leygardagur 23. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 139 - 23. juli 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin 23. juli 2005 fyllir ein
kendur sandingur 75 ár – pápi okkara
Sølvi Mortensen. Pápin hevur í eitt
mannaminni verið ein bygdarmynd á
Sandi. Saman við svágrinum Carl Jóhan
hevur pápin rikið handilin Eldhús, og
mong munnu kenna blíða og lívliga
handilsmannin, sum altíð er klárur at
práta og skemta við fólk – ikki bert við
dagligu kundarnar úr sandoynni, men
eisini við mongu ferðafólkini, ið vitja
handilin.
Pápin er sum seyðurin á Sandoynni –
ikki stórur, men knáur. Tað ið hann velur
at gera, gongur hann upp í við lív og sál,
og tí er hann ein maður, ið setir spor eftir
seg hjá teimum, ið hava við hann at gera.
Áðrenn tú sær hann kanst tú ofta hoyra
hann langa leið, syngjandi. Sum í kvøld,
tá íð hann kom av Sandi til okkara.
Bilurin var nóg illa støðgaður úti á
vegnum áðrenn vit hoyrdu heitu røddina á pápanum
syngja »Gud er på tronen endnu«.
Sum ungur valdi pápin sjólívið. Róði í fleiri ár út í
Grønlandi. Fór á skiparaskúla og førdi skip sum skipari og
stýrimaður. Hann var ein fiskiklógv, og vildi fegin havt
sjólívið sum sína lívsleið. Men tá ið vit børn komu, valdi
pápin kortini at vera heima hjá okkum, og lívið sum
handilsmaður í handlinum hjá verpápanum Jógvani á
Eldhúsi.
Pápin hevur fyrst og fremst valt at liva fyri síni nærm-
astu, og fyri at tæna Gudi. Hann varð umvendur til trúgv
sum ungur, og tók skjótt stig til at byggja Missiónshús á
Sandi. Hann var við til at byggja húsið fyrst í 60-árunum,
og var fyristøðumaður fram til fyri stuttum. Pápin er
kendur sum lívligur og eldhugaður predikantur, sum altíð
er fúsur at tala gudsorð bæði úti og heima. Altíð við tí
góða og positiva gleði-boðskapinum – men ongantíð við
peikifingrinum – tað liggur bara als ikki til pápan. Hann
er kendur fyri at duga væl at syngja, og at seta lív í
boðskapin við at syngja gamlar missiónssangir við síní
sterku og kláru rødd. Pápin er ein maður man ikki kann
lata vera við at dáma, og tí hevur hann eina ørgrynnu av
góðum vinum runt um allar Føroyar – ikki minst innan
heimamissiónina.
Pápin er sjáldsama lívsglaður maður. Hann elskar
Føroyar og føroysku náttúruna, og er úti í bø og haga
hvørja fríløtu, út til seyðin, ið hann passar á trimum
træum. Pápin livir í núinum, gleðist um alt, er altíð
positivur, og hugsar fyrst um at gleða onnur heldur enn
seg sjálvan. Hann er ein sonn orkukelda, ið ongantíð situr
hendur í favn. Altíð er hann fyrstur
at hjálpa til.
Pápin er ikki bert nærverandi,
men
eisini
nærlagdur
og
arbeiðssamur. Tað sæst aftur á
húsunum, sum altíð eru væl
málaði,
og
á
snotuliga
urtagarðinum, sum enn verður
hildin væl – bedini eru lúkaði og
grasvøllurin tætt sligin. Fólk ið
koma framvið kunnu vissa seg um,
at her býr ein glað sál við væl
varðveittum barnalyndi. Tí mitt á
plenuni hevur pápin nýliga sett
eina hvíta standmynd í fullari
stødd ið vísir ein fittan pissandi
smádrong – og sjálvandi kemur
vatn eisini úr standmyndini.
Fyri abbabørnini er hann besti
vinurin, og tey elska hann, tí hann
tekur tey við út í hagan og á trøðna
at vitja ærina Marionnu. Og so fortelur hann søgur fortelur
um sprutthol og gívrinarfót, syngur gamlar gloymdar
sangir, og dansar ringi-ringi-rósu við teimum, so tey ýla av
frøi. Men barnavinurin røkkur longri enn til síni egnu
abbabørn. Sjálvt ókunnubørn frá fleiri tjóðum í
Keypmannahavn fekk hann at dansa og syngja á
føroyskum, tá vit búðu í Danmørk. Og flestu børn á Sandi
hava gingið í sunnudagsskúla hjá honum, og munnu
minnast livandi mannin, sum fúsur og stuttliga blásti lív í
Guds orð.
Góði pápin. Vit royna at læra okkum at vera nærverandi
mótvegis okkara nærmastu, at liva í núinum, at raðfesta
tey ting í lívinum sum geva okkum innihald, bæði í
heimalívinum og í arbeiðslívinum, at vera lívsglað og
positiv, og vera nakað fyri onnur – og vit hava kent, at
hetta er alt annað enn lætt. Men alt hetta er tú frá
náttúrunar hond, og tí eru vit takksom fyri at vit – eins og
hjúnafelagar okkara og børn okkara – kunnu hava teg sum
okkara lýsandi fyrimynd. Takk fyri tín kærleika og tína
góðsku pápin. Hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Vónandi fáa vit lov at eiga teg hjá okkum í mong ár
framyvir.
Føðingardagurin verður hildin hjá børnunum í Havn,
saman við teimum nærmastu.
Margret og Jan
Føðingar
5. juli fingu Mariann Johansen og Uni Jacobsen, Tvør-
oyri, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr.
14. juli fingu Hedvig Højgaard og Robert Waagstein og
stóribeiggi Eyðun Højgaard Waagstein, Klaksvík ein
son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4050 gr.
14. juli fingu Tóra Johansen og Sverri Eriksen, Tórs-
havn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3750 gr.
14. juli fingu Sunniva og Ørvur Joensen, Saltangará,
eina dóttur. Hon var 41 cm. long og vigaði 1675 gr.
15. juli fingu Eyðbjørg Skaalum, Hvalba og Hallur
Augustinussen, Vágur ein son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 4050 gr.
15. juli fingu June og Eiler Langgaard, Toftir, ein son.
Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr.
15. juli fingu Karin Louisa og Óli Nicodemussen, Argir,
ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4150 gr.
15. juli fingu Bjarma Ivansdóttir Gærdbo og Poul Johan
Arge, Velbastaður, ein son. Hann var 53 cm. langur og
vigaði 3700 gr.
16. juli fingu Alis og Hans Petur Joensen, Oyrareingir,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3230 gr.
18. juli fingu Marianna og Høgni Hansen, Fuglafjørður,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2700 gr.
19. juli fingu Eydna Poulsen og Signar í Homrum,
Streymnes, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3800 gr.
20. juli fingu Jonna Johansen og Andreas Poulsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði
3750 gr.
21. juli fingu Poula og Kári Poulsen, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3095 gr.
Brúdleyp
Í dag, 23. juli kl. 16.00 giftast í Tvøroyrar kirkju,
Rannvá Jacobsen, Tvøroyri og Rasmus Haugaard
Jensen, Brønshøj. Veitslan verður fyri innbodnum í
høllini í Trongisvági kl. 19.00.
Í dag, 23. juli kl. 15.00 giftast í Freerslev kirkju á
Sælandi, Flóvin þór Næs úr Havn og Birgitte Kragh
Nygaard úr Haslev. Brúdleypsadressan er Sørup
Herregaard, Sørupvej 26, DK-4100 Ringsted.
Í dag, 23. juli kl. 18.00 giftast í Dómkirkjuni Jónrit
Nielsen og Erling Dalsgaard, Tórshavn. Veitslan verður
fyri innbodnum í hølunum hjá Havnar Róðrarfelag í
Álakeri.
Í dag, 23. juli kl. 17.00 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Eina Hansen og Kristian Eliasen. Veitslan
verður fyri innbodnum í Skálanum kl. 19.00.
Í dag, 23. juli kl. 15.00 giftast í Hirtshals kirkju, Eilin
Hentze og Dan-Kári Joensen, Skopun. Døgurði verður
fyri innboðin. Tey, ið vilja gleðast saman við
brúðarparinum eru vælkomin til Kathrinu og Dánial
Joensen, Kærvej 35, Hirtshals, frá kl. 20.00.
Í dag, 23. juli kl. 17.00 giftast í Dómkirkjuni Joan
Joensen, Tórshavn og Jens Jacob Nissen, Søborg. Veitsla
verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum.
Í dag, 23. juli kl. 16.00 giftast í Sørvágs kirkju, Marian
Skaalum, Sørvágur og Henrik Lundgren, Skovlunde.
Dagurin verður hildin saman við innbodnum í
Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági.
Í dag, 23. juli kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni, Herborg
Líggjasardóttir Joensen, Tórshavn og Rúni Magnus
Johannesen, Argir. Veitslan verður fyri innbodnum í
HB-húsinum kl. 19.00.
Nú leygardagin fyllir ein
kendur heimasands/maður
75, Sølvi Mortensen.
Foreldrini hjá Sølva vóru
Betty hjá Mads og Johan úr
Hovi. Umframt Sølva áttu
tey Jonu og Leif. Leif bú-
settist í Havn. Beiggarnir
hjá Betty vóru Andreas og
Pól Nikkels Hentze sum
undirritaði kendi og bleiv
giftur inn í teirra familju.
Eg skal nevna her, at Sven-
ning av Lofti hevur í bókini
»Tað hendi umborð 1« frá-
greiðing um tilburð frá
Andreasi tá ið teir vóru
staddir í ringum veðri
vestanúr Mykinesi.
Vit sum yngru eru, kenna
Sølva sum ein fryntligan
handilsmann úr Eldhúsi.
Sølvi giftist við Tórdis sum
er dóttir Jógvan og Gretu úr
Eldhúsi. Sølvi og Tordis
fingu tvey børn og tey
búgva í Havn.
Sølvi fór sum so nógvir
aðrir dreingir á Sandi til
skips. Hann var eitt nú við
Oyrasker, Mjóðanes, Elsu
og meini við donskum skipi
eisini. Seinni fór Sølvi
uppá skiparaskúla og sum
eg skilji, sigldi hann eisini
sum skipari og bestimaður.
Mær er fortalt, at Sølvi var
sera avhildin skipari.
Seinast í 50-árunum fór
Sølvi at hjálpa til í Eldhúsi
hjá verfaðirnum og bleiv
hann ein partur av handils-
lívinum á Sandi.
Í bestu ungdómsárunum
mistu systkini mammuna
sum einans var um 40 ára
aldur vegna sjúku, og tað
kom sjálvandi sera dátt við.
Sølvi er virkin innan
Heimamissiónina.
Hann
hevur tikið sær av sunnu-
dagsskúlanum nú í gott 47
ár og hevur annars verið
stýrisformaður í Missións-
húsinum á Sandi. Jú, Sølvi
man hava sátt nógv gott
niður í børnini á Sandi.
Eitt
sum
eyðkennir
Sølva, tá ið hann fer á tal-
arastólin er hansara útstrál-
ing, – hettar at kunnu boða
gleðiboðskapin – um tað
komandi!
Sum skilst verða Sølvi og
Tordis í Havn og ynskja vit
tykkum, børnum og abba-
børnum hjartaliga tillukku
við degnum.
t.
Sølvi Mortensen á Sandi 75 ár
Heilsan til Sølva Mortensen á 75 ára degnum