leygardagur 23. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 • leygardagur • 23. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
KR tapti
fjórðings-
finaluna
Hóast teir í næstan
ein tíma vóru fleiri á
vøllinum enn mót-
støðumenninir úr
Vali, so eydnaðist tað
ikki KR at vinna sær
pláss í hálvfinaluni
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Sunnukvøldið vunnu KR
og Rógvi Jacobsen lands-
kappingardyst á Laugar-
dalsvøllinum ímóti botn-
liðnum Fram. Hóskvøldið
var aftur gamla lagið, tá
ið KR á heimavøllinum í
Frostskjóli hevði vitjan av
einum øðrum høvuðs-
staðarfelagi, Vali, í fjórð-
ingsfinaluni í steypa-
kappingini.
Valur vann 2-1. Valur
legði seg á odda mið-
skeiðis í fyrra umfarin-
um. Trettan minuttir eftir
steðgin javnaði KR, og so
tóktist tað sum um, at
heimaliðið hevði allar
trumfirnar. Fimm minutt-
ir undan steðginum varð
ein av Vals monnunum
rikin av vølli, og harvið
vóru tað ellivu KRarar
ímóti tíggju Vals monn-
um í 50 minuttir.
Men kortini var tað Val-
ur, sum tryggjaði sær
pláss í hálvfinaluni. Tá ið
klokkan var farin 75 sek-
und upp um 90 minuttir
skoraðu teir sigursmálið.
Í KR søgdu teir seg sum
heild vera illa nøgdar við
avrikið hjá dómaranum,
og teir søgdu seg ikki
skilja, at tað skuldi bera
til at spæla so leingi, tá ið
dómarin frammanundan
hevði givið til kennar, at
bara ein minuttir var
lagdur afturat vanligu
leiktíðini.
Einki er kortini at ivast í,
at í KR mugu teir fyrst og
fremst takka sær sjálvum
fyri, at tað ikki eydnaðist
teimum spæla seg í hálv-
finaluna. Tá ið mótstøðu-
liðið hevði mist ein
mann, hevði KR allar
møguleikarnar, men teir
tóku ikki av.
Rógvi Jacobsen var í KR
álopinum alla tíðina.
Ein onnur fjórðingsfin-
ala var á skránni hós-
kvøldið. Fram vann 2-1 á
heimavøllinum í Reykja-
vík ímóti ÍBV úr Oyggj-
unum. Eftir vanliga leik-
tíð stóð á jøvnum 1-1, og
Fram skoraði sigursmálið
í 102. minutti.
Bæði í Fuglafirði og á
Toftum rokna teir
møguleikarnar góðar
fyri plássið í ólav-
søkufinaluni, men tað
kann vera, at onkrir
av lyklaspælarunum
ikki verða tøkir
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Í Gøtu vilja teir ikki siga, at
teir hava tryggjað sær pláss í
steypafinaluni ólavsøkudag.
Tað kunnu vit so staðfesta
fyri teir. Sandoyingar koma
norður í Sarpigerði í morg-
in. Í viðførinum hava teir 5-
1 tap frá fyrru uppgerðini,
og hóast næstovasta liðið í
2. deild, sum í summar
hevur verið á venjingarlegu
í Tarm í Jyllandi, fer at spíla
seg út, so er bitin so mikið
stórur, at tað er púra
óhugsandi, at teir skulu
kunna gera nakað við hann.
Hjá B71 hevur Eli Hentze
alla hesa vikuna verið í
Skotlandi við yngru lands-
liðunum. Hann og hinir í
ferðalagnum ætlast at vera
aftur í Føroyum í kvøld, og
Eli fer bara suður um fjørðin
at venda, áðrenn hann í
morgin skal norður aftur.
Hjá GÍ er Súni Olsen,
sum seinastu vikurnar hev-
ur vant við superligu liðn-
um hjá AaB, komin heim
fyri at hjálpa til ímóti sand-
oyingum.
Í gjárkvøldið skuldi støða
takast til, hvør skal verja GÍ
málið í morgin. Nú eru
tríggir málverjar í Gøtu.
Umframt Mortan Joensen,
sum vardi málið mána-
kvøldið ímóti B36, eru tað
Sunvard Joensen og Mein-
hard Joensen. Sunvard, sum
býr í Keypmannahavn, er
heima í summarfrí. Hann
spælir við ÍF Føroyum, og
nú venur hann við GÍ.
Meinhard Joensen hevur
fyri tað mesta verið skadd-
ur, síðani hann í vetur varð
knýttur at GÍ. Nú er hann
komin fyri seg, og tað kann
væl hugsast, at hann fer at
fáa møguleikan, um hann
verður førur fyri at spæla.
Magni ivasamur
Stóri
spenningurin
um
finaluplássið verður út-
loystur á Svangaskarði, har
ÍF fer at vitja B68. Í fyrru
hálvfinaluni vann ÍF 2-1.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at alt er púra opið.
- Eg haldi, at úrslitið ta
ferðina lýsir dystargongd-
ina væl. Um vit spæla upp
til okkara besta, so eiga vit
at tryggja okkum finalu-
plássið. Um vit ikki gera
tað, so verður tað torført,
staðfestir ÍF venjarin, Petur
Simonsen.
Tað er greitt, at Fritleif í
Lambanum verður ikki við.
Hann fer av landinum í
morgin. Gunnar Nielsen er
ikki førur fyri at venja, og tí
verður hann heldur ikki við.
Tað er ivasamt, um Magni á
Lakjuni verður við. Eftir at
hann í 1. hálvleiki síðsta
sunnudag hevði lagt ÍF
framum ímóti NSÍ, noyddist
hann í steðginum at fara av
vøllinum. Síðani hevur hann
ikki verður førur fyri at
venja saman við hinum.
Talan er um mjadnarskaða,
og í gjár vóru teir í
Fuglafirði ógvuliga iva-
samir, um álopsveteranurin
verður førur fyri at spæla.
Síðsta sunnudag vóru
Poul Ennigarð og Símun
Eliasen ikki við ímóti NSÍ.
Teir eru báðir tøkir í
morgin.
Royndirnar á muni
Julian Johnsson var ikki
við, tá ið B68 tapti fyrru
hálvfinaluna 2-1 í Fugla-
firði. Síðani hevur hann
sæð dystin á video, og hann
sigur seg vera væl nøgdan
við hugburðin og avrikið:
- Um vit vóru eitt sindur
meiri hepnir, so høvdu vit
ikki tapt. Okkara lið er ungt,
og tað er sjáldan, at B68
spælararnir í ár hava verið
undir støðugum trýsti. Tað
vóru teir í Fuglafirði, og
persónlig mistøk kostaðu.
Fuglfirðingar eru hvørja
ferð teir spæla undir størri
trýsti enn vit, og tað kann
gerast munurin í morgin.
Men vit fara at stríðast fyri
okkara møguleika, og lagið
hevur verið gott undir venj-
ingunum í hesi vikuni, sigur
B68 venjarin.
Tað er smeitur fyri B68,
at liðformaðurin og verju-
álitið, Arnbjørn Danielsen,
ikki verður við í morgin.
John Petersen hevur ikki
vant so nógv síðani upp-
gerðina í Fuglafirði, tá ið
hann noyddist at fara av
vøllinum miðskeiðis í 2.
hávleiki. Fótliðsskaði plág-
aði. John hevur runnið eitt
sindur fyri seg sjálvan.
Hóskvøldið vandi hann við
fullari ferð, og hann verður
við í morgin.
Sambært FSF heimasíð-
uni skal Georg Rasmussen
døma á Toftum í morgin, og
í Gøtu verður Lassin Isak-
sen dómari. Í finaluni ólav-
søkudag, tá ið tvey Eystur-
oyar feløg fara at stríðast
um Løgmanssteypið, verð-
ur tað Birgir Sondum, sum
verður 23. maðurin á vøll-
inum.
Nú skal ólavsøku makkarin
hjá GÍ finnast
Fyrra hálvfinalan millum liðini endaði við 2-1 sigri til ÍF. Nú skal B68 venda gongdini á heimavølli