leygardagur 23. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2005
13
70 ár
Í sambandi við 70 ára føðingardag mín, ið var 2. juli, verður
morgundrekka á Jørundsgøtu 17, Klaksvík, leygardagin 23.
juli frá kl. 10.00 til 14.00.
Vinarliga Karin Poulsen, tlf. 455842
85 ár
Í dag, 23. juli verður Kathrina á Fløtunum, Lamba 85 ár,
dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum frá kl. 15.00-
19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 24. juli fyllur Poul Kjartan Bærentsen 80 ár.
Føðingardagurin verður hildin í Lonini í Fuglafirði, har øll
eru hjartaliga vælkomin millum kl. 14.00 og 17.00.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 24. juli fyllur Mathilda Weihe av Selatrað 90
ár. Vegna forfall, er føðingardagshaldið hjá Mathildu
Weihe, sunnudagin 24. juli avlýst.
Prógv
Tann 8. juli hevur Silvia Weihe Dalsgaard lokið prógv sum
bachelor Biomedical Sciences University of Westminster
London.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at góði pápi mín
Anfinn Hans Oliver Miðhamar
ættaður úr Skúvoy
andaðist í heiminum týsdagin 19. juli, 65 ára gamal.
Bønarhald verður í kirkjugarðskapellinum í Havn
fríggjadagin kl. 13.00.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
leygardagin 23. juli kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Johanna Katrina
Tey, ið ynskja at minnast Anfinn, kunnu lata eina gávu til dóttrina
á konto í Føroya Banka.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Magdalena Frederikke Samuelsen
vanliga nevnd Ninna
ættað úr Vestmanna, búsitandi í Havn
andaðist á Lágargarði mikudagin 20. juli
89 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
sunnudagin 24. juli kl. 15.00.
Familjunnar vegna
Andreas og Jóannes
Tey,ið vilja minnast Ninnu,kunnu lata eina gávu til Lágargarð,
konto í Sparikassanum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá
kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Ajlif Hansen
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur.
Tøkk til Una Næs, prest, kirkjutænarar og sangara
og tey, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til B6 og til tykkum,
sum hjálptu til við ervinum.
Hjartans tøkk øll somul.
Elfrida og børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara
kæra mamma, vermamma, omma, langomma
og systir
Arna Clementsen
Sandur
andaðist og fór til gravar.
Stóra takk fyri alla hjálp og troystarrík orð.
Eingin nevndur, eingin gloymdur.
Familjunnar vegna
Sólbjørg, Herálvur og Súsanna
Einki G! uttan gott
samskifti við um-
heimin. Tað syrgdu
teir hjá Føroya Tele
fyri
TELETÆNASTA
Syðrugøta: Í langa tíð hava
tær tónlistarligu og tøkni-
ligu fyrireikingarnar til G!-
festivalin staðið ovarlaga á
breddanum hjá einum hópi
av fólkum.
Hetta arbeiðið hevur í
høvuðsheitum verið í sam-
band við sjálvt tiltakið.
Men á øðrum økjum –
rundan um tiltakið – er
eisini neyðugt við fyrireik-
ingum, um eitt tað skal
eydnast til fulnar.
Ein partur av hesum ar-
beiðinum er at syrgja fyri,
at eitt so fundamentalt ting
sum telefonsambandið er í
lagi. Og tað var hetta ar-
beiðið sum menn hjá
Føroya Tele vóru í ferð við
tíðliga í summar.
Ein góðan dag seinast í
mai mánaði, tá vit komu
koyrandi framvið Syðru-
gøtu, vóru teir í ferð við at
syrgja fyri at hesin sam-
skiftisparturin av tí stóra
festivalinum var í lagi.
Teir báðir, Eilif Debes av
Oyri og starvsfelagi hans-
ara Bárður úr Havn, vóru
henda dagin í telefonhúsin-
um í Syðrugøtu í hesum
ørindum. Út frá arbeiði
teirra kundu teir stutt eftir
staðfesta, at linjan til bygd-
ina var í lagi, tí tóni var í.
Síðani var bert eftir at fara
til kundan at vita, um tónin
eisini var har.
Hetta var ikki júst tann
seinasti, men ein av teim
seinastu arbeiðsdøgunum
hjá Eilifi. Fyrr í summar
gavst hann nevniliga hjá
Føroya Tele, eftir at hava
starvast har í samfull 33 ár.
– Hetta hava verið 33 góð
ár, leggur hann dent á.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og góða
hjálp, tá elskaði maður, pápi, abbi og langabbi okkara
Esbern Michael Magnussen
doyði og varð jarðaður.
Dany
Daniella, Kári og Esbern v/ familju
Enn ein linja til G!
Eilif Debes og starvsfelagi hansara Bárður hava skipað so fyri,
at enn ein telefonlinja til G-skrivstovuna gjørdist veruleiki
Mynd: Bárður
Anfinn Olivur Miðhamar úr Skúvoy, andaðist í
heiminum týsdagin 19. juli, 65 ára gamal. Jarðar-
ferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum í dag,
leygardagin klokkan 13.
Tey ið vilja minnast Anfinn, kunnu lata eina
gávu til dóttrina á konto í Føroya Banka.
Magdalena Samuelsen, vanliga nevnd Ninna,
ættað úr Vestmanna, búsitandi í Tórshavn,
andaðist á Láargarði mikudagin 20. juli, 89 ára
gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
sunnudagin klokkan 15.00
Tey, ið vilja minnast Ninnu, kunna lata
Láargarði eina gávu, konto í Føroya Sparikassa.
Alfrida Hammer, Runavík, andaðist á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi mikudagin, 93 ára gomul.
Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík í dag,
leygardagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr
Glyvra kirkju sunnudagin klokkan 14. Sungið
verður úr sálmabókini.
Marianna Mikkelsen, ættað úr Svínoy, búsitandi
í Havn, andaðist á Tjarnargarði 20. juli, 98 ára
gomul. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapell-
inum sunnudagin klokkan 13.
Kelda: Kringvarp Føroya
Andlát og jarðarferðir