin.
- Eg havi einki at siga til
sjálva kanningina. Hon er
ein teknisk lýsing av tí, sum
gekk fyri seg, og eg havi
fult álit á henni. Men í
politiska partinum av hes-
um málinum hongur nógv
framvegis í leysari luft, og
tað vil eg hava greiðu á,
sigur Tórbjørn Jacbsen, og
hann heldur fram:
- Upprunin til kanningina
var fyrispurningurin og
orðaskiftið, sum var í
sambandi við fyrispurning-
in. Øll minnast, at lands-
stýrismaðurin segði seg
vera nøgdan við internu
evalueringina, sum MRCC
støðin hevði gjørt beint
eftir feigdardagin. Eg reisti
fyrispurningn, eftir at eg
hevði fingið fleiri anonym
tip, sum søgdur mær, at alt
hevði ikki ruggað rætt. Tað
var ikki fyrrenn lands-
stýrismaðurin var komin
heilt illa fyri í orðaskiftin-
um og við hóttanini um
misálit hangandi yvir sær,
at hann - eftir ráðum frá
løgmanni - fór á pallin og
líka sum gekk í seg sjálvan
og boðaði frá, at nú skuldi
málið kannast.
- Er tann kanningin so
ikki nøktandi?
- Hon er ikki politiskt
viðgjørd. Eg haldi, at tingið
ger seg til láturs, um tingið
ikki sigur sína meining um
politiska leikin í hesum.
Sum málið vendir í løtuni,
so eru tað landsstýrismað-
urin og løgmaður, sum hava
sagt sína meining. Lands-
stýrismaðurin vildi ikki
hava aðra kanning enn
hana, sum stovnurin hevði
gjørt av sær sjálvum, og
arbeiðsgevarin hjá honum
setti honum ikki onnur
krøv.
- Hvat er so eftir at
kanna?
- Politiska handfaringin
av málinum. Hvat vistu
landsstýrismaðurin og ar-
beiðsgevarin hjá honum frá
tí, at Jøkulfell sakk og
bjargingin var so illa hand-
farin, og bóru teir tinginum
allar upplýsingarnar, sum
teir lógu inni við, tá ið
fyrispurningurin varð við-
gjørdur. Tað er nógv í
hesum, sum kundi mint um
Jørgen Niclasen málið og
kanska um, tá ið Poul
Schlüther á sinni segði um
Tamilmálið, at alt var
komið fram, og at einki var
skumpað inn undir gólv-
teppið.
-
Samanberingarnar
kundu bent á, at tú vilt hava
landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum at fara frá?
- Eg havi ongar ætlanir
um at fáa nakran frá. Tað,
sum eg vil, er, at álitið á
politisku skipanina verður
tryggjað. Tað er uppgávan
hjá parlamentinum, sum
syrgdi fyri, at kanningin
varð sett í verk. Talan er um
sera álvarsligt og prinsippi-
elt mál. Umdømið hjá Før-
oyum í altjóða samfelagn-
um stendur upp á spæl, og
løgtingið má syrgja fyri, at
tað verður vart ella endur-
reist, um tað er neyðugt. Eg
veit ikki, um tað er neyðugt
at seta kanningarstjóra, ella
um landsstýrismálanevndin
nú eigur at viðgera málið,
sum teir parkeraðu, tá ið
Norsk Veritas fór at kanna
málið. Sjálvur hevði eg
hildið, at tað í fyrstu atløgu
hevði verið best, um vit
høvdu amboðið, sum teir til
dømis hava í Danmark, har
tað ber til at kalla ministar-
an í samráð í nevnd og har-
við, at parlamentið hevur
møguleika at konfrontera,
lurta eftir og taka støðu til
tað, sum útinnandi valdið
hevur
at
siga.
Henda
møguleikan hava vit ikki
hjá okkum. Men tað kann
ikki vera orsøk til, at tingið
setur seg út av spælinum og
letur útinnandi valdið gera
lagnuna av hjá máli, sum
løgtingið
hevur
trýst
ígjøgnum, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Tingmaðurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum
heldur
eisini, at hetta er enn eitt
skúladømi um, hvussu sera
óheppið tað er, at løgtingið
við tí skipan, sum nú er
galdandi, hevur sett seg
púra út av spælinum frá tí,
at tingið kring flaggdagin
fer til hús, og inntil eftir
ólavsøku.
- Hetta má okkurt gerast
við. Men í fyrstu atløgu
snýr tað seg um at verja
Føroyar og politisku skip-
anina í Jøkulfell málinum,
og eg ætli mær ikki bara at
lata hetta málið fara aftur
við borðinum, sigur Tór-
bjørn Jacobsen, sum í gjár-
kvøldið skuldi koma aftur
til Føroya.
Løgtingið verður sett
ólavsøkudag. Tá fer løg-
maður at halda sína røðu. Í
døgunum eftir ólavsøku
skal røðan viðgerast, og tað
tykist sum Tórbjørn Jacob-
sen ætlar sær á ein ella
annan hátt at taka Jøkulfell
málið uppaftur.
Tobbi vil hava tingið uppí:
Tingið skal ikki gera seg sjálvt til láturs
Tórbjørn Jacobsen ætlar sær í
tingið við aftur Jøkulfellmál-
inum. Tað eydnaðist blaðn-
um at fáa orð á hann á far-
telefonini, nú hann er í út-
landinum í summarfrí
Í samband við at
Ólavsøkan verður
hildin á Norður-
bryggjuni 28. og 29.
juli, verður skipað
fyri framsýning av
verkum hjá yngri før-
oyskum listafólkum.
Framsýningin letur
upp longu í dag og
verður at síggja í
tíðarskeiðinum fram
til 4. septembur
FRAMSÝNING
Verkini hjá teimum 8 lut-
takandi
listafólkunum
verða sýnd fram á tveimum
hæddum, og eru tey øll
inspirerað av sambandinum
millum rúmd og verk.
Listafólkini hava við
teirra ymisku, einstaku
miðlum og arbeiðshættum,
kannað og gjørt sær royndir
í mun til, hvussu rúmd
verður tilevnað, samstundis
sum tey hava arbeitt við
samanspælinum
millum
umhvørvi, verkevni og
áskoðara.
Vígdis Petersen, ið er ein
av stigtakarunum til fram-
sýningina, greiðir soleiðis
frá um týdningin av hesum
umstøðum í framsýningini:
- Fyri meg eru kropsligar
royndir við rúmd sera
umráðandi. Míni verk eru á
gólvinum og eru ein sam-
fatan, har listaverkið og
eygleiðarin eru í somu
mentalu og ítøkiligu rúmd.
Hjá Annie Heinesen sum
hevur fotografiið sum sítt
granskingarøki, verða hesar
umstøður lýstar við at
eksperimentera við, hvat
ein mynd í veruleikanum
er, og hvar markamótið
millum t. d. arkitektur,
skulptur og foto kann set-
ast. Tað vil siga ein grund-
an yvir markið millum tað
2- og 3-dimensjonella.
Framsýningin lýsir so-
leiðis ymiskar hugsanir og
tilgongdir
til
omanfyri
standandi tema, har ein um-
framt fotomyndir, kann
uppliva viðkvæma og vev-
aða ull, skulpturar, video-
installatión og ljósareyðar
kyssandi plastikleikur.
Endamálið við fram-
sýningini er at skapa eina
"tvør-estetiska" uppliving
og eina sambinding millum
ymiskar miðlar og verk,
sum hava støðið í einum
felags tema.
Poula og Kári
fingu eina
dóttur
Í blaðnum í gjár stóð grein um Kára og Poulu Poulsen úr
Klaksvík, sum fyri góðum ári síðani fingu ein
deyðføddan son. Tá samrøðan varð gjørd bar Poula teirra
annað barn og varð sett at eiga tann 19. august. Men
hósmorgunin átti Poula eina gentu næstan fimm vikur ov
tíðliga. Móðir og dóttir hava tað báðar gott.
Poula sigur, at føðingin gekk bæði skjótt og væl.
- Hon gav bara eitt lítið knarr frá sær, tá hon varð fødd,
annars hava vit ikki hoyrt málið í henni síðani, sigur ein
ovurfegin Poula í telefonini av føðideildini á Lands-
sjúkrahúsinum.
Lítla diddan, sum ikki hevur fingið navn enn, vigar
3.095 gramm og er 49 cm long.
- Vit skulu fyrst og fremst liggja her í fimm dagar, so
fáa vit at síggja, hvussu hon trívist, sigur Poula Poulsen.
Sosialurin ynskir lítludidduni vælkomna í hesa verð og
øllum trimum góðan byr framyvir.
- sae -
Nýggj rúm og nýggjar dimensjónir
Tey luttakandi listafólkini eru:
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir – málarí
Jógvan Sverrason Biskopstø – installatión
Martin Nolsøe – videoinstallatión
Annie Heinesen – foto
Vígdis Petersen – skulptur
Tummas J. Thomsen – video & installatión
Svanhild Strøm og Jógvan Biskopstø (1970) – blandaðir
miðlar
Anker Mortensen – grafik
Samskipað framsýningina hevur Birta Berg