leygardagur 23. juli 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 139 - 23. juli 2005
Rituvík: Seinasta leygar-
kvøld varð skipað fyri
mentanartiltaki á Støðni í
Rituvík.
Væl av fólki var saman-
komið til tiltakið, ið var
merkt av sangi, talu, mati
og hugnaligum práti manna
millum.
Sum greitt varð frá í
blaðnum í gjár helt Dánjal
Petur Højgaard eina røðu,
har hann lýsti bygdarlívið
og annað í tí sambandinum.
Somuleiðis sungu Susanne
og Rúni Brattaberg, eins og
Kór Glyvra Kirkju sang
nakrar sangir.
Sum myndirnar hjá Tóka
Højgaard vísa, so sæst skil-
liga at fólk tóktust hugnaðu
sær óført.
Hugnalig løta niðri á Støðni
Bæði børn, ung og tilkomin
vóru samankomin til
mentanartiltakið
Fólk í hópatali høvdu leitað sær oman á Støðna. Tey fingu her til fulnar at síggja, hvussu
vælegnað hetta staðið er til slík tiltøk
Prestur/kórleiðari,
borgarstjóri og røðari
fegnast um áhuga-
verda tiltakið - f.v.
Meinhard Bjartalíð,
Rodmundur Nielsen
og Dánjal Petur
Højgaard
Á hugnaligu løtuni vórðu eisini tey lokalu ítróttarfólkini frá Oyggjaleikunum heiðrað
Menn hava nógv at práta um, tá teir soleiðis hittast