leygardagur 23. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 139 - 23. juli 2005
Mánakvøldið skal
Start verja oddasessin
í Lillestrøm, men før-
oyski álopsspælarin
sigur seg ikki verða
kløkkan, um hann
ikki verður ímillum
teir fyrstu ellivu
TODI OG
AVBJÓÐINGIN
Jóannes Hansen
Tað ber ikki til at siga, at
hann byrjar aftur frá botn-
inum av soleiðis, sum hann
gjørdi, tá ið hann fyri tólv
árum síðani møtti upp í
Lyngby.
Men tað er einki at liggja
omaná, at Todi Jónsson,
sum seinastu átta árini er
vorðin inngrógvin partur at
FCK, nú stendur fyri spild-
urnýggjari og ógvuliga
spennandi avbjóðing. Hann
sigur seg hava skrivað undir
góðan sáttmála við Start.
Og nú er tað so uppgávan
hjá føroyska álopsspælar-
anum at sannføra felagið,
venjaran, áskoðararnar og
allan norska fótbóltsheimin
um, at tað var eitt gott keyp,
sum teir gjørdu, tá ið teir,
eftir at Todi hevði havt sátt-
málasamráðingar
við
Frederikstad, fóru aftaná
honum til Keypmanna-
havnar og løgdu tilboð fyri
hann, sum hann gjørdi av at
skriva undir. Síðani boðaði
hann Fredrikstad frá, at
hann eftir umhugsunartíð-
ina, sum hann hevði tryggj-
að sær, ikki fór at taka av
teirra tilboði.
- Jú, hetta er nýggj og
spennandi
avbjóðing.
Keypmannahavn og Kristi-
ansand eru heilt hvør sítt.
Her búgva 85 túsund fólk,
og tað er jú bara ein brøk-
partur av Keypmannahavn.
Norskur
fótbóltur
og
danskur fótbóltur eru hvør
sítt, og Start og FCK eru
tvey heilt ymisk feløg, stað-
festir Todi Jónsson úr
Kristiansand.
Hvussu tá?
- FCK er væl størri felag,
sum hevur øðrvísi fasilitet-
ir. Áskoðaratalið er væl
minni her, men teir eru í
holtur við at byggja nýtt
stadion. Og so er størsti
munurin ivaleyst tann veru-
leikin, at FCK er eitt
høvuðsstaðar felag, meðan
Start er fýra tímar í bili frá
Oslo.
Hvønn týdning hevur
tað?
- Pressan heldur til í høv-
uðsstaðnum, og harvið fylg-
ir pressan mest við feløg-
unum í høvuðsstaðnum. Í
Danmark var talan um FCK
og Brøndby. Her hevur
Rosenborg í Tróndheimi
serligan status. Uttan at eg
enn eri greiður yvir tað, so
rokni eg við, at tað verður
gjørt burturúr stóru feløgun-
um í høvuðsstaðnum, og so
sigur tað seg sjálvt, at Start
er áhugavert, nú felagið er á
odda í Tippuliguni.
Hevur tú kent nógv til
hetta, síðani tú komst til
Kristiansand?
- Tað er júst tað, sum eg
sigi. Vit eru ikki í høvuðs-
staðnum, og harvið hevur
pressan ikki sína dagligu
gongd á vøllinum, sum vit
venja á. Har er tað langt
ímillum FCK og Start.
Hvussu
profilerar
pressan so Start?
- Tað er fyrst og fremst
við at tosa við venjaran.
Tom Nordlie er rættuliga
karismatiskur, og pressan
tykist hava gott eyga á
honum. Tí er tað ikki so
undarligt, at tað er hann, ið
líka sum er profilurin.
Hvussu hevur tú tað í
nýggju umstøðunum?
Fínt. Tá ið eg kom higar,
og tað eftir einum degi varð
gjørt av, at eg skuldi spæla
við Start Kristiansand og
ikki Fredrikstad, var eitt
sindur av práti og skriving,
men síðani hevur tað verið
ógvuliga friðarligt, og tað
havi eg avgjørt einki havt
ímóti.
Skal
stríðast
fyri
plássinum
Í vikuskiftinum verður
farið undir aftur Tippulig-
una, eftir at seðgur hevur
verið í síðani fyrsta viku-
skiftið í juli. 13 av 26 um-
førum eru eftir at spæla.
Start er oddalið. Teir eru
seks
stig
frammanfyri
Bodø, og fyrsta avbjóðing-
in hjá oddaliðnum verður
mánakvøldið
á
útivølli
ímóti Lillestrøm,sum er á
sætta plássinum. Start hev-
ur 30 stig, og Lillestrøm
hevur 21 stig.
Todi Jónsson sigur seg
ikki verða ovfarnan, um
hann ikki verður ímillum
teir fyrstu ellivu mána-
kvøldið:
- Liðfelagarnir hjá mær
høvdu frí í eina viku, eftir
at teir høvdu spælt trettan
landskappingardystir. Tá ið
eg kom higar fyri tveimum
vikum síðani, hevði eg
hildið frí frá fótbólti í
tríggjar vikur, og eg havi so
at siga ikki spælt á hægsta
støði í eitt ár. Tað tekur sína
tíð at koma upp á hægsta
støði. Harafturat spæla teir
øðrvísi, enn eg havi gjørt
nógvu tey seinastu árini. Í
FCK hildu vit okkum til 4-
4-2, meðan Start spælir 4-
3-3, og álopsspælararnir
eiga fleiri verjuuppgávur,
enn tað var vanligt hjá
álopsspælarunum í FCK.
Eg skal stríðast fyri at læra
meg spælskipanina og fyri
sleppa upp í part, og tað eri
eg sinnaður at gera.
Er munur á venjingunum
í Start og so í FCK?
- Nú liðið hevur fyri-
reikað seg til seinnapartin
av kappingini, hava vit vant
ógvuliga nógv, og tað hevur
dámt
mær
væl. Allar
venjingarnar eru í tveir
tímar, og tað er nógv ferð á.
Eisini tá ið tað hevur verið
vant tvær ferðir um dagin.
Eg eri svangur eftir at
sleppa upp í part, og eg
trívist væl við at hava
fingið hesa nýggju og
spennandi
avbjóðingina,
sigur Todi Jónsson úr
Kristiansand í Noregi.
Gunnar Dahl-Olsen
misti heilar tveir min-
uttir upp til fremsta
íslendingin á etapuni
í Eysturoynni hós-
dagin
SÚKKLING
Stefan í Skorini
Tað er íslendski súkklarin
Hafstein Ægir Geirsson, ið
hevur bláu føraratroyggj-
una í stóru súkklukapping-
ini Statoil Kring Føroyar.
Hósdagin vóru súkklar-
arnir í Eysturoynni, har
teinurin hjá teimum vaksnu
var 113 kilometrar.
Hafsteinn Ægir Geirsson
vann etapuna, og hann var
tveir minuttir og trý sekund
frammanfyri Gunnar Dahl-
Olsen, sum endaði nummar
tvey. Á triðja plássi var
Bogi Kristiansen, sum er
tveir minuttir og 55 sekund
aftanfyri Hafstein.
Fríggjadagin var einkult-
startur á Sandoynni, og
leygardagin verður koyrt í
Suðuroynni. Sunnudagin
verður
endabresturin
í
Havn.
Unglingarnir súkklaðu
ein tein, sum var 64 kilo-
metrar, og hann vann danin
Jon Timotej. Hann var ein
minutt frammanfyri Torkil
Veyhe. Jon er nú seks
sekund frammanfyri Torkil
Veyhe í samlaðu støðuni.
Nú skal Todi standa sína roynd
Íslendingur á odda
Konga-etapan varð koyrd í Eysturoynni hósdagin, og íslendingurin Hafsteinn Ægir Geirsson vann við tveimum minuttum niður til næsta mann. Her eru
súkklararnir millum Fjarða í Eysturoynni
Mynd: Bárður Lydersen