leygardagur 23. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2005
17
Áðrenn Hockenheim
Formel 1 liðini hava
nú hildið frí í tvær
vikur, og skulu aftur í
eldin á Hockenheim
hetta vikuskiftið.
Fonn Flog hava sent
ein flokk av føroying-
um niður til Týsk-
lands til koyringina,
og tey hava eina
spennandi koyring í
væntu
F1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
McLaren Mercedes eru á
heimabreytini hjá Merce-
des, og vilja óiva fegin vísa,
at teir hava tann besta bilin
við tí besta motorinum. Teir
eru uttan iva væl upplagdir,
aftan á at Juan Pablo Mon-
toya fekk sín McLaren bil
fyrstan yvir um málstrik-
una á Silverstone. Eisini
megnaðarkoyringin
hjá
Kimi Räikkönen av einum
tólvta plássi upp á triðja
pláss, vísti ein sera sterkan
McLaren Mercedes. Bæði á
Silverstone og vikuna fyri á
Magny Course gekk Mer-
cedes motorurin hjá Kimi
Räikkönen fyri í venjingun-
um áðrenn sjálva koyring-
ina, hetta gevur +10 pláss í
byrjunarstøðu, og Merce-
des vóna ikki, at hetta
hendir aftur hetta viku-
skiftið á heimabreytini.
Renault eru uttan iva
svangir eftir at vinna, aftan
á at teirra stjørnukoyrari
Fernando Alonso noyddist
at taka til takka við einum
øðrum plássi í seinastu
koyring. Teir hava ein
skjótan bil og eru á odda
bæði í HM fyri koyrarar og
fyri framleiðarar, og hesa
støðu vilja teir ikki missa.
Tí eru stig á Hockenheim
sera týdningarmikil. Fern-
ando Alonso er nú 26 stig
frammanfyri Kimi Räik-
könen á øðrum plássi í HM,
meðan Renault eru 15 stig
framman fyri Mclaren Mer-
cedes í framleiðara kapp-
ingini.
Ferrari og týski heims-
meistarin Michael Schu-
macher fara uttan iva at
royna at gera sítt besta, fyri
at gleða týsku fjeppararnar.
Schumacher vann í fjør,
men hetta er annars ikki ein
breyt, har hann hevur verið
best, einans tríggjar ferðir
hevur Schumacher vunnið
her, og tað er væl minnið
enn á flest øllum øðrum
breytum.
Toyota koma til Hocken-
heim við rættuliga keðilig-
um úrslitum í seinastu
koyringunum, men eisini
við sera góðum byrjunars-
tøðum, sum slettis ikki eru
blivnar brúktar í koyringun-
um. Hetta er slettis ikki
nøktandi og Jarno Trulli,
sum má metast sum fyrsti
koyrari hjá liðnum, hevur
alment funnist at liðnum.
Hin Toyota koyrarin Ralf
Schumacher hevur roynt at
vunnið á Hockenheim, og
eina heimasigur hevði uttan
iva bøtt munandi um eitt
sera ringt kappingarár.
Tann triðji týski koyrarin
á breytini er Nick Heidfeld
í Williams BMW, fyri
tveimum mánaðum síðan,
sá alt bjart út hjá Williams,
við øðrum plássum breytini
í Monaco og á Nurburgring
lá fyrsti Williams sigurin í
luftini, men so gekk tað
knappiliga av skriðuni til,
og seinastu vikurnar hevur
tað als ikki verið nøktandi,
liðið er vorðið eitt lið, sum
endar uttan fyri stigini
hvørja ferð.
Higartil hava fimm mans
vunnið í ár: Giancarlo Fisi-
chella, Fernando Alonso,
Kimi Räikkönen, Michael
Schumacher og Juan Pablo
Montoya, tað er nokk
ivasamt, at talið gerst hægri
á Hockenheim, men sum
altíð í formel 1 er ikki lætt
at spáa, og slettis iki um
framtíðina.
Í aftara enda av formel 1
bilunum eru Minardi, men
hjá lílta liðnum verður ein
broyting hetta vikuskiftið.
Patrick Friesacher hevur
ikki megna at goldið fyri at
koyra seinasta triðing av
kappingarárinum, og triðji-
koyrarin hjá Jordan Robert
Doornbos hevur fingið
setrið í Minardi bilinum.
Hetta hevur so havt við sær,
at danski Nicolas Kiesa er
vorðin triðjikoyrari hjá
Jordan.
HM fyri koyararar
1 Fernando Alonso
77
2 Kimi Raikkonen
51
3 Michael Schumacher 43
4 Jarno Trulli
31
5 Rubens Barrichello
31
6 Juan-Pablo Montoya
26
7 Nick Heidfeld
25
8 Giancarlo Fisichella
25
9 Ralf Schumacher
23
10 Mark Webber
22
HM fyri lið
Renault F1
102
McLaren-Mercedes
87
Scuderia Ferrari
74
Toyota Racing
54
BMW WilliamsF1
47
Red Bull Cosworth
22
Sauber Petronas
13
Jordan Toyota
11
BAR Honda
9
Minardi Cosworth
7
Michael Schumacher vann í fjør, men hevur annars ikki verið so sterkur á heimavølli
Um týsku koyringina á Hockenheim
Umferðir: 67
Breytarlongd 4,574 km
Skjótast umferð: Kimi Räikkönen(McLaren-
Mercedes)
Longdin á koyringini: 306,458 km
Núverandi koyrarar sum hava vunnið á
Nürburgring: Michael Schumacher 1995
(Bennetton Renault), 2002, 2004(Ferrari), Rubens
Barrichello 2000 (Ferrari), Ralf Schumacher
2001(Williams-BMW), Juan Pablo Montoya
2003(Williams-BMW).
Kelda www.forix.com
FAKTA
Meðan U-15
dreingirnir vunnu
stórt, so eydnaðist
tað ikki U-17 liðnum
at fáa nakað burturúr
ímóti Dundee United
U-LANDSLIÐINI
Jóannes Hansen
Í kvøld koma U-15 og U-
17 landsliðini aftur til
Føroya, eftir at tey í hesi
vikuni hava tikið lut í
stórari fótbóltskapping í
Aberdeen.
Hósdagin spældu bæði
liðini ímóti skotska felagn-
um Dundee United. Tað
gekk væl hjá U-15 liðnum,
sum vann 5-1, og tað gekk
minni væl hjá U-17 liðn-
um, sum tapti 3-0.
Stóri maðurin á U-15
liðnum var Adrian Ciesle-
wicz. Eftirnavnið boðar frá
stórum
fótbóltsevnum.
Pápin spældi í síni tíð bæði
við ÍF, Sumba og VB. Eldri
beiggin Lukasz var sera
eyðsýndur á góða VB ung-
lingaliðnum, og nú roynir
hann fótbóltsevnini á ung-
lingaliðnum hjá Brøndby.
Tað er neyvan nakar ivi
um, at tað eisini fara at
verða boð eftir Adrian úr
útlandinum.
Hósdagin
skoraði hann fýra mál í 5-1
sigrinum á Dundee United,
sum kom á odda 1-0.
Adrian skoraði til 1-1 í 31.
minutti, til 2-1 í 32.
minutti, til 3-1 í 39. minutti
og til 5-1 í 70. minutti.
Gilli R. Sørensen økti til 4-
1 í 68. minutti.
U-17 dreingirnir fingu
tvey mál ímóti sær fyrsta
korterið. Tað skelkaði teir
nógv, men teir fótaðu sær
hampuliga væl, og tað
verður sagt úr Aberdeen, at
teir høvdu onkrar mál-
møguleikar. Dygst undan
steðginum økti mótstøðu-
liðið til 3-0, og tað gjørdist
endaliga úrslitið.
Cieslewicz skoraði fýra mál